Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juli 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið Allan Jones frá Texaco í Aberdeen: Plass fyri tveimum oljuutgerdarhavnum Hvor sigur, at tað ikki kunnu vera tvær oljuútgerðarhavnir i Føroyum, ein í Suðuroynni, sum hev- ur ávísar uppgávur at rókja, og ein onnur í miðsteðarókinum, ið hevur uppaftur aðrar uppgávur sigur Allan Jones frá Texaco, sum júst hevur vitjað kring landið fyri at hyggja eftir umstóðunum JAN MULLER JENS K VANG Tad at bretar og føroyingar hava gjørt semju um markið millum londini skuldi fáa nógv stórri åvirkan enn kanska mong høvdu imynd- að sær. Við markinum kenna oljufeløgini seg nú meira trygg við, at okkurt fer at henda her, og í hesum sambandi royna tey eisini at kunna seg við oll hugs- andi viðurskifti eitt nú um- støðurnar til oljuútgerðar- NR. 135 - 20. JULI 1999 [ff —————————————————————————————————————————————————————————————————————————————————/"/ | ——TIIIITVEXA——iiiidWiii havn. Herfyri vitjaðu tvey um- boð frá Texaco í Aberdeen í Føroyum fyri at kunna seg. — Vit komu til Føroyar fyri at hyggja eftir einum oljubasa og at vita, hver infrastrukturur finst í landi- num, nú tá ein tænastuídn- aður skal fara í gongd. Vit hava havt eygu við heilsøl- um, skipasmeklarum osfr. Alt tað, sum brúk er fyri í eini tænastuvinnu hjá olju- vinnuni. Og her hava vit ikki minst hugt eftir støduni við brennievni og vatni og eitt stað, har tað er djúpt vatn og har tú trygt kanst ankra. Rætt og slætt hava vit hugt eftir eftir eini Vitjað varð eisini á Sandvíkarhjalla, har risastóra hóllin hjá Skipasmiðjuni stendur tóm og bíðar eftir frálanduvinnuni Gunnvør Balle, verkætlan arstjóri fyri offshorevirk semið hjá Tórshavnar Skipasmiðju saman við Poul Mohr, stjóra og Allan Jones og Sean Hvlan frá tryggari havn tl stóru supplyskipini sigur Allan Jones, sum ikki er ein og hvor í bransjuni. Hann hev ur stóran part av lívi sínum arbeitt við júst hesum spurningum í skotsku olju vinnuni. Uppá fyrispurning um tað er tíð til at kanna hetta sigur Allan Jones, at teir sum fel ag hava brúk fyri at hava innlit í hesi viðurskifti longu nú. Hann roknar tó ikki við, at eitt felag sum Texaco fer at arbeiða út frá Føroyum fyrr enn í ár 2001. Hann vísir eisini á, at tað er ikki lætt at fáa boripallar til djúpt vatn sum við Føroyar. Tað eru sera fáir av slíkum slag. Teir tríggjar dagarnar teir vóru í Føroyum vitjaðu teir Tórshavnar havn, havnina á Sundi og síðani á tveimum plássum í Suðuroynni. Teir høvdu ikki stundir at vitja í Runavík, sum eisini bjóðar seg fram sum oljuút- gerðarhavn. Men hann ætlar at vitja har, tá hann kemur aftur til Føroyar seinni í ár. Í sambandi við vitjaninar í teimum ymsu havnunum vildu fólkini frá Texaco eis- ini síggja, hvussu umstød- urnar eru bæði á flogvøll- inum í Vágum og á tyrlu- pallunum kring landið. Teir hittu m.a. Magna Arge, stjóra á Atlantic Airways men ikki flogvallarovastan. Tað verður næstu ferð. Umframt at hyggja eftir sjálvandi havnini á Sundi var eisini høvi at støkka inn á gólvið í stóru høllini hjá Tórshavnar = Skipasmiðju uppi á Sandvíkghjalla. Tað eru nøkur ár síðani, at Poul Mohr keypti hesa eftir før- oyskum viðurskiftum risa- stóru høllina m.a. við eini komandi oljuvinnu fyri eyg- að. Allan Jones sigur, at hús- ið er sera væl egnað til at hýsa oljuútgerð av yms-um slag. At bygningurin liggur nakað frá sjónum heldur Allan Jones ikki nýtist at vera nakar trupulleiki. Í hesum sambandi ger hann vart við, at teir eru komnir til Føroyar - ikki fyri at velja út eitt ávíst pláss sum teirra oljuútgerðarhavn - men fyri at síggja øll hósk- andi pláss í landinum og út frá tí teir síggja at gera sínar egnu metingar. Pláss fyri tveimum oljubasum Allan Jones sigur seg hava skilt av vitjan síni, at før- oyingar longu nú ganga út frá, at tað verður bert ein basi í Føroyum. Eg vil heldur skjóta