leygardagur 19. juni 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 114 — 19. JUNI 1999
tíðindablaðið Stc
19
av San Marco. Ørgrynna
av matstovum, fínum og
minni fínum, eru í býnum,
og nógvar borðreiða við
ollum góðum úr havinum.
Sum í øðrum býum í
Europa mynda lítlar sølu-
búðir gøtumyndina. Alla
staðni. har tú gongur, úti á
teim stóru marknaðar-
plåssunum ella í teim
mølu og krékutu gøtu-
standa fólk og selja
ørt. Nógv er tað
am: og prisurin tykist
era avtalaður. Tað er ringt
eini so stuttari ferð sum
at venja seg við
um gjaldoyra. Sløk
iv onnur miljón lirar er
5000 føroyskar krónur.
n ferðini fekst at vita,
stnadarstødid í Ven-
iggur á somu leið
vit kenna tað í Norð-
dum. Men tå ið tú
tey nógvu nullini ivast
)g fyri - sum skilst - at
alt lættari nevna itali-
in ikki tey nógvu
ni, tá ið tú spyrt, hvat
irt kostar. Kostar ein
i 79.000 lirar siga tey
»jumenninir eru ikki so
gandi sum teir eru
staðni. Tú kanst í friði
'áðum ganga fram við
1 at verða álopin av
ið vilja selja tær
vort tinganest.
larafturímóti eru førar-
r í gondolunum meiri
ypandi. Kappingin er
øllum at dóma hørd,
2 prisurin ymiskur, alt
*ftir árstíðini og hvussu
rur eftirspurningurin er.
ýnum eru 420 gondolir,
svar sera væl útgjørdar
vakrar. Førararnir á
ri vit royndu gjørdi 5-6
ur um dagin. Eftir råsu-
n fram við teim kendu
søguligu støðunum og
'ningunum. Framvið
) húsunum, har Marco
lo varð føddur í 1254,
framvið palassinum hjá
nnuforføraranum yvir
um ødrum Casanova.
larco Polo fór úr Venesia
n 18 ára gamal, og tá ið
nn kom heim í 1295
hevði hann ørgrynnu av
dýrgripum við frá nógvu
ferðum sínum. Venesiu-
búgvar eru munandi ernari
av Marco Polo í dag enn
teir vóru á hansara døgum.
Eingin trúi hesum manni-
num, ið hevði verið í tæn-
astu hjá Kublai Khan keis-
ara í 20 ár og sum hevði
ferðast so víða.
Perlurød av palassum
Tú fært bestu myndina av
kendu Canal Grande ella
Canalazzo, sum italiumenn
kalla hana, í eini gondol.
Henda rásin, sum úr erva
sær út sum eitt stórt S,
flýtur igjøgnum hjartað í
býnum. Líka síðani heims-
veldið varð stovnað, hevur
henda kanalin verið høv-
uðsferðsluæðrin í býnum.
Henda dagin, vit vitjaðu,
stóð rámur roykur úr kan-
alini og vatnið var grøn-
ligt, men gondolførarin
vissaði okkum um, at vatn-
ið skifti vid sjóganginum.
Framvið krókutu kanal-
ini sæst ein perlurød av
palassum og øðrum prýði-
ligum húsum, sum eru
bygd yvir 500 ár. Hóast
áhaldandi og munandi
umvælingar eru marmor-
veggirnir niðurslitnir og
fundamentini, sum bygn-
ingarnir standa á, máaðir
burtur av sjóganginum.
Men Canal Grande er
framvegis sum Karl VIII
av Fraklandi segði í 1495,
„heimsins vakrasta gota“.
Gondolførararnir ella
gondoliarnir eru ein partur
av súmbolikkinum og
mytologiini í Venesia.
Sambært einum lokalum
. halgimenni eru gondoliar-
nir føddir við svimjihúð
millum tærnar, soleiðis at
teir betur kunnu ganga á
sjónum. Innlitið og kunn-
leikin til kanalirnar í bý-
num gongur frá faðiri til
son, og sjón fyri søgn er, at
hetta er ein vinna, har bert
menn arbeiða.
Gondolirnar eru við
smala skrokkinum og flata
botninum sera væl egnaðar
til sigling eftir smølum
*
Fl.
