mikudagur 21. juli 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ke,
%
Re
seg
NR. 136 - 21. JULI 1999
Viðmerking:
tíðindablaðið
Um Bibliutulking
Kann man meina tað mótsatta
av nøkrun, sum stendur klárt
og týðiliga í einum teksti, og
tó siga seg vera samdan við
tekstin? Bíblian er ein tekstur.
sum er tulkaður nógv gjógnum
tíðirnar. Ofta verður tosa um 2
høvudsmåtar at tulka bíbliuna
uppá (hóast tað eru fleiri)
Tveir mátar at
tulka bíbliuna up
Tað eru tey »humanu«
»fittu«, sum eitt nú meina, at
kvinnur kunnu vera prestar, og
at homosexualitetur er í lagi í
einum kristnum samanhangi,
hóast tað mótsatta stendur klárt
í bíbliuni. Og siga at helviti
ikki er til, hóast tað stendur í
evangelinum hjá Matteus kap
13, v. 41-42, at
»Menniskjusonurin… Skal
kasta tey í eldovnin; har skal
verða grátur og tannagrísl.< ..
Eru tey »humanu« og »fittu«
so í veruleikanum eitt slag av
húklarum, ið ikki tora ella vilja
siga sannleikan?
Hetta siga ofta tey, sum eru
frelst, og siga seg uppfata
bíbliuna bókstaviligt og meta
hana vera >fullkomna orð
Guds<. Og man freistast til at
gera teimum rætt. Ja, hvussu
kann man anars tulka orðini í
fyrra korintbrævið 11 kap. 3
vers: »Men eg vil, at tit skulu
vita at Kristus er høvur hvørs
mana; men høvur konurnar er
maðurin og høvur Krists er
Guð.< Og víðari í 14 kap. Vers
34-35: „Eins og í øllum
kirkjuliðunum hjá hinum
heilagu, skulu konur tykkara
tiga í í kirkjusamkomunum: ti at
tað er ikki teimum loyvt at
tala, men tær skulu vera undir
undirbrotligar, soleiðis sum
lógin eisini sigur. Mwn vilja
tær læra okkurt, tá skulu tær
spyrja sínar egnu menn heima;
tí at tað er 6sømd fyri konu at
tala í kirkjusamkomu.« Er
hetta ikki greið tala? Hvat
stendur her at kvinnan er høvdi
hjá mannium ella... Og kunnu
kvinnur tala sambært
tekstinum ella ikki? Er tað
ringt at skilja?... Men
allíkavæl, er tað omkur, sum
meinar tað mótsatta og er
annars samd/ur við tekstin og
rópa undamentalistar, dog-
matikarar, fanatikarar osv.
aftur ímóti hesum frelstu, sum
siga tað í teksturin sigur.
Ístaðin fyri at taka eina greiða
stóðu, rennur man sum hundur
um heitan greyt. Undarligt ikki
at taka ein konsekvens av
tekstinum. Eingin
kvinnufrígering kemur av at
kvinnur kunnu blíva prestar.
Og út frá teirri >fundament-
alististisku« bíbluuppfatan vera
mørk sett og harðir dómar
feldir. Og hevur man síni ting í
ordan, er tað fyri mær í lagi at
fella harðar dómar høgga við
svødinum móti húklinum. Men
ein kann við røttum spyrja,
taka tey bibliuna bókstav fyri
bókstav, hesi frelstu, sum siga
seg gera tað og trúgva á hana
og liva eftir henni? Liva ey
upp til síni krøv? Hesir
Bólkarnir sum frelsa og hava
frían vitnisburð, tungutalu,
gróða við hándsáleggilsi og
bøn og ørðum. Hesi sum siga
seg lata andan virka.
Allar hesar protestantisku
sektinar sum t.d. Bróðrasam-
koman, hvítusunnusamkomur,
frelsunarherurin, heimamissión
osv. Fyri at taka bíbluna bók-
stavligt, kann man jú ikki bara
taka eitt petti úr og so lata sum
um hitt ikki er til,sum tey
»humanu« og »fittu« vera
»åkærd« fyri at gera. Man
kann ikki siga seg trúgva á
himmalin og so siga, at helviti
ikki er til, tí tað er ov ræðuligt
Og at tað er órættvísit at
blakað fólk í helviti? Hetta
hevur m.a. eitt kjak millum
John Johannesen og Sonna
Jacobsen snúð seg um
Ella at loyva kvinniligum
prestum, hóast tað stendur í
bibliuni, at hetta ikki kann
góðtakast. Ella giftast við
fråskildum, ti »hvør tann sum
giftist vid fråskildari konu,
drivur hor« (Matteus 5. Kap,
v.32) Hetta klandrast man m.a
um í fólkakirkjuni. Og
klandri er fylgt við merkilliga
stórari interessu bæði í
fjømidlum og aðrastaðni
Hvussu blívur
man frelstur?
