fríggjadagur 25. juni 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið SOS
NR. 118 - 25. JUNI 1999
Stuttligari at rógva við Naddoddi
enn at rógva út á internetinum
--Okkara endamál
er at royna at
varðveita tað
gomlu bátament-
anina. Men tað
skal ikki gerast
við at seta bátar-
nar á eitt savn til
fólk at hyggja at.
Tað skal gerast
við at flota bátar-
nar til fólk at
brúka so ofta sum
høvid býðst
AK! BERTHOLDSEN
-Okur varðveita teir gomlu
bátarnar við at brúka teir
Tað er loysunnarorðið hjá
bátafelagnum Naddoddi á
Tvøroyri
A Tvøroyri, sum so
nógva aðrastaðni í Føroy-
um. er ansurin fyri tí gamla
veruliga vaktur aftur
Eisini ansurin fyri teim-
um gomlu bátunum
Tað byrjaði í smáum við
at einstaklingar á Tvøroyri
átóku sær at taka ymsar
gamlar bátar í varðveitslu.
Men síðani hevur tað
vundið uppá seg. og nú er
tað næstan blivið eitt kall.
Vit hava sett trimum av
undangongumonnunum
stevnu å loftinum å ti nim-
liga og hugnaliga neystin-
um, sum tvøramenn hava
fingið at varðveita båtarnar
1.
Poul Laðanberg, formað-
ur í bátafelagnum, Jákup
Jensen Kassameistari og
Helgi Enni, tiltakslimur,
sessast við langborðið, sum
stendur við vindeygað om-
an ímóti mølini, og við góð-
um útsýni yvir bátabrúnna
og fjørdin, greiða teir Sos-
ialinum frå virkseminum
hjá felagnum.
--Tað er einki yvir at
dylja, at tað er tað megnar
arbeiðið, sum vágbingar
hava gjørt fyri at varðveita
teir gomlu grindabátarnar,
og tey gomlu neystini, sum
eru okkara stóra fyrimynd,
sigur Helgi Enni.
Millum teir fyrstu bátar-
nir, sum tvøramenn fingu
undir hond, vóru fýra-
mannaførini Skemmingur
úr Sandvík, sum Rasmus á
Stykkinum hevur smíðað,
og Jógvansstovubáturin úr
Skúvoy, sum Petur Arabo á
Sandi smíðaði í 1906.
— Teir ætlaðu at blaka
bátin burtur, men ein tvøra-
maður, sum var í Skúvoy,
bað teir heldur lata seg fáa
hann, og soleiðis kom hann
suður.
Men tað er ikki fyrrenn
Hesa myndina tók íslendska Morgunblaðið av Naddoddi, tá ið teir nomu land
Finnbogi Joensen, Ernst Petersen, Sverri Jensen og Hjalgrím Christensen
nú hesi seinstu trý árini, síð-
ani teir fingu Nadodd, at
verulig gongd er komin á
arbeiðið, siga teir tríggir.
Tað gekk ikki so øgiliga
leingi frá at hugskotið birt-
ist, til at útvega ein seks-
æring í gomlum sniði, inntil
Naddoddur var smíðaður.
Hann var flotaður 31. mai
1996 og síðani hevur nógv
virksemið verið savnað
rundanum hann.
Fyri at skipa viðurskiftini
betri, stovnaðu tvgramenn
bátsfelagið Tjaldrið.
Men síðani hevur felagið
broytt navn til Nadodd og
samstundis broytti tað navn
frá at vera bátsfelag til at
vera bátafelag.
Tí nú hevur felagið fingið
fleiri bátar í varðveitslu,
umframt teir ådurnevndu
Skemming, Jógvansstovu-
bátin, sum nú komu undir
felagið, og so sjálvandi
Naddodd.
Aðrir bátar, sum felagið
eigur, er fýramannafarið
Lundin, sum eisini hevur
motor, hann er smíðaður í
1927.
Seksmannafarið Lómurin
hevur eisini motor og hann
hevur eina heilt serliga søgu
Hann varð einaferð burt-
urlutaður í Vestmanna og
ein tvøragenta inni í Hús-
garði vann hann.
Men síðani keyptu Andr-
ias hjá Pola og aðrir båtin
frá henni fyri 1.600 krónur
og teir brúktu hann í nógv,
nógv ár til at fiska sild við
og til at vera við snaru.
Hann er ætlanin at gera í
upprunastand til fólk at
brúka, sum ikki eiga bát.
