Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 118 - 25. JUNI 1999 tíðindablaðið 5052 TT 15 Tvøroyri knytir vinabond við tveir oljubyir — Tvøroyrar Býráð fær fleiri útlendskar vitjanir í næstum AkKI BERTHOLDSEN Tað er einki dulsmál, at Tvøroyrar Býráð sær tað sum eina av sínum høvuds- uppgávum at brynja seg til tað komandi oljuvinnuna. Býráðsformaðurin hevur ferð eftir ferð sagt, at eftir hansara meting er tað olju- vinnan, sum skal bjarga oynni undan beinleiðis av- tofting, nú útlitini fyri at skapa fleiri arbeiðspláss í fiskivinnuni tykjast at verð mestsum ongi. Og sigast kann ikki ann- að, enn at Tvøroyrar Býráð spælir upp á allar streingir fyri at standa so sterkt sum gjørligt. Eitt er, at teir hava bjóðað Tvøroyri fram sum olju- havn. Eitt annað er, at stóra, danska felagið, Danbor Ser- vice, hevur gjørt av at leggja oljuhavn á Tvøroyri. Eitt triðja er, at vinnulívs- fólk í kommununi í sínari tíð stovnaði Tvøroyrar Olju- vinnuráð (TOR) sum skuldi arbeiða fyri at styrkja vinnulívið til at virka í olju- vinnuni. Seinasta stigið í hesari menningar-tilgongdini hjá Tvøroyrar Kommunu varð almannakunngjørt á By- rådsfundi tyskvøldid. Tí tá varð upplýst, at Tvøroyri fer nú at knýta vinabyarsamstarv við tveir útlenskar oljubýir, ein í Danmark og ein í Noregi. Í Noregi er talan um Sola, har 100.000 fólk búgva. — Sola liggur heilt uppat Stavangri, størsta oljubyi í Noregi, og ein partur av oljuvirkseminum i Stav- angri røkkur eisini inn f Á Tvøroyri spæla tey upp á allar streingir fyri at brynja seg til ta komandi oljuvinnuna. Tað seinasta er, at Tvøroyrar Kommuna nú knýtir vinabýarsamband við tveir aðrar norðurlendskar oljubýir Sola Kommunu. M.a. er ein oljuhavn í Sola, upplýsti Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri á fundinum. Hann helt, at Tvgroyrar kommuna kanska kundi fáa eitt sindur meiri burturúr at knýta seg til Sola, har tað, hóast alt, ikki búði so nógv fólk, sum í Stavangri. Í Danmark er talan um Esbjerg, sum er størsta olju- havn har á leiðini. Tað er eisini í Esbjerg, at Danbor Service, sum fer at gera oljuhavn á Drelnesi, heldur til. Páll Vang duldi ikki fyri, at Tvøroyrar Býráð sær hetta sum ein góðan møgu- leika at ogna sær vitan og íblástur og nakrar royndir frá tveimum stórum olju- býum í Norðurlondum, sum kunnu koma Tvøroyrar kommunu til góðar í tí komandi oljuvinnuni. Fleiri vitjanir Í Sambandi við tey nýggju vinabýarsambondini hjá Tvøroyrar Býráð, verður ikki sørt av virksemi í næst- um. Nú beinanvegin kemur borgarstjórin í Sola til Tvøroyrar at vitja saman við manninum. Tey skulu vera á Tvøroyri á Jóansgku og mánadagin skal Býráðið hava fund við tey. Norsku borgarstjóra- hjúnini fara avstað aftur mikudagin. Týsdagin fær Tvøroyri eisini aðra vitjan úr Noregi. Tað er í sambandi við framsýningina hjá „Stav- anger Sjómuseum“ í Havn, at norðmenn koma á Tvør- oyri við trimum skipum týs- dagin á miðdegi, Tey koma til Føroyar um Hetland. Farið verður víðari til Havnar mikumorgunin. Og í august mánaða kem- ur borgarstjórin og vinnu- málastjórin í Esbjerg til Tvøroyrar at vitja tann nýggja vinabyin. I tí sam- bandinum fer vinnumåla- stjórin at halda fyrilestur fyri Oljuvinnuráðnum um ymisk vinnulig viðurskifti. Og fyri at nevna eina „oljuvitjan“ afturat á Tvør- oyri kann nevnast, at miku- morgunin var ein sendi- nevnd hjá risastóra olju- felagnum, Texaco á Tver- oyri á kunningarferð, har teir m.a. hevði fund við Tvøroyrar Býráð um ymisk viðurskifti. Texaco er komið henda- vegin, tí í sambandi við eina møguliga oljvinnnu hava teir brúk fyri plássið í Før- oyum og tað er ætlanin, at teir skulu leiga á oljuhavn- ini hjá Danbor Service á Drelnesi. A Tvøroyrar By- ráð verður sagt, at umboðini fyri Texaco vóru sera væl nøgd við umstødurnar á Tveroyri sum heild til olju- havn. Rigga nú Drelnes til oljuhavn --Í ár og næsta år skal stór vatnveit- ing leggjast inni av Rananum, yvir á Drelnes. Men hon er eisini til vanligu húsar- haldini. Tað er neyðugt at ókja goymslurnar av reinsaðjm vatni í Kommununi Aki BERTHOLDSEN Tvøryrar Býráð fer nú undir at gera havnalagið á Drel- nesi klárt at taka ímóti olju- vinnuni. Danbor Service í Dan- kravið á reinsaðum vatnið økist alsamt sum heild. A fundi tyskvøldid sam- tykti býráðið at bjóða ar- beiðið út at gera eina nýggja vatnveiting, sum m.a. skal leggjast yvir á Drelnes. Ar- beiðið skal bjóðast út í tveimum. Fyrra stigið verð- ur bjóðað út í ár og seinna stigið komandi ár. Í ár verður arbeiðið bjóð- að út at gera ein goymslu- brunn til 615 tons inni á Rananum, har hinir brunn- arnir eru, umframt at leggja vatnleiðing inn til Elverkið og at seta brandpostar upp. Komandi ár verður ar- beiðið bjóða út at gera ein goymslubrunn til 615 tons afturat, og at leggja vatn- leiðingina líka út á Drelnes og at seta brandpostar upp. Hesir báðir brunnarnir rúma sostatt 1.230 tons av Oljuvinnan krevur någv, reint vatn og tað er m.a. hesi viðurskifti, sum Tvøroyrar Býráð nú ætlar sær at fáa í rættlag.Danbor Servixe, sum fer at gera oljuhavn á Drelnesi, vil hava, at 80 tons av reinum vatni skulu kunna renna umborð á eitt skip um tíman reinsaðum vatnið. Sostatt verður goymslan hjá kommununi av reinsaðum vatni meiri enn tvífaldað, tí teir báðir brunnarnir, sum eru, taka ikki meiri enn 450 tons hvor. mark hevur gjørt av at gera oljuhavn á Drelnesi, men í tí sambandi krevjast ymsar ílógur á Drelnesi. Eitt nú má vatnveitingin fáast í rættlag. Oljuvinnan krevur nógv vatn, og ein tons av reinsaðum vatni treyt frá Danbor Service er, umbord á eitt skip um tím- at tað skulu kunna renna 80 = an. Og tað er m.a. hesi viður- skifti, sum ætlanin nú er at fáa í rættlag. Men hetta ar- beiðið verður ikki bara sett í verk fyri oljuvinnuna. Tað verður eisini sett í verk, tí