Men eftir stendur spurnigurin,
hvussu blívur man frelstur
sambært bíbliuni? Tað skuldi
annars veri nógvastaðni, at
man fekk svar upá tann
spurningin. Vit lesa í
Lukasevangeliiðnum 18
kap. Vera 18 til 22 har ein ríkur
maður kemur til Jesus og spyr:
Góði meistari, hvat skal eg
gera fyri at fáa ævigt lív? Men
Jesus segði við hann: >Hví
kallar tú meg góðan? Eingin er
góður uttan ein,tað er
Guð.Boðini kennir tú: Tú mást
ikki dríva hor; tú mást ikki
stjala; tú mást ikki siga rangan
vitnisburð; æra móðir tina«.
Men hann segði; >Alt havi eg
hildið frå barnaárum mínum.“
Men tá Jesus hoyrdi hetta
segði hann við hann: Eitt
væntar tær enn. Sel alla ogn
tína og skift hana millum teirra
fátæku, tá skalt tú hava dýran
grip í himmalinum og kom so
og fylg mær.« Men tå hann
hoyrdi hetta var hann heilt
tungur i huga, tf at hann var
ógvuliga ríkur. Men tå Jesus sá
tað á honum, Segði hann:
„Hvussu torført er hjá teimum
sum eiga rikidømi at koma inn
í Guðs ríki! Tí at tað er lættari
hjá einum kameli at fara í
gjøgnum nålareyga enn hjá
einum ríkum at koma inn í
Guðs riki«
Og lesur man t.d. Apostla-
søguna 4 kap. Vers 32 til 35
stendur soleiðis har: Men allur
flokkurin av teimum, sum tíki
høvdu við trúgv, hevði eitt
hjarta og eina sál, og ikki ein
teirra segði nakað vera sítt av
tí hann átti, men alt var
samogn hjá teimum. Og við
miklari kraft bóru apostlarnir
vitni um Harrans Jesu Krists
uppreisn, og stór náði var yvir
teimum øllum. Tí at ikkiheldur
var nakað tørvandi millum
teirra, tí at allir, sum áttu jørð
ella hús seldu tey og komu við
peningavirðinum fyri tað sum
teir høvdu selt, og løgdu tað
fyri føturnar á apostlinum og
tað var sundurbytt til ein og
hvønn, eftir sum honum var
tørvur á. Um Ananias sum
snýtti, og leyg, mælti Pætur:
>Ananias, hví hevur Sátan fylt
hjarta títt, so at tú hevur logið
fyri hinum heilaga anda og
hevur tíki burturav peninga-
virðinum fyri jórðina? Var hon
ikki tín, meðan hon var í tíni
ogn og hevur tú ikki ræði á
søluvirdinum? Hví hevur tú í
hjarta tínum sett tær hesa gerð
fyri? Tú hevur ikki logið fyri
menniskjum men fyri Guði<.
Sum sæst,so vóru orðini av
Jesu munni, um at selja sína
ogn, tíkin seriøst og
bókstaviligt av teimum fyrstu
kristnu.
Hevur so nakar av hesum
>fundamentalistinum,< tikið
hesi orð alvorligt? Mangan
hevur man hoyrt feitar prestar
við góðari løn staði og forklåra
aftur og fram um hetta við
sínum undarliga og eyðkenda
tónalag. Hesir menn (og
kvinnur) sum ríka seg upp
uppá líðingina og deyðan hjá
einum fátókum manni, ið bað
sínar apostlar um at selja sína
ogn. Men teir eru so
»humanistiskir« og »fittir«.
Teimum nýtist ikki taka bibli-
utekstin so bókstaviliga.
Og mangan hevur man hoyrt
missionerar í fínum og reinum
klædningi, og sum siga seg
taka bíbliuna bókstaviligt, og
eru »fundamentalistar«. Men
teir taka ikki hetta uppå
tunguna. Hevur reidarin,
handilsmadurin ella
vinnulívsmaðurin, ið er trúgv-
andi og hevur Jesus í hjart-
anum og aktivur kristin, eitt nú
baptist, gjørt hetta? Ella er tað
nakar av teimum, sum, hevur
selt sínar ognir, givi virðini frå
søluni og lagt tað fyri føturnar
á apostlinum?