Palassið hjá Casanova, kvinnuforføraranum yvir øllum
kanalum. Ein túrur við á
eini gondol er avgjørt ein
týdningarmikil liður í upp-
livingini av Venesia. Tú
fært eina heilt aðra mynd
av býnum við at sigla
framvið teim høgu húsu-
num, ið hava staðið har í
300-400 ár. Aftan fyri
nógvu húsaveggirnar
búgva familjur, gomul og
ung, men tú kanst ikki láta
vera við at hugsa, hvussu
ungar familjur við børnum
bera seg at fyri at halda
børnini frá at detta útí. Har
eru ongar verjur ella annað
til at taka, um óhappið
hendir. Tað eru kortini
serliga eldri fólk, ið búgva
í sjálvum býnum. Miðal-
aldurin á íbúgvunum er 50
ár. Ung og bórn eru sjáld-
som í býarmyndini, tey
búgva fyri stóran part í
stóru grannabýunum. Um-
leið 70.000 fólk búgva í
Venesia. Í 1950 búðu
150.000 fólk har. Síðani
eru húsaprísirnir dýrkaðir
Canal Grande ella Canalazzo. Ur erva sær kanalin út sum eitt stórt S, ið flýtur
igjøgnum hjartað í býnum
so mikið, at ein familja við
eini vanligari inntøku hev-
ur ongan livandi møgu-
leika at keypa sær íbúð
ella hús
Trygd ikki
ein býur í Italia
Trygd og trygdarviður-
skifti yvirhøvur tykjast at
vera nakað, italiumenn
ikki brýggja seg so nógv
um. Gamaní stendur á
taxabátunum, ið sigla mill-
um húsini og úr einum
býarparti í annan, at bátur-
in bert tekur eitt ávíst tal
av fólki. Henda reglan
verður hildin, men trygdar-
vestar ella trygd yvirhøvur
í hesum opnu bátunum er
eingin. Tá ið førararnir á
bátunum afturat sigla kapp
uttan at taka nøkur fyrilit
fyri teim ræddu og skøkku
ferðafólkunum umborð,
veitst tú ikki, um tú ert
keyptur ella seldur. Og læt
meg undirstrika, at til-
komnu fólkini, ið sótu
Alla staðni eru nógv fólk í hesum býnum uttan bilar
undir liðini á mær og sum
eru út og ferðast fleiri
ferðir um árið, kendu tað á
sama hátt
Tá ið um harðskap og
kriminalitet umræður telist
Venesia sambært ferða
leiðaranum ikki millum
teir europeisku býir, har
tjóvar og brotsmenn herja
mest á. Í so máta er Ven-
esia millum fridaligastu
býirnar í Europa. Lumma-
tjóvar eru kortini har sum
alla aðra staðni, og tí er
altíð skilagott at hugsa seg
væl um, hvat tú hevur við í
vidførinum, tá ið tú fert í
býin, ella hvat tú letur vera
eftir á hotellinum.
Væl umtóktur
ferðavinnubýur
Umleið 12 milliónir ferða-
fólk vitja á hvørjum ári
Venesia. Tey fylla skjótt
smølu gøturnar í bynum,
og bidirødirnar at sleppa
inn í kirkjur og forngripa-
søvn eru langar. Hetta er
byurin fram um négvar
aðrar europeiskar byir, har
forelskad pør leita til å
brúðarferð. Tey síggjast
væl í býarmyndini, og á
teirri størstu brúnni í bý-
num stóðu brådarpør í rød
fyri at taka mynd
Veðurlagið í Venesta er
sum vera man ógvuliga
gott. Hesa fyrstu vikuna í
juni lå hitin oman fyri 30
hitastig, sum er nakað
óvanligt so tíðliga á sumri.
Heitastu mánaðirnir eru
juli og august.
Ur Føroyum eru bert fáir
flúgvitímar til Venesia.
Maersk Air hevur síðani
seinast í mars flogið hvønn
dag til Venesia, og longu
nú eru uml. 70% av ferðu-
num henda mánaðin útselt.
Tað er torført at fáa inni-
vist á hotelli ella gisting-
arhúsi um summarið, tí er
umráðandi at bíleggja í
góðari tíð.