Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. juli 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 129 - 10. JULI 1999 LS" , ? Ritupisan, sum dagar undan fuglinum í miðuni, gongur eini ótryggari framtíð á móti, óttast Dímunarbóndin fyri er øgiligur hendan frágera góðveð- irsdagin her í Dímun. Og uppgongdin er góð at ganga. Wirur er lagdur allan vegin, og har ringast hevur verið, eru stigar. Frá- líkt. Eggin nærkast alt meira, og sein- astu fólkini á helluni minka burtur. So endar wirurin knappliga. Men nú er eisini bara at fara upp um sjálva upsina. Bóndin og dóttirin standa nakað eystur frá og fylgja við, hvussu leikur fer. Hendan koman upp á Dímun er sum hjá Jefta, tá hann plagdi at koma aftur. Tann fyrsti, sum fegin kemur at heilsa ferðamanninum vælkomnum, er ein blíður hundur. Men bóndin er skjótur og ynskir vælkomin. Eitt handatak, ein stutt samrøda, og so er at hyggja seg um á oynni. Hesi lítlu oynni, sum kortini í søgu okkara er rættiliga stór. Hiðani var tað ivaleyst, at Sig- mundur sjálvur triði leyp á sjógv, tá hann svam til Sandvíkar. Og hið- ani var tað, at skipari okkara, Birgir Enni, sum tann fyrsti síðan tá, svam um Suduroyarfjørd fyri 27 árum síðani. Og eftir túrin upp á oynna er eing- in, sum undrast á, hvussu Annika í Dímun kláraði at halda oynna varda móti yvirvaldinum í áravís. Garðurin stendur stutt niðan frá uppgongdini. Tvey samanbygd hús. Stutt vestur frá húsunum liggur tíðindablaðið SS kirkjugarðurin. Og har standa eisini veggirnir eftir seinastu privatkirkju- ni í landinum Dímunar Kirkja varð tikin niður av abba núverandi bóndans fyri um- leið 80 árum síðan. Hon var tá í ringum standi og stóð at falla. Ætlanin var at byggja aftur Men bóndin doyði av vanlukku, so tað varð av ongum. Kirkjugarðurin á Dímun er væl laðaður og vardur móti kríaturum. Leiðini eru grasgrógvin, men síggj- ast væl. Ein einsamallur steinur stendur á garðinum, og er hann reistur bóndanum, Ole Jacob Jensen, sum fekk ein stein í høvdid, meðan hann greiddi ferðafólki frá niðri á helluni, vit júst eru komin um. Á steininum stendur, at hann doyði 1. juni 1924. Hóast veggirnir av Dimunar Kirkju ikki i stødd og søgu kunnu Kirkjuveggirnir standa heilir og væl hildnir. Høgrumegin sæst steinur bór metast við Múrin í Kirkjubø, er tað við djúpari virðing, at farið verður inn í hendan lítla, burturgloymda halgidómin Og friðurin er sum til andakt Veggirnir standa heilir og væl hild nir. Ein stari eigur í eini holu frammi í kóri. Ein mýrisnípa letur eina- staðni uttanfyri. Uttan iva órógvað av onkrum av teimum mongu fremmandafólkunum, sum eru á vitjan í dag. Her kennir tú beinanvegin, at halgan er nær, og ikki er neyðugt við stórum katedralum at finna tann frið, mangur leitar eftir Í hesum døgum, nú tað tykist so alneyðugt at fara til Nepal og onnur fjarløgd stød »at finna seg sjálvan“, sum ofta verður tikið til, kunnu ráð- ini vera at fara upp á Dímun. Har er nógv at finna, og treyðugt so, kann ein eisini finna seg sjálvan 15 dans Men farast skal eisini heimaftur, og onkur stúrir fyri túrinum niður- aftur. Nú skal hyggjast niður á hellu na alla tíðina Var í fylgi við eini sjúkrasystir úr Alborg og tvermun London. Tey ferdadust, sum var tað á Picadilly. Løtt á føti og ikki hefti fyri Fyri okkum liggur litlibåtur og bíðar fyri helluni. Fólk verða flutt umborð. so hvert, tey koma oman Og skjótt er, at oll eru komin umborð, og ferð verður sett á motor- in Seglini duga ikki ein slíka sil- vitnisdag studentum ur