mikudagur 28. juli 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
|
NR. 141 - 28. JULI 1999
tíðindablaðið - UP
e-mail: emilasosialurin.fo
FM i hamarkasti og kúlustoyti
Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Frælsur ítróttur: Leygardagin skipaði deildin fyri frælsan
ítrótt fyri Fm-kapping í hamarkasti og kúlustoyti á kasti-
vøllinum við Eysturskúlan í Havn
SVEINUR TRÓNDARSON
Seinasta leygardag skipaði
deildin fyri frælsan ítrótt
fyri FM-kapping í hamar-
kasti og í kúlustoyti á kast-
ivøllinum við Eysturskúlan
í Havn. Luttókan hesaferð
var ikki so stór sum hon var
vikuskiftid frammanundan
tå klingruvarpp og spjótkast
vóru á skránni, men spenn-
ingur var kortini í.
Fyrsta kappingin var
hamarkast. Til hesa kapping
høvdu bert tvær kvinnur og
triggir mans teknað luttøku.
Sum væntað var tað Ingi-
bjørg Poulsen, sum legði
seg á odda beinanvegin.
Hon tók raman til bein-
UR LS 0
#2
ep, tE29502
SERRA! 57 11:40
bål dL MBRIRBBIEFS
BROR GRG RARE ARI ES
SILSRPOS:ERDRREFBIESS)
BARE 22653 BRUBBRET I
KER D2UERHEOBR" 8
TITYYYYTTT ØL Æ
SM
anvegin og vid einum kasti
upp á 19,90 metrar legði
hon seg á odda.
Hetta var ikki eiti á kast,
tí tað var nýtt føroyskt met
Ikki kann sigast annað
enn, at Ingibjørg hevur fing
ið vind í seglini síðani hon
fór undir at íðka frælsan ítr
ótt. Hon var við til oyggja-
leikirnar á Gotlandi fyri
stuttum og kom heim aftur
við framúrskarandi úrslit-
um.
Vónandi fer hetta at geva
øðrum kvinnum eitt skump,
soleiðis, at tær eisini koma
í gong og Ingibjørg og hin-
ar, sum í løtuni stríðast rætt-
iliga einsamallar, fáa kapp-
ing.
0 6%
Ho ORRA á 3
3.
43
Hóast fyrsta kasti var nýtt
met, so steðgaði Ingibjørg
ikki á, tí í fjórða kastinum
fekk hon hamaran út á
20,57 metrar, sum nú er
nýggja metið
Ingibjørg er samstundis
fyrsta føroyska kvinnan,
sum í hamarkasti hevur
kastað longri enn 20 metrar.
Randi Kúrberg, sum var
hin kvinnan í kappingini,
kláraði seg eisini heilt væl.
Hon kastaði hamaran 17,26
metrar, og tað er avbera
gott.
Heri suverenur
Hjá monnunum var tað ikki
tann stóri spenningurin um
hvor fór at vinna kapping-
ina.
Heri Ziska hevur tað, sum
ein fiskur í vatninum tå
hann kastar og hann av-
gjørdi longu kappingina í
sínum fyrsta kasti.
Tað fekk hann út á 45,68
metrar, og so var einki at
gera hjá brødrunum Inge-
mar og Poul Guttesen hóast
teir gjørdu sítt ítarsta.
Ingemar tryggjaði sær
annaðplássi longu í fyrsta
kastinum, sum hann fekk út
á 27.80 metrar, og tað
megnaði bróðurin Poul
einki at gera við.
Hann kastaði 26,93 metr-
ar sum tað longsta, og tað
gav honum bronsumerkið.
Tað er nú ikki so nógv at
siga til, at teir báðir ikki
skala Hera Ziska í hesi
Heri Ziska, her avmynd-
aður til Oyggjaleikir á
Gotlandi, er stinnasti
hamarkastari vit eiga.
Meiri enn 20 metrar var
hann betur enn tann
næsti
kapping. Heri hevur kastað
í nógv harrans ár, og hann
hevur teknikkin framum
nógvar aðrar sum eisini
royna seg í teimum ymsu
kastikappingunum í fræls-
um itrótti.
