Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 131 - 14. JULI 1999 tíðindablaðið Næmingatalið eigur ikki at fara upp um 24 - Tað er altíð óheppið, at næmingatalið í flokkunum fer upp um 24, men eg kann ikki lova Fóroya Lærarafelag annað enn eina orðing, sum sigur, at miðað eigur at verða ímóti, at talið ikki fer uppum, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður TurIÐ KJØLBRO Hvussu stórt talið á næm- ingum í hvørjum flokki sær skal vera í føroysku skúl- unum, er eitt afturvendandi vandamál. Yrkisfelagið hjá HF- og studentaskúlalærar- unum var í einum drúgvum verkfalli í fjór orsakað av, at harraboð vóru komin úr Tinganesi um, at næminga- talið í einum miðnáms- flokki skuldi hækkast meiri enn lærararnir hildu verða ráðiligt. Og í sáttmálasam- ráðingunum hesa ferð varð hesin spurningurin aftur á borðinum. Føroya Lærarafelag hev- ur fylgt væl vid, hvussu gingist hevur Yrkisfelag- num hesum vidvikjandi. So skjótt sum stríðið hjá Yrkis- felagnum var av á hesum sinni, sendi Føroya Lærara- felag skriv til landsstýris- mannin í undirvísingarmál- um, har heitt varð á hann at leggja lógaruppskot fyri Løgtingid um broyting í grein 20 í Løgtingslég um fólkaskúlan. Í hesi grein stendur, at næmingatalið í grundskúl- ans flokkum eigur vanliga ikki at fara upp um 24 við skúlaársbyrjan. Føroya Lærarafelag vil hava grein- ina broytta til, at næminga- talið í øllum flokkum fólka- skúlans skal ikki fara upp um 24. - Yrkisfelagið hevur ikki fingið lovað, at næminga- talið ongantíð skal fara upp um 24, men hinvegin, at miðað verður ímóti, at tað ikki skal uppum. Tað er al- tíð óheppið, at næminga- talið fer upp um 24 í hvørj- um flokki, lærarin missir yvirlitið og tað er sera trup- ult at undirvísa í ov stórum flokkum. Hinvegin er held- ur ikki so heppið, at flokk- urin er ov lítil, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingarmálum. Hvat ætlar tú tær at gera við áheitanina frá Lærara- felagnum? - Eg eri púra samdur við formanninum í Føroya Lær- arafelag um, at næminga- talið ongantíð eigur at fara upp um 24, men eg kann ikki lova teimum eina orð- ing, sum sigur, at talið ong- antíð skal uppum, men heldur sum hjá Yrkisfelag- num, at miðað eigur at verð- a ímóti, at talið ikki fer upp- um. Tað er trupult at verða so konsekventur, at talið ikki kann fara upp um 24, tí vit vita, at ein flokkur kostar rættiliga nógv, sigur Signar á Brúnni. Reglan í fólkaskúlalógini um, at næmingatalið í flokkunum kann fara upp um 24. varð broytt í kreppu- árunum. Bert uml. triðingurin av teimum fólkum, sum starvast á dag- og serstovnum kring TuRrIÐ KJØLBRO Síðani 1992, tá 10 Føroya Læraraskúli fór undir peda- gogútbúgvingina, eru nógv- ir pedagogar ella nåmsfrød- ingar klaktir út av Føroya Læraraskúla. Men tað nøkt- ar kortini langt frá stóra tørvin á pedagogum, sum er alla staðni i Føroyum. Dag- liga síggjast lýsingar í blød- unum, har lýst verður eftir pedagogum, men bert ein partur av hesum størvunum verður settur við útbúnum fólki. Av teimum 620 fólk- unum, ið starvast á dag- stovnum, døgnstovnum og serstovnum í Føroyum, hevur triðingurin ella 220 útbúgving sum pedagogur. Seinastu trý árini hevur Føroya Lærarafelag tikið inn ein flokk við 24 næm- ingum um árið og ein flokk- ur við umleið sama tali á næmingum verður liðugur á hvørjum ári. Men hóast stjórin á Føroya