hósdagur 8. juli 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 127 - 8. JULI 1999 tíðindablaðið
Stella Polaris 99:
Norðurlendskar
fotomyndir í
Listaskálanum
Fyri fyrstu ferð verður Stella Polaris sýningin í Fóroyum.
Hetta er 3. ár á rað, at norðurlendsk myndafólk kappast
um at luttaka í Stella Polaris kappingini og leygardagin
letur upp framsýning við vinnaramyndum í
Listaskálanum
DAGFINN OLSEN
Fyri fyrstu ferð verður
framsyning av vinnara-
myndum frá Stella Polaris
myndakappingini at síggja
í Fóroyum. Hetta er 3. ár á
rað, at norðurlensk mynda-
fólk kappast í Stella Polaris
og 217 myndafólk úr Dan-
mark, Noreg, Svøriki, Finn-
landi, Grønlandi og Føroy-
um sendu inn 1.641 foto-
myndir. 104 teirra sluppu
igjøgnum nálareygað og teir
12 dómararnir tóku við 208
myndum.
Virðislenir. —
Fleiri virdislønir vórðu
latnar og í alt er virðið á
virðislónum í kappingini
80.000 krónur.
Í luttøkutreytunum verður
sagt, at myndafólk úr øllum
norðurlondum kunnu lut-
taka, íroknaðar eru Føroyar,
Ísland og Grønland. Hvor
luttakarin kann senda inn í
Myndin av gamla manni-
num kallast „Simon“, og
er tikin av Ole E. Høy
Her er roykur
og eingin grind
JOHN JOHANNESSEN
Gjáramorgunin hoyrdust grindaboð í
Vágum. Tað var manningin á tyrluni hjá
Atlantslfogi, ið sá nakrar hvalir millum
Presttanga og Trøllkonufingur um hálv-
gum tiggju tíðina. Boð vóru beinan vegin
givin sýslusluskrivstovuni, og bátar fóru
út at leita eftir grindini. Men tá bátarnir
komu út, var eingin grind at síggja.
Úr Vágum verður sagt, at seinastu
tíðina hava stórhvalir verið at sæð kring
oynna, og hildið verður, at hvalirnir,
manningin á tyrluni sá, helst ikki hava
verið grindahvalir, men heldur stórhvalir.
fløtuni er nevniliga væl av æti í sjónum,
og tí er nógv at síggja, bæði av fugli og
hvali.
Mangt broytist á mannsins ævi
Gamla orðatakið hjá Getutrónda um, at
mangt broytist á mansins ævi er enn eins
aktuelt, sum tað var á hansara tíð.
Grindin - ella tað ið menn hidu vera eina
grind - var ikki sædd úr báti ella av landi.
Hon var sædd úr Tyrlu. Grindaboðini
vórðu ikki borin víðari við glaðing ella
við rópum. Tey komu gjøgnum
sendiútgerðina hjá tyrluni. Og omanå alt,
hevði grindin ikki verið dripin, um
bátarnir vóru komnir fram á hana og hon
ikki var serliga stór. Í staðin høvdu fólk
komið frá Náttúrugripasavninum og sett
sendarar á hana, so kannast kundi,
hvussu grindin ferðast.
Úr Vágum frætta vit, at fólkini frá
Náttúrugripasavninum vóru á veg, men
tey náddu ikki longur enn á Vestmanna,
har tey gjógnum fartelefonina fingu boð
um, at bátarnir, ið farnir vóru út, ikki
høvdu funnið nakra grind. So eigin grind
hesaferð, hvorki í frystiboksunum í
Vágum ella til Náttúrufróðingarnar at
seta sendarar á.
mesta lagi 4 myndir í grein-
unum Monochrome, Lit-
pappír og Náttúru/litpappír.
Eisini kann luttakarin
senda inn 4 myndir í teim-
um 3 lýsingarsneiddu
greinunum. I ár skuldu evn-
ini í lýsingarmyndunum
vera Statoil: „Det du lige
mangler“, Nybolig: „En
ordentlig bolighandel“ og
Tryg-Baltica: „Det handler
om at være tryg”.
Ferdast
Leygardagin 10. juli klokk-
an 14 letur framsyningin
Stella Polaris 99 upp i Lista-
skálanum. Aður hevur hon
verið í Keypmannahavn og
í Bergen. Ur Føroyum ferð-
ast syningin til Helsinki,
Malmø, Nuuk og í januar
ár 2000 kemur hon til
Reykjavíkar.
Hevur ein hug at vita
meira um hesa forvitnisligu
sýning, har fremstu mynda-
fólk á okkara leiðum lut-
taka, so ber til at vitja
heimasíðuna www.stella-
polaris.dk.
Kvinnumyndin er tikin an
Trygve Rønnestad
Til ber eisini at vitja i
Listaskålan, har opið er
mánadag-fríggjadag frá
klokkan 11 til 17 og leyg-
ardag - sunnudag frá klokk-
an 14 til 18. Framsýningin
er i Føroyum til 18 juli.
Konsert i Klaksvik
Forkunnug konsert verður
í byrådshøllini í Klaksvík
hoskvøldid 8. juli 1999 -
kl. 19.30Tað er klaksvik-
ingurin Agnar Ellebye
Andersen, sum starvast
sum musikkskúlalærari í
Noregi, ið skipar fyri hesari
sermerktu konsertini. Kon
sertin verður ein spennandi
blanding millum pop og
fólkatónleik.
Agnar hevur sjálvur
skrivað og arrangerað meg-
inpartin av tónleikinum. Tó
hevur hann í onkrum føri
fingið hjálp frá Ben Bas-
gaard. Við á konsertini
verða umframt Agnar Elle-
bye Andersen, sum spælir
klaver, guitar og syngur,
Brian Quist Jørgensen, vio-
lin, slagverk og klaver, Ben
Basgaard, guitar og har-
moniku.
Atgongupeningurin å kr.
40,- ið inn kemur, fer til
Musikkskúlagrunnin.
Gott foroyskt
SMS - Tel. 319820- 310606 - Fax 314955
E-mail: tryarin post.olivant.fo