hósdagur 8. juli 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 127 - 8. JULI 1999
tíðindablaðið
Forkunnugt í Sandavági:
Landskronaliðið á Vestanstevnu
Eitt av ítróttartiltókunum, sum verður á Vestanstevnuni í Sandavági um vikuskiftið, verður fótbóltsdystur millum FS
Vágar og Landskronalandsliðið. Eisini fara Fóroyameistararnir og steypavinnararnir í manshondbólti 1999 at royna
seg móti hvórjum óðrum
Málið hjá Torkili Nielsen endavendi øllum heiminum at kalla, og Førovar komu veruliga á heimskortið. Nú fara teir
at royna seg móti FS Vágum á Vestanstevnu
EDVARD JOENSEN
Nógv umrødda Lands-
kronalandsliðið í fótbólti
verður at síggja á Vestan-
stevnu í Sandavági.
Sunnudagin klokkan 16
fara FS Vágar og Lands-
kronalandsliðið at spæla
stevnudyst á Valloyruni í
Sandavági.
Eftir sjálvan fótbóltsdyst-
in verður brotssparkskapp-
ing, har leikarar á báðum
liðunum fara at kappast um,
hvør fær flest brotsspørk inn
hjá Jens Martini Knudsen
og Kaj Leo Johannesen.
Á Landskronaliðnum
vóru menn sum Jóannes
Jakobsen, liðskipari, Kári
Reynheim, Jens Martin
Knudsen, málmaður, og
ikki minst sandavágsmað-
urin Torkil Nielsen, sum við
einum sparki gjørdi Føroyar
kendar um allan heim.
Jens Martin fer at spæla í
gitnu topphugvuni, skilst á
fyrireikarunum.
Men hesin dysturin verð-
ur ikki einasta stóra ítróttar-
tiltakið, sum verður á Vest-
anstevnuni.
Leygarkvøldid klokkan
20 verður stórdystur í hond-
bólti í høllini á Giljanesi. Tá
mótast Føroyameistararnir
úr StÍF og steypavinnararnir
úr VIF.
Hesi liðini skulu bæði
spæla í Europacup kapping
í heyst. Og hesin dysturin á
Vestanstevnuni verður fyrsti
venjingardysturin hjá báð-
um liðunum.
Í grundini er hetta fyrsti
hondbóltsdysturin í kapp-
ingar árinum 1999-2000.
Um strandingar er at siga,
at teir spæla áskoðaravinar-
ligan hondbólt.
StIF var Føroyameistari
onkuntíð beint eftir annan
heimsbardaga. Síðan hevur
líkasum ikki borið so væl
til fyrr enn nú seinastu árini.
Okkurt ár næstan, og í fjør
eydnaðist tað so at gerast
Føroyameistarar í mans-
hondbólti aftur.
Vestmenningarnir eru har
aftur í móti rættilga kendir
í hondbóltshepi.
Og hóast sandavágsmenn
hava spælt dúgliga hondbólt
til fyri ikki so mongum år-
um síðan, er líkasum sið-
venja í Vágum at halda við
VIF í fremstu deildini.
Annars kann nevnast, at
stjórnuleikarin í Vestmanna,
Ingi Olsen, verður við aftur,
og hann fer eisini at leika
við á Giljanesi á Vestan-
stevnu.
Men heldur ikki í ítróttar-
høllini á Giljanesi verður
fótbóltslandsliðið gloymt.
Í steðginum í hondbólts-
dystinum leygarkvøldid fer
SIF at visa målini, føroyska
fótbóltslandsliðið = hevur
fingið í altjóða skrásettum
dystum, síðan byrjað varð í
1988.
Hesi mál er savnað á
video og verða víst á stór-
skíggja leygarkvoldið.
Og eisini her hevur
sandavágsmaðurin Torkil
Nielsen ein ávísan leiklut.
Hann skeyt nevniliga
fyrsta altjóða skrásetta, før-
oyska fótbóltsmálið.
Tað var móti Kanada í
Gundadali 1988.
Eisini flogbóltur á hógum
stødi verður at síggja á
Vestanstevnu.
Eitt flogbóltslið av Nes-
kaupstaði í Íslandi fer at
leika móti føroyska ung-
lingalandsliðnum í flog-
bólti.
Tað er soleiðis, at Sanda-
vágur og Neskaupstaður -
Norðfjórðurin - á Eystur-
landinum í Íslandi er vinar-
býir. Og lívligt ítróttarsam-
band hevur eisini verið mill-
um stødini bæði.
Fjórða hvørt ár hava
sandavágsfólk verið í Nes-
kaupstaði og vitjað, meðan
íslendingar hinvegin hava
verið í Sandavági somuleið-
is fjórða hvert år. Íslendsku
vitjaninar í Sandavági falla
altíð á árið, Sandavágur
hýsir Vestanstevnuni. So-
leiðis eisini í ár.
A Eysturlandinum er
hond- og fótbóltur mestsum
dottin burtur ímillum,
meðan flogbólturin er tann
ráðandi ítróttargreinin.
Til dømis eru ikki færri
enn fimm leikarar á ís-
lendska unglingalandslið-
num í flogbólti av Neskaup-
staði.
( Mynd úr bókini: Fótbóltslandsliðið - í altjóða fótbólti í 10 ár.)
Tá føroyska unglinga-
landsliðið herfyri var í Is-
landi, frættu føroyingarnir,
at norðfirðingar skuldu til
Sandavågs, og soleidis er
hesin dysturin komin i lag.
Annars verður sjálvandi
væl av øðrum undirhaldi á
Vestanstevnu, umframt
kappróðurin, sum verður
leygardagin. Tá verða helst
onkrir føroyameistarar
funnir.
Dansur plagar at vera å
steynunum.
A Vestanstevnu verða
tvey dansistød í Sandavági.
Tey ungu hava fingið eitt
tjald til endamálið. Og har
fara Kjølar at spæla.
Fyri teimum meira
tilkomnu, dansihugaðu
stevnugestunum fara Olav-
ur Øster & Co. at spæla i
SIF húsinum.
010
U) =
by 2: som
CHOTR
31 65 15
Hon & Hann
REPEAT
Damu-buksur
Fyrr
199,-
Lær-
stutt
Harra-buksur
Jogging-jakkar
ROTIKASSAR
19,-
GONGUGØTAN
199.
1/2
prís
= (),0,.3 BC ØE OT
GO
U) =
prís
bøn 2 JOT
&
HANN
Niels Finsensgøta 10
Opið:
má.-hó.: 10.00-18.00
frí.: 10.00-19.00
ley.: 10.00-14.00
HOIER
31 65 15
Hon & Hann