Venjing skal til, og tí fara
vit at vóna, at um nøkur ár
verður meiri spenningur um
úrslitið.
Enn einaferð Ingibjorg
Eftir lítlan steðg var farið
undir kúlustoyt. Her vóru 4
luttakarar hjá kvinnum og
6 luttakarar hjá monnum.
Hjá kvinnunum var tað
enn einaferð Ingibjørg Poul-
sen, sum gjørdi bart.
I fyrsta kastinum stoytti
hin kúluna 9,52 metrar - og
so var tann kappingin
avgjørd.
Men kortini var eitt sind-
ur av spenningi um hini
heidursmerkini. Christina
Mørkøre, sum hevur vant i
USA, kappaðist móti Randi
Kúrberg og Jensiu Lam-
hauge og tann kappingin
15
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
gjørdist heilt spennandi.
Serliga vóru tað Christina
og Randi sum togaðust,
men kappingin endaði, tá
Randi í fimta umfari kastaði
7,9 metrar. Hetta kast var
tíggju sentimetrar longri
enn besta kastið hjá Christ-
inu Mørkøre, og tí mátti
Christina taka til takkar við
bronsumerkinum, meðan
Randi fór við silvrinum.
Fleir persónlig met
Kappingin í kúlustoyti hjá
monnum gjørdist eitt sindur
meira spennandi enn roknað
var við, hóast endaliga úrsl-
itið gjørdist, at Heini Hátún
vann.
Heini hevur eins og Heri
og Ingibjørg júst verið til
oyggjaleikir, og tí var vænt-
að, at tað fór at vera hann,
sum fór at vinna.
Kortini mátti hann stríð-
ast eitt sindur meiri fyri
gullinum enn hann hevði
roknað við.
Heini kastaði kúluna
12,46 metrar út, og tað er
Ingibjørg Poulsen er
klárt besti kvinnuligi
íðkarin ífrælsum ítrótti.
Um vikuskiftið vann hon
FM í hamarkasti og
kúluvarpi
besta kast hansara nakran-
tíð.
Poul Guttesen gjørdi sítt
ítarsta fyri at taka gulli frá
Heina, men hóast hann betr-
aði um sítt persónliga met
tríggjar ferðir, so var tað
ikki nóg mikið til at hótta
Heina.
Besta kasti hjá Poul var
11,94 metrar og fyri tað
kasti fekk hann silvur.
Hjalgrím Hansen gjørdist
nummar trý við einum kasti
upp á 10,29 metrar, og tað
var samstundis fyrstu ferð,
at Hjallgrím kastaði longri
enn 10 metrar.
Tá kappingarnar vóru
lidnar vóru heiðursmerkir
latin teimum trimum bestu.
Tað er Formula Xerox,
sum hevur latið heiðurs-
merkini.
Úrslit frá FM-kappingini í hamarkasti og kúlustoyti
Hamarkast
1. Ingibjørg Poulsen(FM) Bragdið 20,57 m
Bragdið 17,26 m
2. Randi Kúrberg
Kvinnur
Kúlustoyt
1. Ingibjørg Poulsen
2. Randi Kúrberg
3. Christina Mørkøre
4. Lensia Lamhauge
Bragdið 10,28 m
Bragdið 7,90 m
Tórshavn 7,80 m
Bragdið 7,13 m
FM: Føroyskt met
Hamarkast
1. Heri Ziska
2. Ingemar Guttesen
3. Poul Guttesen (PM)
PM: Persónligt met
Bragdið 48,51 m
Bragdið 27.80 m
Bragdið 26,93 m
1. Heini Hátún (PM)
2. Poul Guttesen (PM)
3. Hallgrim Hansen (PM)
4. Emil Petersen (PM)
5. Gunnleif Blásvær (PM)
6. Petur M. Johansen (PM) Kllafj
Kúlustoyt
Bragdið 12,48 m
Bragdid 11.94 m
Kllafj. 10,29 m
Kllafj. 9,21 m
9.06 m
8,32 m