týsdagur 13. juli 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Muller
Internet: www.sosialurin.fo
Ferðavinna
Oddagrein
Ein spurningur, sum nógv fólk seta sær, tá tosað
verður um føroyska ferðavinnu, er, hvørjar møgu-
leikar vit hava at bjóða fremmandafólki, sum koma
hendanvegin
Svarið er ofta, at vit hava eina sera vakra og
sjáldsama náttúru at vísa fram. Og tað er satt,
men ikki nokk. Vit noyðast eisini at gera okkum
greitt, at hesi ferðafólkini krevja, og hava rætt til,
tænastuveitingar á hogum stoði, skulu vit gera
okkum nakra von um, at vinnan skal mennast.
Og her hava foroyingar tíverri heldur enn ikki nógv
at læra. Foroyingar eru rætt og slætt ikki >mind-
aðir< - sum tað verður nevnt á fremmandum máli
- til at veita tænastur
Vit eru ein veiðitjóð, og í nógvum forum er einasta
málið, vit skilja, veiði- og samlaramentaliteturin.
Tiverri eru tað alt ov fá, sum hava skilt tað neyðuga
at standa á hovdinum fyri teimum, vit vilja vinna
pening frá
Tað hjálpir ikki, at vit bjóða ferðafólki hendanvegin
og so gloyma at siga teimum, hvorjum treytum tey
koma undir. Eitt domi var hendingin við svensku
stuttleikafiskarunum, sum vóru her fyrr í summar.
Vit kunnu heldur ikki loyva okkum at bjóða fólki
higar til lands, uttan samstundis at kunna siga
teimum við 100% vissu, nær og hvussu almennu
ruturnar liggja
Sum er kunnu fólk saktans vera farin úr ltalia við
eini foroyskari ferðaætlan í hondini, sum verður
broytt, meðan tey eru á ferð hendanvegin.Tað er
rætt og slætt ov óprofessionelt at koma við nýggjari
ferðaætlan mitt á sumri. Summarferðaætlanin átti
at ligið klár úti í heimi í seinasta lagi um árskiftið.
Eingin skal vera í iva um, at ein hovuðstreyt fyri, at
vit skulu klára okkum, er júst tænastuveitingin. Og
tað er so sanniliga ikki bara galdandi í ferðavinnuni.
Sama ger seg sjálvandi eisini galdandi í oðrum
vinnum.
Kemur eitt skip í foroyska havn og skal brúka hand-
verkarar, eiga vit at vera til reiðar at gera arbeiðið
her og nú. Eisini jólamorgun, um tað skal vera. Og
ta ein komandi oljuvinna fer at krevja 50 sveisarar
umborð á ein pall, verður bara roknað sum givið,
at teir standa klárir eftir fáum minuttum.
Men lítið hjálpa hugburðsbroytingar í vinnuni, um
politiskir myndugleikar lókað alt burtur aftur av
berum ódugnaskapi. Eitt talandi og ræðandi domi
er skotlandssiglingin, sum av politiskum kleyvar-
skapi nú tykist gloppin okkum av hondum. Alt, sum
bygt var upp, fór fyri einki, tá Teistin av óskiljandi
orsøkum varð seldur.
Grundgevingin tá var, at privat felag skuldi rokja
rutuna, og tænastan skuldi ikki lækka. Vit hava
sæð, hvussu tað gekk. Og serliga ferðafólkini, sum
nýttu rutuna, hava kent sviðan.
Tað stutta av tí langa í teirri søguni er, at vit kláraðu
ikki at reka eina rutu, sum skuldi veita ferðafólki ta
tænastu at flyta tey millum Føroyar og Skotland.
Tað bar seg ikki, varð sagt.
Men hvussu er og ikki, so síggja vit nú, at onnur
halda, at tað eigur at bera til. Nú fara danir og
íslendingar undir aftur rutuna. Og teir ætla sam-
stundis at geva Norronu kapping á rutuni millum
Danmark, Foroyar og Ísland.
Tað eigur sjálvandi ikki at ræða foroyingar. Hetta
eigur heldur at vera eitt skump til at fáa okkum at
spíla okkum enn meira út og taka við avbjóðingini.
