týsdagur 13. juli 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 130 - 13. JULI 1999
tíðindablaðið
Smáli gt hjå snellubátunum:
Norðsóki er liðugur við sína kvotu og er komin heim
Tað hevur viðrað heldur vánaliga hjá snellubátunum und-
ir Íslandi seinastu tíðina. Onkur er tó liðugur við kvotuna
og er komin heim
EDVARD JOENSEN
Føroysku snellubátarnir
undir Íslandi hava ligið inni
fleiri dagar í seinastu viku
Teir flestu í Vestmanna-
oyggjunum. Í gjár vóru teir
á veg útaftur.
Veðrið hevur verið so
vánaligt í summar, at íslend-
ingar siga seg ikki vita slíkt
í áravís. Men tá roynandi
hevur verið, hevur fiski-
skapurin verið heilt hampi-
ligur.
Seinnapartin í gjár høvdu
vit samband við Báruna,
sum var á veg aftur á fiski-
leið.
Nú siga veðurmenninir
frá betri veðri alla vikuna,
frætta vii har yviri frå.
Báran hevði bert fiskað í
tríggjar dagar, áðrenn teir
noyddust inn fyri veður.
Teir høvdu avreitt eini
25.000 pund í Oyggjunum.
Upsaprísurin har yviri
liggur um góðar seks krón-
ur. Toskaprísurin er á leið
tann sami, sum hann er í
Føroyum, siga teir.
Men kongafiskaprísurin
er lægri í Íslandi, enn hann
er í Føroyum.
Tí hevði onkur bátur, sum
hevði fingið væl av konga-
fiski, valt at fara heim at
landa.
Annars eru bara einir
fimm snellubátar har yviri í
løtuni.
Nordsøki, sum hevur ver-
ið har yviri síðan seinast í
mai mánaða, kom aftur
sunnudagin.
Teir høvdi umleið 20.000
pund inni. Teir rýmdu eisini
undan veðri.
Nú teir komu heim aftur,
høvdu teir umframt sína
egnu kvotu, eisini fiska aðra
kvotu, teir høvdu keypt.
Tað hendi ein syndarlig
vanlukka í Vestmanna-
oyggjunum um vikuskiftið.
Ein av manningini á ein-
um av snellubátunum, sum
lá inni og krokaði, druknaði
í havnini.
Útlendsk veiða
undir Føroyum
Russar fiskaðu næstan alt, sum útlendingar veiddu und-
ir Fóroyum i juni
Samlaða útlendska veiðan í
føroyskum sjógvi í juni
mánaða var góð 25.000
tons.
Av hesum veiddu russar
einsamallir meira enn
22.000 tons.
Av russisku veiðuni vóru
tey 18.000 tonsini svart-
kjaftur, meðan knapt 4.000
tons vórðu veidd av
makreli.
Russar sleppa at fiska
nakað væl av makreli sum
hjáveðu til svartkjaftafiski-
skapin.
Makrelin fiska teir van-
liga summarmánaðirnar.
Eisini hava russar fiska
góð 200 tons av sild í juni
mánaða, siga tøl frá Hag-
stovuni.
Nú eru tað aðrir enn russ-
ar, sum hava fiskirættindi
undir Føroyum.
Men okkurt bendir á, at
teir ikki eru líka svangir
sum russararnir.
I øllum fórum eru tað
bara smáar nøgdir, aðrir
hava fiskað undir Føroyum
í juni.
Bretar hava fiskað góð
2.300 tons av svartkjafti, og
ES lond annars hava bara
fingið góð 300 tons av ødr-
um fiskasløgum aftrat
bretska svartkjaftinum.
Norðmenn hava fiskað
góð hálvttriðjahundrað tons
av øðrum fiski. Mest longu.
Danland
ie "11,986,
er
DanCenter
summarhus
un P11157
Noreg
summarhusi
Pers Hotel
i Gol ag 24 0
Ivikai =.
summarhusi
Hetland
Fasterhoull
Chalets úr 7 77 8
I vika i
slands
summarhusi
vid 7 daga innivist
á hotelli
í dupultkamari
Edda
Hotellini
Siglt verður annan vegin
Sigl & Flúgo ses
Torshavi » -
Hanstholm
og ge
- Vågar
Å ib,
SMYRIL LINE
Tel 31 59 00
9.431,
fyri hl