leygardagur 19. juni 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SA
es eee,
róður, bæði innari og ytri.
Serliga várróðurin, sum gav
góðan og stóran tosk, dróg
útróðrarmenn til bygdirnar
norðanfyri. Har komu bátar
langvegis frá, og nógvir
gistu har norðuri. Frá mikk-
jalsmessu, sum er mánaðar-
skiftið september-oktober,
róðu teir við åttamannafør-
um inntil krossmessu, fyrst
í mai. Síðani fóru teir um-
borð á seksmannaførini
summarmánaðirnar. Hóast
árini vóru 6jøvn til fisk, so
kom ein maður vanliga upp
á einar 1500 vælvaksnar
toskar ein várróður. Tá fyr-
stu trolararnir komu og
løgdu seg á innastu sand-
grunnar, hildu teir seg vita,
at ein víkarmaður legði
teimum lag á.
Og tað er jú nærliggjandi
at hugsa sær, at her vóru
staðkendir menn innan-
borða. Svíkjarar, ævintýrar-
ar ella sjógarpar, kanska alt
í senn. Stødan var vónleys,
og tað stóð nógv á monnum.
Tað hevði tikið langa tíð at
fara frá ongul og steini og
yvir til snøri. Tað hevði ver-
ið ein merkiligur 6vilji móti
at fara yvir til fiskiligari
agn. Og júst nú, línan langt
um longi var vorðin van-
ligur og viðurkendur fiski-
reiðskapur, høvdu trolarar-
nir lagt allan sjógv undir
seg, bæði innan fyri og uttan
fyri mark. Nú føroyingar
vóru farnir at meta seg sum
fiskivinnutjóð og skipsfiski-
skapurin hevði tikið seg
upp, vóru teir við eitt so væl
og virðiliga afturúrsigldir.
Men her var jú eitt logiskt
samanspæl. Ongilskmenn
skiftu slupptrolararnar út
við jarntrolarar við maskin-
kraft, og føroyingar fingu
sluppirnar til keyps fyri
rimiligan penga. Annað før-
di hitt við sær.
Eitt kvøldid í skýming-
ini í januar mánað 1900
koma Hanus bóndi á Eiði
og hansara manning tøss-
andi inn av Norðhavinum í
árabáti. Tá kemur uttanífra
ímóti teimum ein trolari
%
i
Nr. 114 — 19. JUNI 1999
grøvandi við fullari ferð, og
í tí hann siglir tætt fram við
teimum, rópar ein maður
við týðiligum norðanmáli á
teir: “Tú, Hanus hin gamli!
Hvar er kanónbáturin nå?”
Man kann síggja hesar
menninar fyri sær, nú teir
bæði bókstaviliga og mynd-
aliga verða afturúrsigldir.
Hanus bóndi ønir ikki aftur,
neyvan skeitir til viks. Starir
bert fram fyri seg, saman-
bitin.
Hvat hugsaðu hesir
menn, meðan teir togaðu í
árarnar, soleiðis sum forfed-
rarnir undan teimum, so
langt sum nakar dugdi at
siga frá? Hetta man hava
verið ein heilt vanlig hend-
ing ein heilt vanligan útróð-
rardag. Teir hava ilskast um
vónleysu støduna, onkur
hevur lovað ilt, aðrir hava
snøgt sagt givið skarvin
yvir. Teir flestu staðfestu, at
tað vóru tvær yvirmaktir nú.
Onnur ráddi á landi, hin á
sjónum. Vit kenna hesa søg-
una, tí hon var hildin at vera
stuttlig. Poengið er, at eitt
hálvbýtt, sum var við, vil
vera fólkaligur og hjálp-
samur, og svarar, tá hann er
spurdur. “Kanónbáturin
sæst ongantíð um okkara
leiðir," rópar hann aftur.
Afturhald
Tað hevur undrað stórliga,
hví menn vóru so trekir at
gera broytingar í fiskiskapi,
sum í baksýni sýnast so inn-
lýsandi. At teir vóru so trek-
ir at fara frá onguli og steini,
var ikki tí at teir ikki kendu
til annan og betri reiðskap.
