hósdagur 8. juli 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
NR. 127 - 8. JULI 1999
Signar á Brúnni, landsstýrismaður:
Politisk avgerð
hvar skúlin
skal liggja
— Grundgevingarnar fyri at leggja alt í Havn, eru altíð
sterkar, tí har eru longu framman undan stovnar sum ber
til at samstarva við. Men halda vit fram at grundgeva á
henda hátt, endar tað við, at alt endar í Havn, sigur
Signar á Brúnni um lista- og handverksskúlan, sum eftir
ætlan verður settur á stovn
Hóast greiðan arbeiðsset-
Ung, nava
í trupulleikar
verið í arbeiðsbólkinum í
spurninginum um, hvat
bólkurin er settur til at gera,
og tað er greitt, at tað er ein
ávísur Ojavni millum áskoð-
anirnar í bólkinum. Tað snýr
seg serliga um, hvat stødi
undirvísingin í ætlaða lista-
og handverksskúlanum skal
byggja á, og hvar skúlin
skal liggj
- Hverja ferð eitthvørt
nýtt verður sett á stovn í
Føroyum, vísir tað seg, at
grundgevingarnar fyri at
leggja hetta í Havn ella í
midøkinum í Føroyum, eru
sterkar, tí har eru longu
framman undan stovnar
um ber til at samstarva við
hj
Hinvegin, halda vit fram at
gr eva á henda hátt,
endar tað við, at alt endar í
Ha Ti er neyðugt, at farið
NvOrju nøgu
List g handverksskúlin
du? Klaksvik
Enn er målid ikki lidugt
vidgjørt higani, so eg kann
ikki siga i løtuni, hvat vit
fara at mæla til. Men vit
eiga eisini at leggja dent á
at leggja ymiskt út um
Havnina, sum ber til. Í ávís-
um fórum dugi eg væl at
síggja fyrimunirnar við, at
nógv er í Havn, og við hvort
er hetta eisini ein bíligari
loysn. Men tað sum vit eis-
ini skulu hugsa um er, um
tað er bíligari, gott og gagn-
ligt í framtíðini, at alt verður
miðsavnað í Havn.
Greitt í heyst
Landsstýrismaðurin roknar
við, at í heyst verður avgerð
tikin í ivaspurningunum
viðvíkjandi lista- og hand-
verksskúlanum
- Tað verður ein politisk
avgerð, hvar skúlin fer at
liggja. Síðani skulu vit um-
røda fíggjarligu avleiðing
arnar av, at hesin skúlin
verður settur á stovn
Hvørja ferð eitthvørt nytt
verður sett
i verk, er ringt
> til tad, men i
meiningsleyst at seta ein
g figgja hann innan ver
andi karmar. Tað merkir tað
sama sum, at okkurt annað
fær minni pengar og verður
veikari. Tí miði eg ímóti at
fáa eina nýggja játtan til
henda skúlan.
Signar á Brúnni nevnir
møguleikan at hækka
9 gg
jåttanina til fritidarundirvis-
ingina, sum Handarbeids-
skúlin í Klaksvík fær av,
soleiðis at játtanin eisini
rúmar tann nýggja skúlan.
- Hvat fyri stødi skúlin
skal byggja á, er ógvuliga
trupult at taka stødu til.
Eru ambisjónirnar ov
høgar til skúlan?
- Tað er ógvuliga positivt,
at fólk arbeiða við málinum
og hava stórar ambisjónir
um skúlan. Men vit eiga alla
tíðina at hava í huga, hvat
er møguligt og hvussu skjótt
tað er møguligt at seta í
verk. Eru ambisjónirnar ov
høgar, kostar skúlin meir. Ti
kann eg ímynda mær, at vit
fara at leggja okkum mitt
ímillum tað, sum í grundini
krevst og hægsta stigið.
Lista- og handverksskúlin
hevur ofta verið uppi og
vent fyrr, var við í sonevnda
skúlapakkanum á sinni, og
onkur itøkiligt roynd er
gjørd. Roknar tú við, at
henda ætlanin, sum er í ljós-
mála, verður veruleiki?
