leygardagur 19. juni 1999síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablað
Nr. 114 — 19. JUNI 1999
Bretskur trolari á
fiskileið. Um
hetta mundið
vóru føroyingar
enn ikki farnir at
nýta lemmatrolið
Nú nýta teir lemmatrolið
Hugskotið, at brúka okkurt plátuskapilsi í sjógnum eins og ein leikutoysdreka gjøgnum luftina fyri at fáa trolið at
gapa, var eftirhondini eini tjúgu, tredivu ára gamalt. Og tað kann 6møguligt hava verið okkara landsmonnum niðri í
Grimsby fremmant. Men smátt gekk at fáa hugskotið til veruleika
Jóan Jakku Guttesen
At visa seg góvu føroyingar
heima og landsins myndug-
leikar sær als ikki far um,
hvat for fram å fiskivinnu-
økinum i grannalondunum.
Og fyri so vitt var heldur
onki nýtt í ti. Hvat tað var
fyri fiskireidskapur, sum
hetlendingar við góðum
úrslitum høvdu brúkt fyri
eygunum á útróðrarmonn-
um í ártíggjund, rein als ikki
við. Á fiskivinnumessum -
eisini í Skotlandi, sum gott
ferðasamband var við -
vórðu tey nýggjastu veiði-
amboðini sýnd fram við
jøvnum millumbilum. Men
hetta var likasum ein annar
heimur, sum onki hevði við
føroyskan sjógv at gera, og
troling og føroyskur sjógvur
hóskaðu ikki saman, var
staðfest einaferð við alla.
Gamaní fóru bretar avstað
við øllum kalvanum, sum
her svam, men kalvin var
ikki søluvøra kortini, tað
hevði minni at týða, varð
ofta ført fram.
Hugskotið, at brúka okk-
urt plátuskapilsi í sjógnum
eins og ein leikutoysdreka
gjøgnum luftina fyri at fáa
trolið at gapa, var eftir-
hondini eini tjúgu, tredivu
ára gamalt. Og tað kann
6møguligt hava verið okk-
ara landsmonnum niðri í
Grimsby fremmant. Men
smátt gekk at fáa hugskotið
til veruleika. Nógvar miss-
lukkaðar royndir høvdu ver-
ið gjørdar, og nógv patent
høvdu verið tikin. Nú vóru
royndirnar komnar har til,
at tveir veirar sleipaðu hvor
sín lemm, ístaðin fyri bert
at brúka ein veir ella trossa
við hanafóti í endanum, eins
og gjørt varð við bumm-
trolinum, og royndarskipini
høvdu fingið gálgar. Hetta
hendi næstan samstundis í
fleiri londum, og í 1895
høvdu lemmarnir fingið sítt
fyribils endaliga skap. Teir
vóru einfaldir og biligir.
Lættir at handfara og lættir
at beina burtur millum gálga
og lúnning, smíðaðir úr træ,
bert styrktir um kantarnar
og skógvaðir við jarni. Sjávt
netið var óbroytt, men í
høvurlinuni vóru nú tundur-
flot ella kúlur at halda tí
uppi.
Og síðani gekk skjótt.
Samanborið við nýggju
greiðirnar var gamla bumm-
trolið láturliga klossut, og
tað var gravgangur eftir
lemmatrolum. Framleiðslan
var tó at byrja við lítil, og
lemmatrolið hevði ikki
stórvegis týdning í 1896.
Men á sumri 1898 var stórur
partur av trolaraflotanum
utgjørdur við lemmatroli,
og tå var tad at teir løgdu i
vadi vid Føroyar, trolandi
millum oyggjar og gjøgnum
sund, inni á víkum og firð-
um. Tað er onki at siga til,
at panikkur kom í, tí sjó-
verja var ongin.
Løgtingsnevndin, sum
varð sett á 6lavsøku 1898
at viðgera hetta álvarsmál,
er skelkað og stendur púra
spyrjandi og gitir. Tað er
framvegis bummtrolið, sum
teir hava í huga, tá teir
skriva álitið, sum teir løgdu
fram eftir fáum døgum.
