Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juli 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 122 - 1. JULI 1999 tíðindablaðið = Sá VU U 5 Rundkoyringin lidug å Olavsøku - Arbeiðið er vorðið eitt sindur dýrari enn upprunaliga ætlað, millum annað tí, at so nógvar installasjónir eru í økinum, sigur Boði Haraldson, býar- verkfróðingur um rundkoyringina, sum er í gerð við R. C. Effersøesgøtu TURIÐ KJØLBRO Arbeiðið við rundkoyring- ini við R. C. Effersøesgøtu i Havn hevur verið meiri umfatandi enn mett frá fyrstan tíð, men hóast so, er ætlanin framvegis, at hon skal verða liðugt á ólav- søku. Eftir av játtanini til arbeidid er bert litil hålv millión krónur, og tað er ikki nóg mikið at gera ar- beiðið liðugt. Tí var málið fyri á býráðsfundi í farnu viku, har byarverkfrøding- urin Boði Haraldson greiddi frá gongdini í málinum. Hann fekk tilsøgn um eina upphædd, sum er nøktandi fyri, at rundkoyringin verð- ur liðug til ásettu tíð - Vit áttu framman undan at havt roknað út, at arbeið- ið fór at verða so umfatandi, tí har eru so øgiliga nógvar installasjónir í økinum, men tað gjørdu vit ikki. Hetta er so orsøkin til, at arbeiðið verður dýrari enn ætlað samstundis sum vit alla tíð- ina hava lagt dent á, at ferðslan ikki skal tarnast av arbeiðinum á sama hátt sum hon verður undir arbeiði- num av Marknagilsveg- num. Og tá ið ferðslan skal ganga uttan forðingar, verð- ur arbeiðsgongdin eitt sind- ur tyngri, sigur Boði Haraldson. Nú verður farið undir at leggja steinarnar á innara ringinum á rundkoyringini. Í nýggju rundkoyringini er møguleiki fyri at gera eina eyka íbinding. Býarverk- fróðingurin hevur gjørt upp- skot til nýggja íbinding, tal- an er um ein tein á umleið 280 metrar, men henda verkætlanin er ikki liðug enn. Ferðsluteljingar | Hvussu nógvir bilar fara um rundkoyringina um dagin, er ikki greitt, tí ongar nýggj- ar ferðsluteljingar eru tøkar. Seinastu tølini, ið fyriliggja, eru frá tíðliga í 1998 og tey eru fingin til vega úr øki- num uttan fyri SMS. - Tær teljingarnar vísa, at 10.000 akfør koyra oman og nidan um døgnid. Eg rokni við, at nókulunda sama tal av akførum fara um rund- koyringina, sigur Boði Har- aldsson. I løtuni ger Tórshavnar býráð ferðsluteljingar. Ein teljing hevur verið í R. C. Effersøesgøtu uttan fyri, har Farex heldur til, í løtuni er ein teljing beint við SMS, og ætlanin er at flyta hana longur niðan í R. C. Effer- søesgøtu. - Tær verda gjørdar Spennandi Olavsøka í Føroyahusinum Føroyahusid er stongt til ólavsóku, men frå síðst í juli til årslok er fjølbroytt skrå løgd fyri virksemid i håsinum TuRIÐ KJØLBRO Føroyahusid á Vesturbrúgv í Keypmannahavn verður væl vitjað av føroyingum, ið búgva í økinum, og ann- ars av føroyingum, ið gera eitt rend til Danmarkar. Leiðslan í håsinum hevur júst lagt og givið út skrá fyri virksemið í húsinum fram til ársskiftið. Og hon sær rættiliga åhugaverd og fjøl- broytt út. Orsakað av nógva umvælingararbeiðinum á Vesturbúgv, eru húsini afturlatin í fýra vikur í summar. Olavsøkudagarnar er aftur opið, men eftir, at hon er farin aftur um bak, heldur = uttanduraarbeiðið fram árið út. Fundur er javn- an vid byggiharran og krøv verða nú sett fram um neyð- ugar åbøtur, meðan arbeiðið fer fram í heyst. Innan verður Fóroyahúsið eisini snøggad. Gólvini í kaffistovuni verða lakerað og málað, og eftir ársskiftið skulu gólvini á fyrstu hædd setast í stand. Tá ið vit fara um aldaskiftið eru hús og tún snøggad. Spakuliga sær út til, at figgjarliga stødan í Føroya- húsinum batnar, men enn er nakað eftir. Roknskapurin fyri 1998 vísir eitt hall upp á eini 150.000 kr. Í fjør heyst var húsið illa mannað. Tað bøtti um. Mangan er tað so, at tað tú dregur inn í øðrum borðinum, rennur út aftur í hinum. Fíggjarlógin fyri 1999 er økt við 150.000 krónum. Tað fer at bóta væl um, hóast hetta enn er ov lítið til at hava eini trý fólk í føstum starvi. Húsið sjålvt megnar at útvega í mesta lagi sum er eini 4-500.000 krónur um árið. Umfatandi skrá Olavsøkuskråin í Føroya- húsinum byrjar Olavsøku- aftan, tá ið kaffistovan letur upp. Kappróðurin verður út- varpaður, framsýning av verkum eftir Eivind í Gong- ini letur upp, og Petra Joen- sen, ið er ættað úr Leirvík, heldur ólavsgkurgðuna. Hon starvast sum starvs- fólkaleiðari í Kolonien Fila- delfia i Dianulund. Felags- sangur verður við tónleiki frá Vágsheyggjafrensunum úr Klaksvík. Tað verða eisini Vágs- heyggjafrensarnir, = sum spæla til ólavsókudansin. Olavsøkugudstænastuna heldur Bergur Jacobsen, prestur. Um kvøldid verður Kafékvøld, har Vágs- heyggjafrensarnir = spæla fyri. Annað og meiri hendir 6lavsøkudagarnar í húsi- num. Dagin eftir, tann 30. juli, verður filmspremiera í Scala og Palads av filmi- num hjá Katrini Ottarsdóttir Bye Bye Blue Bird. Aftaná filmin hittast fólk í Før- oyahúsinum. Seinni í heyst fer Katrin Ottarsdóttir at greiða frá filmum sínum. Skránna fyri heystið ber annars til at lesa um á heimasíðuni www.faroe- house.dk Umframt hesa skránna skipa Kvinnufelagið, Talv- felagið og Húsakórið fyri regluligum venjingum ella tiltók. Føroyahusid skipar eisini fyri 2-3 fyrilestrum í heyst, sum verða lýstir seinni. lutvíst fyri at finna út av, hvussu nógv ferðslan er okt eftir hesum vegnum, og lutvíst tí, vit arbeiða við at loysa viðurskiftini uttan fyri innkoyringina við SMS. Eingin avgerð er tikin i hesum førinum, antin tað verður ein ljóskurv, rundkoyring ella nakað annað. Aðrenn vit koma so langt, mugu vit hava nøkur tól á borðið og har eru ferðsluteljingarnar eitt. Roknað verður við, at um 10.000 akfør fara um rundkoyringina um døgnid. Mynd: Jens Kristian Vang „..Við Manskórinum SMS - Tel. 319820- 310606 - Fax 314955 E-mail: tryarin(æpost.olivant.fo Vinarliga send mær: — eintak av Tórshavnar Manskón, á kr. 159.- : Navn: ; Búst.: Utfyll lepan, klipp hann út og send hann til: 3-arin, Postboks 1057, 110 Tórshavn