Tá føroyingar langt um lon-
gi samdust um at fara yvir
til línuveiðu við árabáti,
komu bretar við sínum
dampdrivnu línubátum. Tá
føroyingar av álvara fóru
yvir til havfiskiskap, komu
bretar við dampdrivnum
trolarum. Tá føroyingar
fyrst í øldini fóru yvir til
motordrivnan útróður, vóru
teir á hesum gki knappliga
líka so frammaliga sum
bæði íslendarar og norð-
tíðindablað
menn, sigur Robert Joen-
sen. Men tað var bara tí, at
tað vóru tveir útróðrarmenn
í hvør sínum enda av land-
inum, sum ikki bara lovaðu
sær sjálvum, at her skuldi
broyting koma í, men eisini
gjørdu nakað við tað. Annar
var sørvingurin Eliesar í
Beiti, føddur 1878, hin var
Sørin í Kunoy, føddur 1866.
Hesir bådir menninir høvdu
stórt sæð einsamallir æruna
fyri, at motordrivin útróður
tók seg upp her á landi lika
so tíðliga í tíðini sum í
grannalondunum. Men tá
vóru stovnarnir longu synd-
arliga niðurfiskaðir. Tað er
ein áhugaverd søga, sum
kann lesast í bókini Utróður
1845-1945 hjá Robert Joen-
sen.
Sterkar, duldar maktir
Eftirtíðin hevur sjálvandi ilt
við at fata lívstreytirnar hjá
teimum gomlu. Nattúrulóg-
irnar vóru ikki so logiskar,
sum tær seinni vórðu. Hvor
dagur var eitt baks, og tað
ráddi um ikki at provokera
maktirnar. Tað fólk, sum
livir og virkar mitt í náttúr-
uni og við ytstu rendur av tí
møguliga, veit, at tað kann
vera skjótt hvønn vegin. I
trongum tíðum, tá natúran
er náðileys, kann óttin taka
yvirhond, og vit fara at lova
burtur olmussu og finna upp
á tápulig ritual fyri at hóra
undan. Sjálvt í lagaligum
tíðum situr hetta djúpt í
barmi.
Eyðun Andreasen sigur um
pátrúgv og sterkar, duldar
maktir í bókini Úr søgn og
søgu: "Otryggleikin við øll-
um arbeiði og óttin fyri, at
tað fór at gangast illa, tí fyl-
gjurnar kundu vera so álvar-
sligar, skaptu gróðrarbotn
fyri pátrúnni og gllum teim-
um ráðum og reglum, fólk
hevði at rætta seg eftir, at
sleppa undan óeydnu." "På-
trúgvin skuldi fyri ein part
greiða mangt, ið var óskil-
ligt, og fyri ein part royna
at ávirka viðurskifti, har
teirra egnu møguleikar
rukku ikki til. Tá eitt arbeiði
var gjørt av einslistum og á
allar besta máta eftir teim-
um royndum, fólk høvdu,
og við tí kunnleika, tey
høvdu um hetta arbeiði, var
tað kortini verri enn so vist,
at arbeiðið eydnadist.”
Erlendur Patursson sig-
ur: "I øldir var fólkið inni-
byrgt og kúgað, og slík spor
høvdu hesi viðurskifti sett i
hugsannarhátt fólksins, at
eisini langt aftan á avtøku
einahandilsins kom aftur-
haldssemi og trongskygni at
tarna framburði og fram-
gongd. Soleiðis eisini við
fiskiveidini, ið tá einans var
útróður.
Tað var ikki fyrr enn væl
var liðið á seinnu helvt 19.
aldar, ja ikki til muns fyrr
enn komið var út í 20. øld,
at Føroyingar fóru at gera
seg leysar av avoldaðum
veiðiháttum og at ganga
leiðir, sum aðrar fiskiveiði-
tjóðir leingi høvdu gingið."
Robert Joensen sigur
soleiðis: "Vid fiskiambod-
unum er tad sum vid teim-
um amboðum, ið brúkt
vórðu heima við hús, á bø
ella í haga, at utviklingurin
hevur staðið í stað í langar
tíðir. Hugsanin tykist at
hava verið tann, at einki
skuldi broytast, og hevur
hesin fastgrógvni stillstand-
ur ivaleyst sína orsøk í tí, at
landið var innilæst, og at
menn ikki komu út um at
síggja, hvussu aðrir bóru
ség at........ Fyri ein stóran
part ger óvilji og afturhald
seg galdandi.