— Men skuldi tað verið
nakar, sum liggur inni við
einum gomlum motori skal
staðiliga verða heitt á tey
um ikki at tveita hann burt-
ur, men at lata okkum fáa
hann, so vit kunnu gera
hann ístand, siga teir tríggir
á Naddoddi.
— Sama áheitan fer til tey,
sum kanska hava onkrar
lutir, ella amboð, sum tey
gomlu brúktu fyrr-tveitið
tað endiliga ikki burtur, tí
vit hava stóran áhuga fyri
at varðveita tað.
Tann seinasti, men nógv
tann sermerktasti báturin,
sum bátafelagið eigur, er
kappróðraráturin Catch.
Sí aðrastaðni tað, sum
Einar Larsen skrivaði um
henda sjáldsama bátin í
á Eysturlandinum í fjór. Menninir eru f.v.
blaðnum „Suðuroynni“.
Síðani viðurskiftini vórðu
meiri skipað, hevur tað
eisini eydnast felagnum at
fáa eitt stórt og rúmligt
neyst frá N.J.Mortensen og
tað neystið er nú ásurin,
sum alt virksemið hjá fel-
agnum melur um.
Og tað er ikki lítið ar-
beiðið, sum er lagt í neystið
og stykkið rundanum, fyri
at gera tað ístand og at
hampa rundanum.
Í kjallaranum er nógv
grivið og reinsa omanav
gólvinum. Uttanfyri er
somuleiðis nógv grivið
omanav dråttinum.
I kjallaranum er nimd fyri
fyra båtum.
I Midhæddini eru teir i
ferð við at gera WC og brús-
ur, annars er eitt stórt rúm
eftir í midhæddini, sum teir
ætla at lata standa, í hvussu
so er fyri fyrst.
Ovasta hædd er eitt stórt
rúm, men har hava teir sett
ein gamlan, hugnaligan kol-
komfyr upp.
Somuleiðis er nógvur
viður og klædningur skiftur
út, sum varð rotnaður og
samstundis er isolerað.
I ulfari hevur alt hetta ikki
kosta nógv, tí teir á Nadd-
oddi siga, at teir hava fingið
nógvan stuðul frá felags-
skapum, stovnum og ein-
staklingum.
Í arbeidsløn hevur tað
heldur ikki kostað nógv, tí
alt er gjørt við sjålvbodnari
arbeiðsmegi.
Men arbeiðsmegi hevur
tað kostað nógv av.
— Vit hava arbeitt í neyst-
inum nógv kvøld um vikuna
og nógvar leygardagar. Men
tað hevur kortini ongantíð
verið drivið so nógv á, at
tað er blivið strævið og
keðiligt. Vit eru givnir
klokkan 10-11 um kveldið
so tað hevru ikki verið so
galið.
— Og vit hava heldur ikki
gloymt at hugna okkum.
— Tað hevur meiri enn so
hent seg, at onkur onkur er
komin við enskum búffum,
ella onkru øðrum at leggja
á pannuna, ella at onkur er
komin við pannukakudeiggi
0.s.fr.
— So hóast nógvir tímar
eru lagdir í neystið hevur
tað heilt avgjørt eisini verið
avbera stuttligt og hugna-
ligt, eru teir tríggir púra
samdir um.
Tað eru nú eini 120 fólk
um alt landið, sum eiga í
Naddoddi. Ein av teimum
er ríkasti maður í Danmark,
Mærsk McKinney Møller.
Eigari gerst ein við at
keypa eitt partabræv uppá
1.000 krónur í bátinum-men
Mærsk-maðurin fekk sítt til
gávus, nú hann var á Tvør-
oyri.
Og i hesum sambandi
hava teir eitt lítið hjartasuff.
Hóast vit eru heilir 120
fólk, sum eiga í bátinum,
eru tað ikki meiri enn teir
somu 10-15 menninir, sum
trúliga meta upp at hjálpa
til, tá ið vit putlast í neyst-
inum, ella okkurt annað er
at gera.
— Tað er ikki so logið, at
85 ára gamli Mærsk Mc-
kinney Kinney Møller ikki
er so ofta í neystinum.
— Men tað hevði verið
kærkomið um eitt sindur
fleiri mans tóku lut í dagliga
virkseminum fyri at fáa
hetta at ganga, siga teir
tríggir nevndarlimirnir í
Naddoddi. Tað er eisini
bæði lættari og hugnaligari,
tess fleiri vit eru.
Ætlanin við neystinum er
at gera tað soleiðis, at tað
kann vera ein miðdepil fyri
sidsøguligari siglingar-
mentan, og at innrætta tað
soleiðis, at heimligir eins og