“Den Yngel, som Garnet
ikke fanger, bliver enten
knust af Trawlbommen eller
ødelagt ved at presses indi-
mellem den i Garnet vær-
ende fisk.” Og víðari siga
teir: "Man har tidligere
trøstet sig med, at Trawlred-
skaberne ikkun kunne an-
vendes paa Sandbund og
ikke, hvor Grunden var u-
jævn eller bestod af Klipper,
men dette Haab er tilintet-
gjort, idet Dampskibene og-
saa ses trawlende paa haard
Bund. Fremgangsmaaden
er da den, at 2 Skibe hjælpes
ad; det ene trækker Trawl-
en, det andet følger bag-
efter, hvor det ved en Line,
der er forbunden med
Trawlen, kan hæve denne
op fra Bunden, naar Red-
skabet støder mod Forhøj-
ningerne.”
Henda samtrolingin,
sum her verður nevnd, ljóð-
ar í so háfloygd og fantasi-
kend og má vera ein roynd
at loysa gátuna, tí í veru-
leikanum skilja teir onki.
Føringatidindi koma við
hesi somu søgu júst sama
dag, 4. august 1898, sum
løgtingsnevndin leggur sítt
álit fram. Søgan hevur verið
endurtikin til henda dag,
men í veruleikanum er bert
ein kelda. Báðar søgurnar
eru skrivaðar av sama
manni, blaðstjóranum á
Føringatidindum og skriv-
aranum hjå løgtingsnevndi,
R.C. Effersøe.
I mai månad sama år stutt
áðrenn innrásina, hevdi sjó-
verjuskipið Hejmdal tikið
nakrar trolarar við Ísland,
stutt eftir at nýggj trolaralóg
var komin í gildi har. Vanlig
hugsan var hetta summarið,
og hetta hevur verið endur-
tikið síðani, at her hevði
danska sjóverjan óbeinleið-
is rikið enska trolaraflotan
"paa flugt” til Føroya, sum
Dimmalætting tekur til. Ott-
in fyri at ensku trolararnir
skuldu rýma undan donsku
sjóverjuni undir Íslandi til
Føroya hevði verið nevnd-
ur fleiri ferðir áður, eisini
so mikið tíðliga sum tá ný-
bygda herskipið Hejmdal á
sumri 1895 tók fýra trolarar.
Tá skriva Fóringatíðindi
“....Tí betur sýnist tað ikki
at verða, sum “Dim."s blað-
stýrari stúrdi fyri, at hini
Eingilskmenninir, tá ið teir
frætti slíkt, skuldi leggjast
so mikið verri á at ræna tær
Føroysku landgrunnarnar
Nýggja íslendska trolara-
lógin, sum kom í gildi í apríl
1898 fekk sín stóra part av
skylduni av innrásini við
Føroyar, tí at tað skuldi vera
so nógv “bíligari" at vera
tikin í føroyskum sjógvi enn
í íslendskum, umframt tað,
at sjóverjan vid Føroyar bert
var eitt eiti. Eisini nýliga
hevur verðið ført fram, at
“Tað var so javnan sagt, at
revsingin var so lin í gomlu
lógini, at skipararnir hildu
tað loysa seg at verða tikin.
Bretsku skipararnir vóru so
skakkir av teimum nýggju
lógunum, at trolarar úr
Skotlandi og Onglandi á
fyrsta sinni løgdust undir
Føroyar at royna." Hetta er
ikki so. Víst vóru bøturnar
lægri í Føroyum enn í Is-
landi, men hetta var ikki
nakað nýtt. Nýggja íslend-
ska lógin hækkaði ikki bøt-
urnar. Tvgrturímóti lækk-
aðu maksimumbøturnar úr
10.000 krónum niður í
4.000 krónur, og nýggja
lógin gekk eisini ávísum
ðrum bretskum krøvum á
móti vegna "Beklagelser fra
England .... over de ual-
mindelig strænge Straffe-
bestemmelser..." Eitt nú tað,
at trolarar í ávísum fórum
nú sluppu undan at beina
fiskireiðskap burtur innan
fyri mark.