Sosialurin
| Ábyrgdarblaðstjóri:
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Mánadagin kom nýggj ferðaætlan í gildi, og tað hevur»vid sær broytingar á flestu leiðum
| Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Utgevari, uppseting og prent:
Sp/t Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
|
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: |
postQ sosialurin.fo |
Í
Nýggja ferðaætlanin
Nýggja ferðaætlanin hjá
Strandfaraskipum Landsins
er nú útkomin og fær gildi
frá 12. juli 1999. Ferða-
ætlanin hjá Strandfaraskip-
um Landsins er higartil út-
komin um hetta mundið,
men hetta er ikki nøktandi
og verður tí broytt til
útkomuna næstu ferð. Ann-
ars hevur verið uppá tal at
broyta útkomuna soleiðis, at
ferðaætlanin ístaðin verður
útgivin í september.
Høvudsbroytingarnar i
sambandi við nýggju ferða-
ætlanina eru hesar:
1. Suðuroyarleiðin
* Tveir túrar allar dagar um
summarið uttan týsdag
(tveir túrar eyka um summ-
arið).
* Leygardag verður siglt á
Vág alt árið (ein túrur eyka
um veturin).
2. Sandoyarleiðin
* Ein túr eyka leygardag og
sunnudag mitt á degi alt ár-
ið.
* Sunnudag fyrrapart alt ár-
ið.
* Smærri broytingar fyrra-
part allar dagar.
3. Skúvoyarleiðin (nógvar
broytingar - sí nýggju
ferðaætlanina)
* Verkadagar kl. 6.20 um
summarið.
* Sunnudag
summarið.
* Leygardag seinnapart alt
árið.
* Mikudag alt árið.
* Allir túrar uttan kl. 8:15
verkadagar og kl. 14:10 týs-
dag og hósdag (farmatúrar)
verða tilkalling.
fyrrapart um
4. Vesturleiðin
* Smærri tillagingar.
5. Mykinesleiðin
+ Tveir túrar hvønn dag.
* Súlan fer til Mykinesar
kl. 10.30 - ein hålvan tima
áðrenn nú - og aftur kl.
15:30/18:00 (fyrr 14:40/
17:15). Tvs. møguleiki at
verða longri í Mykinesi.
6. Skálafjarðarleiðin
* Verður uppafturtikin 1.
august.
* Niðurlegging av rutuni
við snarbussinum 1. august.
7. Nólsoyarleiðin
* Ein túrur eyka leygar-
kveld um summarið.
8. Leirvíksfjarðarleiðin
* Eykatúrar um veturin
sunnudag fyrrapart, leygar-
dag seinnapart, tyskvøld og
hóskvold.
* Tvs. næstan sama sigling
summar og vetur.
9. Kallsoyarleiðin
* Fríggjadag á middegi alt
árið.
+ Sunnukvøld flutt til kl.
20:15.
10. Svínoy/Fugloyarleiðin
* Siglt verður mikudag alt
árið.
* Túrarnir kl. 15:00 eru frá
1. mars til 31. oktober (fýra
mánaðir longri).
Bygdaleiðir:
Leið 100:
* Eykatúrur kl. 7:00 av
Havnini.
Leið 104:
* Lagað til Sandoyarleiðina.
Leið 300:
* Smærri tillagingar.
Leið 506:
* Lagað til Kallsoyarleið-
ina.
Leið 600 og 601:
* Lagað til Sandoyarleiðina.
Leið 700 og 704:
* Lagað til Suðuroyarleið-
ina.
Leið 702 og 703:
* Lagað til Suðuroyarleið-
ina uttan mánadag.
Klaksvíkar byråd keypir virdisbrøv
Rentan á innistandandi peningi er ov lág, og tí setir Klaksvíkar kommuna
pening í virðisbróv
Klaksvíkar býráð hevur
avgjørt at keypa virdisbrøv
fyri 10 milliónir krónur.
Hetta verður gjørt, tí rent-
an á innistandandi peningi
er so lág, at býráðið heldur,
at meira fæst burtur úr at
keypa virdisbrøv.
— Vit hava keypt virðis-
brøv sum eru trygg. Høvdu
vit handlað við øðrum virð-
isbróvum, kundu vit vunnið
uppaftur meir, men tá kann
talan gerast um „gambling“,
og tað ber ikki til, sigur
Jógvan við Keldu, býráðs-
formaður í Klaksvík.
Jógvan við Keldu sigur,
at orsøkin til, at kommunan
hevur valt at keypa virð-
isbrøv fyri tøkan pening,
heldur enn at gjalda skuld-
ina meira niður er, at tað er
so skjótt, at vinnan kann
verða fyri bakkasti, og tað
speglast beinanvegin aftur
í kommunukassanum.
Tí heldur hann, at tað er
umráðandi, at kommunan
eigur rúman likviditet, so
sleppast kann undan nýggj-
um skerjingum í umsiting-
ini, sosialu viðurskiftunum
og við ábótum á ognir.