Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juli 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið -Handverkarar fáa nú meiri løn, hóast tað ikki stendur í sáttmálanum. Meistararnir hava av sínum eintingum gjørt av at hækka lønirnar 1. oktober í år og aftur 1. oktober næsta ár Lønin verður hækkað fyri at bjarga vinnuni Handverkaralønirnar hækka bæði 1. oktober í år, og aftur næsta ár, hóast tað ikki stendur í sáttmálanum AK! BERTHOLDSEN Tá ið tað regnar á arbeiðar- aran, dryppar á handverk- aran Hetta mugu handverkarar kring landið nú ásanna. Ti nú fáa eisini teir meiri í løn Foroya Handverksmeist- arafelag hevur gjørt av at hækka lønina hjá handverk- arum bæði 1. oktober i ár og aftur 1. oktober næsta ár. Vilhelm Johannesen, for- maður í Foroya Handverks- meistarafelag. sigur, at hetta verður gjørt. hóast sáttmálin við handverkararnar ikki gongur út enn I 1997 gjørdu meistarar- nir og Føroya Handverkara- felag annars ein fýra ára sáttmála og hann gongur ikki út fyrrenn 1. oktober 2001. Og Vilhelm Johannesen leggur dent á, at hóast lønin hækkar, verður ikki talan um at broyta sáttmálan - Sáttmálin verður ikki rørdur fyrrenn í 2001. At vit hækka lønirnar nú, skal skiljast sum eitt einvegis til- tak hjá meistarunum, sigur hann. Vinnan fer fyri bakka Vilhelm Johannesen sigur, at handverksmeistararnir hava tikið hetta stigið fyri at bjarga vinnuni. I løtuni er handverkara- lønin 86,65 kr. um tíman. 1. Oktober i år hækkar handverkaralønin upp i 90,60 kr. 1. Oktober 2000 hækkar lønin upp i 94,60 kr. um timan. Eftir såttmålanum skuldi lønin hjå handverkarum hækka 50 oyru, uppí 87,15. Sostatt fáa handverkarar 3,15 meiri í lønarhækking 1. oktober í år, enn teir áttu at fingið eftir sáttmálanum. 1. oktober 2000, skulu handverkaralønin hækka 87 oyru afturat, upp i 88,02. Men ístaðin hækkar hon, sum nevnt, uppá 94,60. Tvs at hon hækkar 6,58 meiri enn hon åtti eftir såttmålan- um. — Vit gjørdu hetta, tí at nú arbeidarafeløgini fingu so góðan sáttmála, er munurin á eini abreidaraløn og eini handverkaraløn tornaður so nógv, at vit hildu, at eingin fór at tíma at brúka fýra ár uppá eina læru, um lønar- munurin ikki er stórri. Vilhelm M. Johannesen sigur, at munurin á eini handverkaraløn og eini ar- beidaraløn hevur ligið um 13%. — Men høvdu vit onki gjørt, hevði munurin 1. mai næsta år ikki verid meiri enn 4%. — Og tad halda vit er so mikið lítið, at vandi er fyri, at tað verður ongin áhugi fyri handverki, um munurin á lønini ikki er stórri enn NR. 130 - 13. JULI 1999 20. juli AK! BERTHOLDSEN Allir suðuroyningar við áhuga fyri list kunnu gleða seg til týsdagin í næstu viku Tí hendan týsdagin, 20 jul, letur nýggjur lista- skáli upp í Suðuroy. Tað er Palli Julsgart á Tvøroyri, sum hevur gjørt listaskála í kjallaranum í húsum sínum á Tangan- um á Tvøroyri. Hann hevur arbeitt leingi við hugskotinum og nú er tað loksins kom- ið so langt, at tað er klárt at lata dyrnar upp. Nýggi listaskålin hevur fingið navnið Oyggin. Og dyrnar í Oynni verða lætnar upp á fyrsta sinni týsdagin klokkan 16. Opið verður týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag frá kl. 16-19. Leygardag og sunnu- dag verður opið frá kl. 14- 18. Átta framsýnarar Á teirri fyrstu framsýn- | | Listaskáli letur - nú upp í Suðuroy — Tann fyrsta framsýningin í listaskálanum Oynni, letur upp ingini í nýggja listaskål- | anum vera ikki færi enn. | átta framsýnarar. | Hanna Bjartalíð, Palle | Julsgart, Ossur Mohr og Kári Svensson fara at sýna fram oljumálningar. Anna Seppala og Jóna Rasmussen hava grafisk verk at vísa fram. Rannvá Mortensen hevur oljumálningar og akryl. Og at enda skal nevnast, at Bárður Ják- upsson hevur litografi. Samkoma fyri inn- bodnum Annars verður nýggi