Ein onnur teori gekk út
upp á, at føroyingarnir niðri
í Grimsby vóru farnir at
leiga seg út til at vísa á réttu
leiðirnar, og at tað nú "....er
lykkedes dem at finde saad-
an Fiskebund, at Arbejdet
kan udføres med Fordel.”
Men heldur ikki hetta gevur
meining, tí her vóru snøgt
sagt ongar royndir gjørdar,
áðrenn tað knappliga alt í
einum "lykkedes”. Einasti
uggi var, at móti vetri fór
trolingin at steðga av sær
sjálvum, tí, sum Fuglaframi
sigur, "botnvarpingar ikki
kunnu royna undir Føroyum
um veturin." Við Ísland
hevði higartil ikki verið
trolað alt árið, tí tryggingin
ikki góðtók tað, men tá vet-
urin kom í Føroyum helt
trolveiðan ótarnað fram.
Tað einfalda svarið og
tann stóra kollveltingin
vóru lemmarnir. Íslendski
fiskifróðingurin Bjarni Sæ-
mundsson, sum seinni fekk
eitt havransóknarskip upp-
kallað eftir sær, fylgdi sera
væl við, hvussu nú fór at
vera við tí nýggja reiðskap-
inum. Hann hevdi eyguni
við sær, og tá trolarar vóru
í havn, fór hann umborð at
forvitnast. Í 1896 veit hann
at siga, at trolarar, sum hann
hevur sæð á Reykjavík, allir
framvegis brúka “gomlu
vørpuna”, men at teir sjálv-
sagt fara yvir til lemmatrol-
ið, um summir teirra ikki
longu hava gjørt tað. Í 1899
slær hann fast, at nú hava
allir trolarar lemmatrol.
Hetta trolið kundi brúkast á
stórri dýpi, á 6slættari botni
og í verri líkindum enn
bummtrolið og fiskaði
nógvar ferðir betur.
At byrja við vóru lemm-
arnir festir beinleiðis í sjálvt
netið, í sjálvar vengrirnar á
trolinum, har sum ramm-
urnar við gangarunum áður
høvdu verið festar í bumm-
trolið.
Tað var ikki fyrr enn í
Triðji partur
1923, at næsta kollveltandi
broytingin kom, tá V-D trol-
ið ella tær sokallaðu Vig-
neron-Dahl greiðirnar sóu
dagsins ljós í Fraklandi, tá
lemmarnir vórðu loystir frá
sjálvum netinum við breit-
lum, dandlin, bakkstrevara
og millumbreitli, og tá jarn-
bobbens komu ístaðin fyri
trærullur, sum tá vórðu van-
ligar, ella ketur, sum at byrja
við høvdu hildið trolinum
móti botni. Tað vóru fransk-
maðurin Vigneron og norð-
maðurin Dahl, sum útvik-
laðu hesar greiðir.
Hanus bóndi
Føroyingar vóru vanir við
trælkan og kúgan. Nú vóru
trolararnir komnir, umboð-
andi heimsveldið Bretland,
dragsandi síni trol tvørtur
um vanligar línuleiðir. Sigl-
du onkran niður, um illa vil-
di til. Bjargaðu teimum úr
vanda til aðrar tíðir og góvu
eitt sleip, tá lagið var gott. Í
hættisligum líkindum, tá tað
var ein spurningur um lív
ella deyð, tóku teir bæði
manning og bát inn á dekk
og sigldu teir inn á onkran
slættan fjørð. Altíð buktina
og báðar endarnar. Trolar-
arnir royndu alla staðni, har
roynandi var, stórt sæð ó-
tarnaðir. At byrja við løgdu
teir seg, eins og í Íslandi,
bert eftir flatfiskinum, ser-
liga reydsprøku. Í Íslandi
vistu tey at siga, at so stór
var veiðan fyrstu árini, at
um hýsan ikki hevði réttu
støddina, ikki ov stór, ikki
ov smá, fór hon aftur í hav-
ið. Toskin skoyttu teir als
ikki um fyrr enn seinni, tá
hini fiskasløgini, prime fish,
minkaðu í nøgd, og bátarnir
vórðu stórri.
Á Norðhavinum var og
hevdi altíð verið nógvur
8
&:
5
GRL Gl area