Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juni 1999síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið ; Nr. 114 — 19. JUNI 1999 høgu húsunum, ið hava staðið har i 300-400 ár Hugstroyggj eftir eina ferð til pE Venesia er ein romantis kur ferðav Ein túrur umborð á eini gondol er avgjørt ein tydningarmikil liður i upplivingini av Venesia. Tú fært eina heilt aðra mynd av býnum við at sigla framvið teim innubyur, har forelskað og nygift pør eyðkenna gøtumyndina. Byurin stendur å meiri enn 100 lågtliggjandi oyggjum mitt f myri- lendi, og er nærum óbroyttur í øldir. Tólv milliónir ferðafólk vitja býin um árið, og Orð og myndir Turið Kjølbro "Se Venedig og dø”, syng- ur kend donsk songkvinna. Tad er eingin ivi um, at hesin kendi byurin i Italia er nakað heilt serligt. Ven- edig ella Venesia, sum hann eitur á føroyskum, er ein av teim fáu býunum í heiminum, sum kann róp- ast einastandandi. Býurin hevur stríðst ímóti lagnuni og hevur yvirlivad á eini rød av sandbakkum i flóð- ini i Adriatarahavinum, har fl6daldur ikki eru sjåld samir gestir. Herfyri beyd danska flogfelagið Maersk Air donskum og føroyskum tidindafélki til Venesia. Roknskapurin fyri farna år skuldi almannakunngerast fyri fjølmidlunum, og hvi ikki leggja turr tøl á borðið í einum heitum ráðstevnu- holi í Venesia sum á einum tilvildarligum hotelli í Danmark. Tað var nú ikki heilt av tilvild, at leiðslan í Maersk Air valdi Venesia sum karm um tíðindafundin. Venesia telist millum nýggjastu ferðamálini sum Maersk Air flýgur til, og við at bjóða til tíðindafund á hesum kenda stað, kundu tvær flugur sláast í einum. Millum sekstan garvað og ferðaroynd tíðindafólk umboðandi tey størstu donsku blødini sótu vit, tvey umboð fyri tey bæði stóru føroysku blødini, hósdagin i næstsíðsu viku umvegis Kastrup á veg til Venesia, har vit skuldu steðga í gott og væl eitt samdøgur. Grannin ger vart vid seg Tað var longu meðan vit sótu í flogfarinum, áðrenn vit sleptu danska høvuds- staðnum, at tað gjørdist greitt, hvussu nær vit skuldu til krígsherjaða gkið niðri á Balkan. Flog- farið kundi ikki fara til ásettu tíð, tí ferðslan í økinum, har Venesia liggur í norður Italia er bert 100 kilometrar frá flogvølli- num, har NATO-flogførini í krignum móti jugoslav- um, halda til. Seinni greiddi ein ferdaleidari å staðnum frå, at NATO- flogførini hoyrdust um nåttina. Flogrutan hjå Maersk Air til Venesia byrjadi f somu viku sum kríggið á Balkan byrjaði, og so at siga eingin fráferð hevur verið til ásettu tíð. Tá ið vit komu til Venes- ia sást skilliga, at itali- umenn ikki eru so fegnir um álopini hjá teim sam- eindu í hernaðarsamgong- uni á Jugoslavia. Á søgu- ligum bygningum, kirkjum og aðra staðni sóust gul uppsløg og skelti, ið góvu boð um at steðga krígnum. Og í gótumyndini sást ein biddarakona, ið var av- varðandi hjá einum falnum í krígnum, sum við bøn- andi eygum bað um nøkur oyru mat. Tá ið tú ferðast fyri fyrstu ferð í hesum býnum, nú hava føroyingar høvi at sleppa hagar eftir fáum tímum undrast tú á, hvussu lítil býurin í grundini er. Tað tekur bert 35 minuttir at ganga frá norðara partinum av býnum til tann sunnara. Sum ferðandi er tað eitt stórt upplivilisi at ganga runt í býnum, og uppliva, at tú kanst ganga runt í gøtunum uttan at verða órógvaður av skjóttkoyr- andi bilum ella øðrum akførum. Men tað er lætt at missa yvirlitið yvir, hvar tú ert í bynum, tí gøturnar eru nógvar og krókutar, og tær líkjast allar. Tí er eitt býarkort avgjørt ein fyri- munur, fyri ikki at siga treyt fyri ikki at villast. San Marco er størsta marknaðarplássið í Ven- esia. Á hesum plássi halda umframt milliónir av dúgvum, nógvir gøtu- seljarar til, og plássið er á tremur við fólki. Framvið eru smáar kaffistovur, borð og stólar uttandura, og í tí fjara hoyrast vakrir klass- iskir tónar. Napoleon keis- ari rópti plássið ,,vakrasta stovan í Europa“. I økinum rundan um liggur ørgrynna av dýrum hotellum og handlum, umframt aldar- gamlar kirkjur og sjón- leikarhús. Harry's Bar er ein hin kendasta barrin í Venesia, kend fyri sínar drykkir, carpaccio og ame- rikonsku kundar, ið koma hagar dagliga. Ernest Hemingway kom javnan har, eftir at hava verið á veiðiferð. Handlar, ið selja kendar merkjavørur innan mótaverðina, liggja í nánd RS SDS SRD ER