Lærara- skúla yvir fyri avvarðandi myndugleikum hevur gjørt vart við stóra tørvin á pedagogum og Pedagogfel- landið, hava pedagogútbúgving. (Savnsmynd: Jens Kristian Vang) Ikki fleiri pedagogflokkar - Eg veit, at stórur tórvur er á pedagogum, men eg vænti ikki, at fleiri pedagog- flokkar verða tiknir inn í bræði, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður agið somuleiðis hevur gjørt vart við støðuna, eru ikki útlit til, at fleiri pedagog- flokkar verða tiknir inn í bræði. - Eg veit, at stórur tørvur er á útbúnum pedagogum, men eg vænti ikki, at fleiri pedagogflokkar fara at verða tiknir inn. Tað er av- markað, hvussu nógvur peningur er tøkur á fíggj- arlógini. Øll hava ynski og øll vilja hava meiri, men vit mugu ansa eftir at seta ov nógv í gongd, tí tað kostar. Verða fleiri flokkar tiknir inn tað eina árið, stendur kravið við árið eftir, sigur Signar á Brúnni. Á hvørjum ári søkja hóp- in av fólki um at sleppa und- ir pedagogútbúgvingina. Talið á umsøkjarum er nógvar ferðir stórri enn skúlin megnar at taka inn. Umframt leita nógv sær til Danmarkar at fáa útbúgv- ing. Á summum lærustovn- um er eitt rættiliga fitt tal av føroyingum. Hanus Joensen, stjóri i Tórshavnar kommunuskúla, hevur umboðað Føroyar á ráðsteynuni í farnu viku Arbeiðs- umstødurnar svara ikki til menningar- tilgongdina - Myndugleikarnir mugu ásanna, at korini hjá skúlaleiðslunum ikki eru í samljóði við krøvini, sum verða sett skúlunum. Hetta mugu myndugleikarnir taka avleiðing- arnar av, siga seks norðurlendskir skúlastjórar í eini felagsniður- stóðu Turi KJØLBRO Í farnu viku stevndu skúlastjórar úr Danmark, Finnlandi, Føroyum., Íslandi, Noregi og Svøriki á skúlastjóraráðstevnu í Húsavík saman við norð- urlendsku leiðslufelags- skapunum í lærarafeløg- unum i hesum londum. I eini felags nidurstødu siga skúlastjórarnir, at ein vælvirkandi útbúgvingar- skipan er sera umráðandi í framtíðini. Norðurlond eiga framhaldandi at gera seg galdandi á hesum øki. Í arbeiðinum at menna skúlan eiga skúlastjórar- nir ein avgerandi leiklut. Felags fyri Norðurlond er, at arbeidsstødan hjá skúlastjóranum er broytt munandi upp ígjógnum nítiárini. Nýggjar skúla- lógir og økt spjaðing hava ført við sær nýggjar ar- beiðsuppgávur, bæði nåmsfrødiligar og umsit- ingarligar. Krøv og vænt- anir frå myndugleikum og umhvørvi til skjal- prógvan, skúla- og góðskumenning, verða framhaldandi økt. A- byrgdina fyri eini posi- tivari menning eigur skúlastjórin. Tey seks norðurlend- sku skúlastjóraumboðini, sum hava undirskrivað felagsnidurstøduna, siga seg vera tilvitað um og til reiðar til at taka hesa ábyrgdina. Men stóru trupulleikarnir við at manna skúlastjórastørv- ini í øllum Norður- londum, vísa týðiliga. at arbeidsumstødurnar hjá skúlastjórunum ikki svara til menningar- tilgongdina sum skúlin er i. Ti er alneyðugt at bóta um hesi viðurskifti. Tørv- ur er á bæði øktari leiðslutíð í skúlanum, eini bøttari umsiting, neydugari før- leikamenning, og einum arbeidsgevara, sum studl- ar skúlastjórunum. Myndugleikarnir seta krøv til skúlastjórarnar, og tað við røttum. - Vit seta nú krøv til myndugleikarnar = um virðing fyri okkara ar- beidsumhvørvi. Mynd- ugleikarnir mugu ásanna, at korini hjá skúlaleiðsl- unum ikki eru í samljóði við krøvini, sum verða sett okkum. Hetta mugu myndugleikarnir taka av- leiðingarnar av, síga teir