listaskálin alment tikin í nýtslu seinnapartin sunnudagin, tá ið ein lítin samkoma verður fyri innbodnum fyri at hátíð- arhalda henda merkis- dagin fyri listina í Suð- uroynni Á samkomuni fer sangkór úr Vági og av Tvøroyri at syngja. Eisini fer Eyðun Nol- søe at spæla og syngja og Jóannes Nielsen fer at lesa upp. so. — Handverkið hevur onga framtíð, um tað at standa fýra ár í læru, ikki skal geva meiri enn 4% afturat í løn enn tað, ein ólærdur fær. Formaðurin í handverks- meistarafelagnum sigur, at eftir sjålvbodnu lønarhækk- ingina verður munurin uppá eini 13% å eini handverk- araløn og eini arbeidaraløn at kalla varðveittur. — Tað hevur altíð ligið í luftini ímillum meistararnar og handverkarar, at lønar- munurin á einum handverk- ara og einum arbeiðara eig- ur at verða um 13%. — Men fýra ára sáttmálin, vit gjørdu í 1997 varð gjørd- ur undir heilt ødrvisi for- treytum, tí tá var tað ongin sum droymdi um, at arbeið- aralønin skuldi fara at hækka so nógv, sum hon gjørdi í samráðingunum hesuferð. — Men av ti, at vit gjørdu ein fýra ára sáttmála, var tað óformliga avtalað, at um nakað munandi hendi, vóru vit sinnaðir at endurskoða viðurskiftini í sáttmálanum. — Tá høvdu vit væntað, at vit skuldu brúka hesi fýra árini til at fáa vinnuna á fótur aftur aftaná kreppuna. — Og tað hava vit so valt at gera, nú allar aðrar lønir hækaðu so nógv, fyri at allir partar kunnu vera rímiliga væl nøgdir, sigur Vilhelm M. Johannesen. Handverkarar vilja heldur hava ein nyggjan såttmåla — Vit skulu til botns í spurningin um tað ber til at gera ein sáttmála uppa hálsin á einum felag, sum frammanundan hevur boðað frá, at tað ikki vil vera umfatað av honum AKI BERTHOLDSEN —Tå ið arbeiðsgevarar av sínum eintingum bjóða mótpartinum meiri í løn, átti tað at sagt eitt sindur Eyðfinn Petersen, for- maður í Havnar Handverk- arafelag hevur ikki stór- vegis viðmerkingar til at meistararnir nú bjóða hand- verkarum meiri í løn. Men hann heldur, at tað er nokk so hugvekjandi, at meistararnir av sínum ein- tingum bjóða handverkar- um meiri í løn. — Hetta kann ikki merkja annað enn ein ásannan av tí, sum vit hava sagt alla tíðina: At fýra ára sáttmálin frá 1997 var heilt burturvið. Eftir tí sáttmálanum skuldi lónin ikki hækka upp í meiri enn 88,02 kr. um tíman tá ið sáttmálaskeiðið varð endað. — Nú hava so sjálvt meist- ararnir ásanna, at sáttmálin var burturur úr vón og viti. — Men tá ið teir hava á- sanna tað, kundu tað eins- væl verið felt niður í ein nýggjan sáttmála. Eyðfinn Petersen sigur, at tað er onki skil í at tvíhalda um, at sáttmálin var rættur, samstundis sum gerðirnar vísa, at tað verður ásannað, at tað var skeivt. Hann sigur, at endamálið við hesum sáttmálanum var, at tað skuldi fáast trygg við- urskiftini í handverkara- vinnuni. Men royndirnar hava víst, at sáttmálin hevur skapt alt annað enn tryggleika. Hann hevur tvørturim6ti elvt til ótryggleika so tað munar, tí størsta handverkarafelag í landinum hevur ongantíð viðurkent hann. Og Havnar Handverkara- felag sigur, at felagið vil framvegis hava nýggjan sáttmála. Vit halda, at vit hava krav uppá at fáa ein nýggjan sáttmála, tí vit fingu ikki rætt at samráðast. -Størsta handverkarafel- agið slapp ikki við í sam- ráðingarnar um sáttmálan. Og vit boðaðu framm- anundan frå, at vit vildu ikki verða umfatað av honum. — Ti vilja vit framvegis hava nýggjan sáttmála. Eyðfinn Petersen sigur, at í Havnar Handverkarafelag vilja tey til botns í spurning- inum um tað ber til at gera sáttmála uppá nakkan á ein- um felag, sum framman- undan boðar frá, at tað vil ikki vita av honum. Hann sigur, at málið gongur sína gongd, um enn at myllan melur seint. Men vit gera alt fyri at loysa málið í sátt og semju, sigur Eyðfinn Petersen.