leygardagur 19. juni 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 114 — 19. JUNI 1999
tidindablad
() á
Vagn Holmboe og Føroyar
Havnakórið hevur havt samvinnu við
góðar vinir uttanífrá, har teir tíggir
Karl Clausen, Vagn Holmboe og
Willi Gohl, og nú seinastu árini eisini
sangarin Lars Thodberg hava havt
eina serstødu. Størsta tydningin fyri
kórsins virksemi må meistarin Vagn
Holmboe tó sigast at hava havt,
skrivar Olavur Hátún m. a.:
Ólavur Hátún
Nú tá tónleikur eftir Jean
sibelius, Vagn Holboe og
Per Nørgaard er aðalevni í
tónleikastevnuni Summar-
tónar í ár, hevur tað kennst
náttúrligt, at Havnakórið
tekur lut við teim mongu
kórsatsunum eftir Vagn
Holboe til úrvaldar før-
oyskar yrkingar, sum kór-
ið afturvendandi hevur
dungið, bæði burturi og
heima gjøgnum so mong
ár.
Havnakórið hevur havt
samvinnu við góðar vinir
uttanífrá, har teir tíggir
Karl Clausen, Vagn Holm-
boe og Willi Gohl, og nú
seinastu árini eisini sang-
arin Lars Thodberg hava
havt eina serstødu. Størsta
týdningin fyri kórsins
virksemi má meistarin
Vagn Holmboe tó sigast at
hava havt.
Mong hava spurt hvussu
hendan samvinnan kom í
lag. Tessvegna fylgjandi
frágreiðing, sum hevur
verið frammi fyrr.
Farin undir musikklær-
araútbúgving á konserva-
toriinum í Keypmanna-
havn ber eg ein dagin upp
á mál við mína sveisisku
sanglærarinnu Jolandu
Rodio um hetta, at vit
føroyingar áttu skaldskap
á høgum stigi, og at tað
hevði verið ynskiligt at
funnið fram til okkurt
tónleikaskaldiðm sum
kundi latið nakrar av hes-
um yrkingum í samsvar-
andi listarliga tónleika-
búna. Tað skuldi tó helst
verið so, at hesin tónleikur
ikki hevði sermerktan dám
av tónleiki úr øðrum landi.
Heldur skuldi eitt møgu-
ligt slíkt tónaskaldsmedi-
um havt førleika at sett
seg inn i føroyskan fólka-
tóna - „Det má være Vagn
Holmboe“, segði Jolanda
Rodio - hon og hjúnini
Holmboe kendust væl.
Jolanda bjóðaði so okk-
um Metu og Vagn Holm-
boe til døgurda ein sunnu-
dag, har eg hevdi vid mær
upptøkur av kvøding og
dansi, sum eg hevði tikið
upp í Nólsoy og Sumba
fyri Dansk Folkeminde-
samling um jóltíðir
frammanundan.
Vagn Holmboe gjørdist
beinanvegin hugtikin av
hesum okkara mentanar-
lívi, og tá ið eg heyði lisið
honum nakrar yrkingar
eftir J. H. O. Djurhuus inn
á Band, sum Ebba Hentze
týddi okkum til danskt, fór
Vagn til verka.
Hetta var beint fyri
summarfrí 1962, og longu
komin aftur á konservatori-
ið eftir frítíðina kom Holm-
boe til mín við lidnum
handriti til heftið, sum fekk
heitið »Hevjid í homrum«.
Lítilátin og eyðmjúkur fyri
hesri serligu uppgávu helt
hann fyri, at hann visti ikki
hvussu ið var eydnast; men
hann vónaði, at vit fóru at
kunna brúka hetta sum okk-
ara egna.
Fór so til hús og settgi
meg sspentur at spæla.
Men løgin tókti mær hesin
nýggi tónleikur at vera
har var mestsum ikki har-
moniu, sum eg kendistr
við. Hetta var tó tónleikur,
sum eg sjálvur hevði bí-
lagt, og hvussu hann enn
skurraði í mínum tradi-
*"ionellu oyrum, so kendi
eg mær skyldu til dagliga
at stava meg fram gjøgn-
um hesar torføru partitur.
Men sum við allari
sannari list, so fekk hesin
tónleikur meira og meira
Vagn Holmboe eigur fleiri føroyska kórútgávur. M. a. hevur hann gjørt løg til yrkingar hjá Christiani Matras
og Williami Heinesen
tak á sinninum, ja, hann
fór á serligan hátt at kenn-
ast heimligur og rótgrógv-
in føroyskur. Sangarunum
í Havnarkórinum er tað
gingist á sama háttm at tey
frá líðandi at hava togað
við til at fáa lært hesar
Holmboe-satsir í dag
neyvan fáa nakað lagt fyri
seg, sum tey heldur
syngja.
Næsta føroyska kórút-
gávan hjá Vagn Holmboe
var >Sól og kavi< við
yrkingum hjá Williami
Heinesen, sum Tummas
Napoleon Djurhuus so
meistarliga týddi til før-
oyskt, og sum kom út í
1972. Í 1977 kom so sein-
asta heftið í hesari rød,
»Eydna« við yrkingum
eftir Christian Matras.
Umframt hesar kórsatsir,
sum eru at telja millum
mest framkomnba kórtilfar
í Norðurlondum, hevur
Vagn Homboe skipað
ørindi úr Sigmunds-
kvædinum Yngra og úr
Olavi Riddararós fyri kór.
Størsta føroyska tónaverk
Holmboes er kantatan
Brúgvar til yrking við
sama heiti eftir Karsten
Hoydal, skrivað til
upplatingarhátíð Norður-
landahúsins í 1983.
Vang Holmboe var
norðurlendingur í sinni og
skinni - dani, men bæði í
faðir og í móðurlegg av
norskari ætt. Um sítt
samband við føroyskt
mentanar- og fyrst og
fremst tónleikalív segði
Holmboe, at árin úr før-
oyskari kvøding vóru at
merkja í hansara tónleiki,
eitt nú í kvartettini, hann
kallaði ta føroysku, og
sum tematiskt ber við
lagið til grindavísuna.
Umframt at hann móti
sínum vana beinleiðis
nýtir brot úr kvædaløgum
í sínum føroysku kórsats-
um, er kvæðadámurin og
føroyski tónin í hesum
satsum mangastaðni so
eyðkenniligur sum hjá
nøkrum av okkara egnu
ténaskøldum.