- Eg havi vónir um tað,
men tað vísir seg tíverri al-
tíð, at tað er trupult at fáa
fíggjarligan stuðul frá
politisku myndugleikunum
til tiltók, sum í fyrstu atløgu
ikki kasta pengar av sær. Vit
hava lyndi til at máta alt í
krónum og oyrum, men á
mentunarliga økinum er so
ómetaliga nógv, sum ikki
kann metast í pengum. Tað
er ringt at fáa fólk at skilja,
at annað hevur virði
Føroyskt tilfeingi
Arbeiðssetningurin hjá ar-
beiðsbólkinum er m.a. at
taka stóðu til, um undirvís-
ingin skal verða skipað sum
grundskeið og víðkað skeið,
har næmingarnir bæði læra
grundleggjandi — arbeids-
hættir, ogna sær verkligt og
fakligt innlit, samstundis
sum næmingarnir fáa høvi
til at ogna sær nágreiniliga
vitan um ávís evni og ávísa
lærugrein.
Bólkurin skal eisini við-
gera, um undirvísingin skal
geva ávís rættindi til víðari
útbúgving í list og lista-
handverki, og hvørjar læru-
greinir útbúgvingin skal fata
um. Spurningurin er eisini,
hvussu undirvísingin skal
verða skipað, sum viku-
skeið ella styttri skeið. Og
um hon skal verða sam-
avi vónir um, at lista
;g handverksskúlin verður
settur á stovn, men tað
vísir seg tíverri altíð, at
tað er trupult at fáa
fíggjarligan stuðul frá
politisku myndugleikunum
til tiltók, sum í fyrstu
atløgu ikki kasta pengar
av sær, sigur Signar á
Brúnni, landsstýrismaður
skipað við framhaldsdeild
fólkaskúlans, soleiðis at ein
slíkur skúli kann bjóða
næmingum fólkaskúlans
verkliga og åstødiliga undir-
vísing, ið kann fara fram
eins væl í skúlanum og utt-
an fyri skúlan. Ella um und-
irvísingin eigur at verða
skipað í sjålvstødugum
skúla ella saman við aðrari
undirvísing.
Serbussurin komin
Bussurin hevur nógvar uppgávur og fólk hava tikið sera
væl ímóti honum
Gomul og rørslutarnad fólk
í Klaksvík og tey i økinum,
sum annars hava ein ser-
ligan flutningstørv, hava
fingið ein nýggjan buss
Klaksvíkar kommuna hevur
keypt bussin, og hann kost-
aði gott og væl 400.000
krónur. Tryggingarfelagið
Føroyar hevur sponsorerað
ein stóran part av kostnaði-
num. Bussurin tekur 16
fólk, og brúkararnir gjalda
10 krónur hverja ferð teir
brúka hann
- Fólk eru ógvuliga glað
fyri bussin og hann verður
nógv brúktur. Bussurin
kemur undir sokallaðu
MBF-skipanina, har fólk
verða skrivað upp til bussin.
Hetta er sama skipanin, sum
hevur verið royndarkoyrd í
Suðurstreymoy í fleiri ár og
sum sýnist at hava virkað
væl. Nú næsti bussurin er
komin, er MBF komið eitt
stig longri at røkka allar
Føroyar. Er ein suðuroying-
ur, sum hevur serflutning
fyri neyðini, skrivadur upp
til skipanina, kann hann
brúka henda bussin í Norð-
oyggjum, tá ið hann kemur
henda vegin, og øvut, sigur
Jógvan Liitzen, formaður í
sosialu nevnd hjá Klaksvik-
ar býráð.
Bussurin verður eisini
brúktur til annað. Eldri fólk
hava møguleika at fáa mat
fluttan við bussinum ímóti
einum lítlum gjaldi.
- Børnini í útibarnagarð-
inum, og tey gomlu, sum
koma saman í Dagtilhald-
inum, verða eisini flutt aftur
og fram við bussinum, sigur
Jógvan Liitzen.
Tey gomlu í Daghaldi-
num hava eisini verið við
til at fíggja bussin.
Nýggi bussurin hjá Klaksvíkar kommunu, sum Tryggingarfelagið Fóroyum hevur
sponsorerað ein stóran part av. Mynd: Eyðun Klakkstein