Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juli 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið NR. 127 - 8. JULI 1999 Sjúkrasystrarnar settu hart ímóti hórðum: Vit eru ometaliga AKI BERTHOLDSEN -Vit eru ómetaliga fegnar um úrslitið. Joan Ziskason, forkvinna í Sjúkrasystrafelag Foroya, sigur, at týsdagin varð eitt stórt stig tikið fram ímóti at finna ein varandi arbeiðs- frið á okkara hevuðssjúkra- húsi. Í hvussu so er, hvat sjúkrasystrunum viðvíkur. Osemjan um arbeiðsvið- urskiftini á Landssjúkrahús- inum var annars nú komin so langt, at sjúkrasystrarnar høvdu boðað frå, at tær fóru at seta hart ímóti hørðum. Aftur ósemja um leiðsluna Tað. sum aftur hesuferð heyði fingið sinnini í kók, er, sum ikki einaferð tey rini, leiðsluviður- skiftini á Í seinastu á andssjúkrahús- Sjúkrahúsleiðarin, Jákup Mørkøre, hevur ætlað at seta einstreingjaðan leiðslubygnað í verk 1. okt- ober, har eitt fólk, sum van- liga skuldi vera ein lækni, fekk ovastu leiðsluna av hvørjari deild á Lands- sjúkrahúsinum Sjúkrasystrarnar = vilja undir ongum umstødum góðtaka eina einstreingjaða leiðslu, tí tær krevja umboð í ovastu leiðsluna á hvørjari deild við ábyrgd fyri teim um røktarfakligu viðurskift m føtt við em unum da JOVI 1 hevur abyrgd- v teimum læknafakligu eknan Týsdagin vórðu tvey týðandi stig tikin á Landssjúkrahúsinum viðurskiftunum. I sambandi við bygnað- arbroytingarnar skuldi starvið sum fyristødukvinna takast av. Og 1. juli fór so fyristødu- kvinnan, Bergli6t Ihlen, frá og Jákup Mørkøre átók sær ein part av røktarfakligu leiðsluni fram til 1. oktober. Samstundis vórðu fleiri uppgávur lagdar á deildar- sjúkrasystrarnar. Men Sjúkrasystrafelagið sigur, at tað er brot á sátt- málan, tí nýggjar uppgávur kunnu ikki leggjast á tær, uttan at viðgerða starvsset- SR anina av nýggjum. Sjúkrasystrafelagið vildi heldur ikki góðtaka Jákup Mørkøre sum røktarfaklig- an leiðara, tí tað hevði hann ikki fortreytir til. Til reiðar at seta til- tok í verk Sjúkrasystrarnar siga, at tær undir ongum umstødum kundu góðtaka, at ongin skikkað røktarfaklig leiðsla var á Landssjúkrahúsinum. Heldur ikki kundu tær undir nøkrum umstøðum góðtaka, at fleiri uppgávur vórðu lagdar á deildar- fegnar um úrslitið fram ímóti einum varandi arbeiðsfriði --Sjúkrasystrar á kreppufundi týsdagin. Tær vóru til reiðar at seta tiltók í verk. Men sjógvurin slætnaði munandi, táið lands- stýrismaðurin í heilsumálum legði uppí, sigur Joan Ziskason, formaður í sjúkrasystrafelagnum sjúkrasystrarnar. Tær tóku málið í so stór- um álvara, at tær týsdagin varð kallaðu saman tl kreppufund millum Sjúkra- systrafelagið, yvirsjúkra- systrina á Landssjúkrahús- inum og deildarsjúkrasystr arnar at viðgera støðuna. — Vit vóru avgjórt til reið- ar at seta tiltøk í verk, um krøv okkara ikki vóru ging- in á meti, sigur Joan Ziska- son. Samstundis var eitt nógv virksemi sett í gongd, fyri at finna eina loysn á trætuni. Og úrslitið av øllum virk- seminum var ein semja, sum sjúkrasystrarnar eru fult nøgdar við. — Vit eru ómetaliga fegnar um úrslitið. — Tí, hvat okkum vid- víkur er eitt stórt stig tikið fram ímóti einum varandi arbeiðsfriði á landssjúkra- húsinum, sigur Joan Ziska- son. Helena skar igjøgnum úrslitið av fundinum var, at Landsstýriskonan í Al- manna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabo, kom upp í málið og skar igjøgnum. Og hon skar til fram fyri sjukrasystrarnar. Landsstýrismaðurin gjørdi nevniliga av, at ein fyribils røktarfakligur leið- ari skuldi setast å Lands- sjúkrahúsinum. — Sostatt var tann trætan loyst, sum var bráðnyðug at loysa og sum var beinleiðis orsøkin til kreppufundin hjá sjúkrasystrunum, sigur Joan Ziskason. — Men harafturat hevur landsstýrismaðurin boðað frå, at leiðsluviðurskiftini á landssjúkrahúsinum skulu verða loyst fyri 1. septemb- er. Og hetta heldur formad- urin í Sjúkrasystrafelagnum verða einki minni enn eitt veruligt frambrot í trætuni