Eingin av teimum hevur selt
sína ogn og hevur býtt sína
ogn við tey fátóku. Hvussu
kunnu teir tá eiga dýran grip í
Himli og lova ørðum tað
sama? Og hvussu kunnu teir,
tá teir ikki eiga dýran grip í
himli, lova øðrum æviga
revsing í helviti? Kann man
taka orðini um kvinnuna sum
skal tiga og helvitis revsing
sum >Guðs fulkomna orð<,
men ikki hesi? Og um
>fundamentalistarnir< kunnu
framhevja tað teir hava hug til,
kunnu >húklararnir og >tey
humanu« ikki á sama hátt gera
tað? Er alt í samogn hjá
teimum, sum siga seg trúgva
bókstavliga á alt í Bíbliuni ?
Og um tað ikki er tað, hví
hava tey so loyvi til at taka sítt
burtur úr og ikki gera eftir
hasum, men partú eftir hesum
og siga við onnur hvat tey
kunnu gera? Eitt nú Sonni
Jacobsen og Anja Hansen siga
seg í bløðunum at vera
trúgvandi og síga, at Bíblian er
„fullkomna orð Guds<. I kjaki
við John Johannesen hevur
Sonni Jacobsen sagt, at tá John
kallar Guð barnamordara,
diktator 0.a.so sigur Sonni at at
John tosar um Ein, sum hann
ikki kennir. Men hví skuldi
nakar ið sigur seg kenna Guð,
(og er limur ådurnevndu
trúðarbólkum) í veruleikanum
kent Guð? Kenna tey Hann
sum sigur: Sel alla ogn tína og
skift hana millum teirra fátæku
og tá skalt tú hava dýran grip í
Himmalinum og kom so og
fylg mær. (L ukas kap.18,22
vers). Ella >Um onkur kemur
til mín og íkki hatar faðir sín
og konu og børn og bróður og
systrar, ja sína egnu sål við
kann hann ikki vera
lærusveinur min.Tann sum ikki
ber kross sín og fylgir mær
eftir, kann ikki vera
lærusveinur mín.
(Lukasevangeliið 14 kap.
V.26-27) Hesi sum ikki taka
„fullkomna orð Guðs< fyri
fult.
Guðs kærleiki
Limirnir í eini samkomu,
fylgja, teimum boðum,reglum
og normum,sum samkoman
setir. Og sigur hon ikki, at alt
skal vera i samogn, hvi skuldi
nakar tå selt ogn sina? Og
millum hierarki og kontroll, er
tað ein dy namikkur ið fær
samkomuna at fungera og tað
er næstrakærleikin millum
limirnar. Og tað er í
veruleikanum tann kærleikin,
ið tosa verður um, tá frelst fólk
siga seg kenna Guðs kærleika,
sum eitt nú tá Sonni Jacobsen
sigur, at hann >bara hevur kent
Gud sum ein kærleiksfullan
faðir.< Sum sæst av omanfyri
nevnda hevur hesin kærleiki
frá >Faðirinum<, sum tey
flestu kenna, ikki nógv við
bíbliutekstin at gera
Av frugtum teirra skulu tit
kenna teir. Og ikki kann sigast
annað, enn at salti hevur mist
sína kraft.Ella sum ein danskur
rithøvundi, tók til einaferð (um
foikakirkjuna, men kundi verði
sagt um allar hinar.), >Jeg kan
dog blive præst. Præst í denne
kirke? Jeg ville heller være
rovmorder. Thi for denne synd
ved jeg dog, der findes
tilgivelse<. Amen.
Jóannes á Stykki
EL — —
Útvarps- og
sjónvarpsskráir
Í summar verður verða skráirnar
avmarkaðar til UF, SVF og TV3
| JP
Mikudagur 21. juli
6.30 Tíðindi
6.35 Góðan Mogun Føroyar
Bjørg Brend og Jákup
Sorensen leggja til rættis
7.00 Tíðindi
7.03 Morgunlestur
Harry Hansen á Toftum lesur.
7.15 Góðan Mogun Føroyar
7.30 Tíðindi
7.35 Góðan Mogun Foroyar
8.00 Tíðindi
8.05 Góðan Mogun Føroyar
9.00 Tíðindi
9.05 Morgunlestur (e)
9.15 Dagsins tónar
9.30 Norðuratlantiska byggjan
í Keypmannahavn
10.00 Tíðindi
10.05 Fimleikaløtan
Eina á Egga skipa fyri.