Fyrst er at visa å, at
fólkið hevur verið inni-
byrgt, menn høvdu lítið sæð
til, hvussu aðrir virkaðu, og
hetta bar helst við sær, at
alt nýtt, sum teir gomlu ikki
høvdu víst teimum yngri í
ættini leið til, ikki kundi
verða tikið við so beinan
vegin; tí teir vistu, at í bø, í
haga og bjørgum og eisini
á útróðri var tað tryggast at
gera, sum teir gomlu høvdu
víst á. Tað tykist hjá fjøldini
at hava verið ein fastgrógv-
in mótvilji móti nýggjum
tiltøkum, og nógvir hava
ikki verið førir at fata, hvat
tað nýggja viðvíkjandi veið-
ihåttinum galt.”
Sjålvt bretar hava so seint
sum i 1970 årunum undrast
yvir sama spurningin, hví
menn eru so trekir at gera
broytingar í fiskiskapi, sum
í baksýni sýnast so innlýs-
andi. So konservativir, sum
bretar enn bera orð fyri at
vera, so vóru teir alla tíðina
í fremstu rgð, tá tað galt um
veiðiamboð og fiskileiðir.
Men teir spyrja, hóast tað:
Hví kom hekkutrolarin ikki
60 ár, áðrenn hann kom?
Hvi kom hekkutrolarin ikki
samstundis sum lemmatrol-
ið? At fiska við neti út av
hekkuni var als ikki ókent,
og fyri tað, um bummtrolið,
við tí 50-80 fót langa bjálk-
anum neyðugtvíst mátti
skjótast út av síðuni á einum
trolara, so var onki, sum tal-
aði fyri, at tað sama skuldi
galda fyri lemmatrolið.
Onki uttan tað, at soleiðis
hevði tað verið gjørt. Og tað
er høvudsgrundin, er niður-
stødan hjå bretum. Tad, sum
hevur verið roynt í langar
tíðir, og sum, hóast alt,
hevur riggað, tað verður
ikki broytt frá einum degi
til tann næsta. Menn aftra
seg við at gera ivasamar í-
løgur. Tað kann roknast við
eini ivasamari royndartíð.
Teir hanga seg í smálutir,
sum til dømis í hesum før-
inum við spurninginum:
Hvussu fáa vit alt trolið inn
á dekkið í heilum líki, uttan
at tað fer í fyllur, um trolið
skal skjótast út av hekkuni?
At enda er tað ein trygdar-
spurningur: Er tað heilt
vandaleyst at broyta eina
kenda mannagongd og eitt
Havnin í Grimsby á
fjóru um aldarskiftið
kent arbeiðslag til nakað,
sum er heilt nýtt og ókent?
Í Føroyum vita vit, at omanå
alt hetta natúrliga aftur-
haldni í eini vandafullari
vinnu, koma undirluta-
kensla og autoritetstrúgv.
Eitt fólk, sum hevur verið
kúgað í 1000 ár, hevur eftir
hondini eina ávísa venjing
í hesum.
Hvalabátar fingu slisku í
hekkuni longu í 1924 til at
hiva hvalin upp á dekkið
eftir. Hetta var umleið, tá ið
tað sokallaða V-D trolið
kom í brúk. Men tað var
ikki fyrr enn verksmiðju-
trolararnir lógu á tekni-
borðinum, og pláss skuldi
finnast til ta nýggju arbeiðs-
gongdina við flakaskering
og frysting, at nýggjur
hugsunarháttur mátti til. Tað
varð vorðið ov trongt á
dekkinum, og einasta loysn
var at flyta trolreiðskapin
onkra aðra staðni á skipi-
num. Og einasta stað, har
tað var pláss fyri honum,
var afturi í reyv. Hesar
royndir vórðu gjørdar longu
fyrst í 50 árunum, men kort-
ini vórðu síðutrolarar bygd-
ir øll 70 árini á tamb. Síðstu
síðutrolarar, sum bygdir
vórðu til Føroya, komu í
1974. Tað vóru teir báðir
Vestfinnur og Norðfinnur,
seinni Stígarklettur og Há-
degisklettur.
Feringatíðindi 1895, 1898, 1900
Dimmalætting 1898
Løgtingstidindi 1898
Robert Joensen: Útróður 1845-
1945
Erlendur Patursson: Fiskiveiði -
Fiskimenn
Eyðun Andreassen: Ur søgn og
søgu
Gils Gudmundsson: Togaraøldin 1
Edgar J. March: Sailing Trawlers -
The Story of Deep-Sea Fishing
with Longline and Trawi.
Jógvan Arge: Neyðugt er at sigla