um leiðsluna á Landssjúkra- húsinum. Ikki minst tí at Helena Dam á Neystabø samstund- is segði, at tann røktarfak- ligi parturin skuldi styrkjast í leiðsluni. — Vit eru ómetaliga fegin um, at tann bráðneyðugi trupulleikin um rgktarfakl- iga leiðaran varð loystur so skjótt. — Men vit eru eisini 6- metaliga fegin um, at eitt evstamark er nú ásett fyri, nær leiðsluviðurskiftini skulu vera fingin í rættlag, og at tann røktarfakligi part- urin i leidsluni skal vera sjónligari í leiðsluni Tað hevur altíð verið eitt ófrávíkiligt krav frá sjúkra- systrunum at fáa umboð í leiðsluni á jøvnum føti við læknarnar. —Vit hava fyrr verið í verkfalli upp á hetta málið. — Og vit eru til reiðar at gera tað aftur. Joan Ziskason sigur, at tað, sum sjúkrasystrarnar krevja, eru leiðarar á Lands- sjúkrahúsinum, sum skulu hava fulla ábyrgd, eisini fíggjarliga ábyrgd, av teimum røktarfakligu við- urskiftunum á sama hátt, sum læknar fáa fulla ábyrgd av teimum læknafrødiligu viðurskiftunum. Men hon viðgongur, at skal nýggi leiðslubygnað- urin fáast í rættlag fyri 1. september, verður tað eitt strævið summar hjá øllum, sum eru uppi í málinum, tí tað verður nógv at gera — Uppskotið, sum Jákup Mørkøre hevur lagt fram, vilja sjúkrasystrarnar ikki góðtaka og tað skal broytast nógv, áðrenn tað kann setast í verk. Felags leiðsla Joan Ziskason sigur, at tað er fleiri staðni, har tað nú verður ásannað, at skal eitt sjúkrahús virka, er tað neyðugt við eini felags leiðslu og at røktarfakligi leiðarar verða settir á jóvn- um føti við læknaligu leið- ararnar. — Eitt nú er tað ein pol- itisk avgerð í Arhus Amti, at sjukrarøktin skal hava umboð í ovastu leiðsluni á jøvnum føti við læknarnar. — Hetta er ein roynd, sum ikki skal ganga fram til 2007, tá ið hon í fyrsta lagi kann verða endurskoðað. Joan Ziskason sigur, at tað sama er gjørt av í Skive. — Eg haldi, at øll á Lands- sjúkrahúsinum hava krav uppá at fáa skipað viður- skifti. — Og tað, sum hetta í veruleikanum snýr seg um, er at hava viljan til at sam- starva, sigur Joan Ziskason. Prisurin á uppsjovar fiski er nú fallin tveir triðingar Føroyski útflutningurin av uppsjóvarfiski til ídnað og til matna fer at falla einar 200 milliónir í ár Ak! BERTHOLDSEN Tad er í løtuni onki, sum bendir á, at prísurin á makr- eli, svartkjafti og øðrum uppsjóvarfiski fer at hækka aftur. Prísurin er rapaður í botn seinasta hálva árið og tað tykist sum um hann verður liggjandi har niðri Bergur Poulsen Havsbrún stjóri á Sigur, at prisurin er komin á botn, og hann fer ikki longur niður Men hinvegin er tað onki, sum týðir uppá, at hann fer nakað serligt uppaftur. Avleiðingin av tí stóra prísfallinum er, at samlaði føroyski útflutningurin av uppsjóvarfiski fer at verða einar 200 milliónir lægri í år, enn hann var í fjør. Stjórin á Havsbrún sigur, at runt roknað er prísurin nú bara ein triðingur av tí, sum hann var, tá ið hann var í hæddini. - Eitt nú keyptu vit tann størsta makrelin fyri 15 krónur kilo, tá ið hann var uppá tað besta. Nú er prís- urin ikki meiri enn 5 kr. Fisk til ídnað, eitt nú sild, keyptu vit fyri 1,50, men hann er farin at nærkast 50 oyru fyri kilo nú. Men Bergur Poulsen sig- ur at tað er ikki óvæntað, at prísurin er lopin so nógv upp og niður í seinastuni, tí umstødurnar hava verið heilt óvanligar — Vit hava sæð hetta fyrr. Frammanundan var prísirin so ómetaliga høgur, so eitt prísfall var altíð væntandi nú, sigur hann Hann sigur, at fyrst var tað veðurlagsfyribrigdi El Nino, sum elvdi til, at tann stóri suðuramerikanski fiskiskapurin eftir uppsjóv- arfiski minkaðu heilt nógv. - Tað gjørdi, at uppsjóv- arfiskur bleiv trotvøra, og tí fór prísurin upp. — Men nú er hesin fiski- skapurin við at mennast aft- ur. — Men samstundis hevur kreppan í Asia og Russlandi gjørt, at teir marknaðirnir har eru viknaðir heilt mun- andi Og tað hevur so alt samalt elvt til, at prísurin er fallin so nógv í seinastuni, sigur Bergur Poulsen.