10.10 Kvøduljémar til sjófólkið
11.00 Tíðindi
11.01 Í víngarðirum (e)
12.00 Veðutíðindi
12.02 Middagstónleikur
12.15 Skráin og lýsingar
12.20 Tíðindini og ítróttur
12.40 Degurðatónar
13.01 Tónatímin
14.00 Tíðindi
14.01 Nýtt og gott gamalt
Kim Hansen velur løgini
15.00 Tíðindi
15.01 Summar 99
Bjørg Brend, Theodor Olsen
og Helena Debes Højgaard
leggja til rættis
16.00 Tidindi
16.01 Summar 99
17.00 Tíðindi
17.05 Grugg
Annlis Bjarkhamar stílar fyri
18.00 Tónleikur
18.25 Skráin og lýsingar
18.30 Tíðindini
19.00 Heimurin í dag
Hilmar Jan Hansen
leggur til rættis
19.30 Taktir og tónar
20.30 A sanganna veingjum
Gunnvor Poulsen skipar fyri
21.00 Tíðindi
21.05 Studio 4
Rúni Jákupsson og Heðin
Arge stíla fyri
23.00 Tíðindi
Hósdagur 22. juli
6.30 Tíðindi
6.35 Góðan Mogun Føroyar
Bjørg Brend og Jåkup
Sørensen leggja til rættis
7.00 Tíðindi
7.03 Morgunlestur
Harry Hansen å Toftum lesur
7.15 Góðan Mogun Føroyar
7.30 Tíðindi
7.35 Góðan Mogun Føroyar
8.00 Tidindi
8.05 Góðan Mogun Føroyar
9.00 Tíðindi
9.05 Morgunlestur (e)
9.15 Dagsins tónar
9.30 Heimurin í dag (e)
10.00 Tíðindi
10.05 Fimleikaløtan
Elna & Egga skipa fyri
10.10 Lurtararnir og vit
Elis Poulsen stilar fyri
11.00 Tíðindi
11.01 Gjallarhornið(e)
Kári Sverrisson leggur til
rættis
11.30 Undir dogurða
12.00 Veðutíðindi
12.02 Middagstónleikur
12.15 Skráin og lýsingar
12.20 Tíðindini og ítróttur
12.40 Degurðatónar
VÍ
Mikudagur 21. juli
19.00 Calimero
19.30 Gásahold 1:2
20.00 Kalda kríggið:
Vietmankriggid
- ensk dokumentarroð
20.55 A ákærubonkinum
- am. aut. drama
22.25 Horvin
- donsk dokumentar
22.55 Bestu vinfólk 5:9
- bretsk roð
23.50 Millennium
00.35 Liðugt
Mikudagur 21. juli
5.01 Teknifilmur
7.15 Hvide Logne
7.40 Hvide Logne
8.10 Ricki Lake
9.00 TV-shop
10.20 Golden Girls
10.50 Days of Our Lives
11.40 Days of Our Lives
12.30 Sabrina the Teenage Witch
13.00 The Nanny
13.30 Golden Girls
14.00 Little House on the Prairie
1455 J.A.G. - Judge Advocate
General
15.50 Sjov og Spas
16.20 Ricki Lake
17.15 Skjult kamera
17.30 The Nanny
18.00 Sabrina the Teenage Witch
18.30 Sjov og Spas
19.00 Nightjohn
20.45 J.A.G.
- Judge Advocate General
21.40 Bellevue
22.10 Married With Children
22.35 La Femme Nikita
23.30 Magnum
01.15 Vanishing Son
02.10 Lidugt
Hósdagur 22. juli
5.01 Teknifilmur
7.15 Hvide Løgne
7.40 Hvide Løgne
8.10 Ricki Lake
9.00 TV-shop
10.20 Golden Girls
10.50 Days of Our Lives
11.40 Days of Our Lives
12.30 Sabrina the Teenage Witch
23
Havnar BIO
* Tlf. 311956 *
NR. I PÅ DEN
AMERIKANSKE FILMHITLIS
BRIDE OF
CHUCKY
TIL DØDEN DEM
SKILLER
Mikud.21.07. kl. 18?
Mikud.21.07. kl.23
Hósd. 22.07. kl. 18?
Hósd. 22.07. kl.23
mere: kl.18“
Hósd. 22.07. kl.18“
ULIA KOGTRTS HUGH GRANT
FA SKARIÐNI AF TR REY PA
KUN BEGRAVELSE
£ væ
Mikud.21.07. kl.20%
Hósd. 22.07. kl.20*
Mikud.21.07. kl.20%
Hósd. 22.07. kl.20%
I Ægyptens ørken lurer
en 3000 år gammel torbandelse under
sandet
Om meget kort tid vil den
blive sluppet løs
Mikud.21.07. kl.22“
Hósd. 22.07. kl.22“
——————„i"Þ
i