hósdagur 5. august 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 145 - 5. AUGUST 1999
tíðindablaðið
7
Strandferðslan vil sleppa
Útreiðslurnar hjá Strandferðsluni eru
øktar so nógv, at neyðugt er við fleiri
inntókum, heldur stjórin, Reidar
Nónfjall
EYÐUN KLAKKSTEIN
Stendur tað til Strandferðsl-
una, skulu ferðaseðlaprísir-
nir hækkað.
- Vit hava fingið so nógv-
ar nýggjar útreiðslur, at nú
eru bara tvinnir kostir. Antin
fáa vit stórri játtan, ella
mugu vit sjálvi skaffað okk-
um fleiri inntøkur, sigur
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni.
Nýggju útreiðslurnar,
sum Reidar Nónfjall sipar
til, standast av øktum
havnagjøldum, hægri løn-
um í sambandi við almennu
sáttmálarnar og hægri
oljuprísi.
Strandferðslan hevur
roknað út, at framyvir skulu
hvort år 2,5 milliónir krónur
fleiri brúkast til havnagjøld
og 3,5 milliónir til hægri
lønir.
Haraftuat skulu nyggjar
íløgur gerast í skip framyvir.
Hesar íløgur verða játtaðar
á serligari konto á fíggjar-
lógini, men tað merkir, at
kundarnar fáa betri skip, og
tí er tað rímuligt at krevja
hægri prís fyri flutning,
Frá yvirskoti til hall á Leirviksleidin
heldur strandferðslustjórin.
Men hóast Strandferðslan
ynskir at hækka prísirnar,
verða tað ikki tey, sum taka
avgerðina um tað. Tann av-
gerðin skal takast í vinnu-
málastýrinum.
Men Strandferðslan hev-
ur vent sær til vinnumála-
stýrið, og heitt á tey um at
justera ávísar prísirnar við
tí í hyggju, at útvega Strand-
ferðsluni fleiri inntøkur.
— Tað ein politisk avgerð,
um vit skulu útvega okkum
fleiri pengar sjálvi, ella um
tað almenna skal veita okk-
um stórri játtan, sigur Reid-
ar Nónfjall.
Hugsa eisini um
kundarnar
Strandferðslustjórin heldur,
at tíðin er búgvin til at
endurskoða prísirnar hjá
Standferðsluni.
— Kostnadarstødid hækk-
ar alsamt, og tað verður dyr-
ari hjá okkum at reka
Strandferðsluna, tí haldi eg,
at nógv talar fyri, at vit
skulu hækka onkrar prísir,
sigur hann.
Ein møguleiki er flutning-
urin av akførum um føroy-
sku firðirnar.
— Vit vita væl, at tad ræd-
ur um at hava ein pris, sum
okkara kundar kunnu liva
vid, men vit skulu eisini
syrgja fyri, at fåa pengar inn
til at reka okkara farleiðir,
Siglingin hjá Strandferðsluni um Leirvíksfjórð fór frá 2,6
milliónir í yvirskoti í 1997 til 1,1 millión í halli í fjór
Tað gekk ein veg við
rakstrinum av Leirvíksleið-
ini í fjør. Skeivan veg.
Arsroknskapurin hjá
Strandfaraskip = Landsins
fyri 1998 vísir eitt hall upp
á 1,1 millión krónur á Leir-
víksleiðini. Hetta stendur í
stórar andsøgn til eitt fitt
yvirskot upp á 2,6 milliónir
í 1997.
Men sambært stjóranum
á Strandferðsluni, Reidar
Nónfjall, hevur hetta ein
einfalda frágreiðing.
— Dúgvan var í 1998
gjørd klár at sigla alt árið
um Leirviksfjørd, og tað
hevði nakrar heilt serliga
útreiðslur við sær, sigur
hann.
Dúgvan fekk nýggjan
bógskrúvumotor fyri 1,8
millión krónur, og haraftur-
at lá skipið leingi á Skála,
har ymsar umvælingar vóru
gjørdar.
Betri úrslit i år |
Hetta sæst aftur á útreiðslu-
Leirviksleidin
1997
11,597 mió. kr.
9.017 mió. kr.
Inntøkur
Utreidslur
Urslit
Bilar
Fólk
2,580 mió. kr.
1993
60.000
230.000
1998
12,345 mió kr.
13,478 mió. kr.
-1,133 mió. kr.
1997
79.228 (+15%)
264.834 (+32%)
Kelda: Årsroknskapur hjá SL og Árbók fyri Føroyar
síðuni, har tann parturin,
sum kallast „leiga, viðlíka-
hald og skattur“ (tað er her
umvælingararbeiðið varð
bókað) vaks við fleiri
milliónum í 1998. Í 1997
vóru hesar útreiðslur 1,3
milliónir krónur, meðan tær
vuksu til heilar 5,395 milli-
ónir í 1998.
Hesar útreiðslurnar á
Leirvíksleiðini vóru í 1998
nærum eins stórar, sum tær
á Suðuroyarleiðini, sum er
tann tungasta leiðin at reka.
— Vit vóru noydd at gera
Dúgvuna í stand, fyri at hon
skuldi kunna sigla um Leir-
viksfjørd alt árið. Men hetta
vóru útreiðslur, sum íkki
koma á hvørjum ári, og tí
vænta vit eitt betri úrslit aft-
ur í ár, sigur Reidar Nón-
fjall.
Ferðslan um Leirvíks-
fjørð er støðugt vaksin sein-
astu árini. Í 1993 flutti
Strandferðslan 230.000 fólk
og 60.000 bilar um Leir-
víksfjórð. | 1997 vóru
264.834 fólk og 79.228 bil-
ar flutt um Leirviksfjørd.
Tølini fyri 1998 eru ikki
klár enn, men sambært inn-
at hækka prisirnar
og tá útreiðslurnar støðugt
vaksa, so mugu eisini fleiri
inntøkur til.
Reidar Nónfjall vísur á,
at føroyski marknaðurin er
so avmarkaður, at tað er av-
markað, hvussu nógvar
fleiri kundar strandferðslan
tøkunum á Leirvíksleiðini
er aftur ein vøkstur í 1998.
I 1997 vóru inntøkurnar
11,6 milliónir, men vuksu
upp í 12,3 milliónir í 1998.
ek
kann fáa. Tí eru tað ikki
stórir møguleikar í at vaksa
nakað serligt um inntøkur-
nar gjøgnum fleiri kundar.
Strandferðslan fekk í
1998 ein samlaða játtan upp
á góðar 51 milliónir krónur
frá landskassanum.
Strandferðslan vil sleppa
at taka hægri prís fyri at
flyta akfør um foroysku
firðirnar
— Vit vóru noydd at gera Dúgvuna í stand, fyri at
hon skuldi kunna sigla um Leirviksfjørd alt árið.
Men hetta vóru útreiðslur, sum ikki koma á hvørjum
ári, og tí vænta vit eitt betri úrslit aftur í ár, sigur
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni