Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. august 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 156 - 20. AUGUST 1999 Gott fotboltsspæl rakk il fyrsta sigurin ikki t = - — % Fótbóltur: Føroyingarnir stóðu fyri betra fótbóltsspælinum, men teir megnaðu ikki at betra um íslendsku sektina fyri lítið sannførandi avrikið fyrstu fimm minuttirnar Stóri = spurningurin er, hvussu eitt sovorðið avrik skal lýsast. Føroyingar vóru lítið sannførandi fyrstu fimm minuttirnar, og tá megnaðu íslendsku gestir- nar at skora einasta málið. Sámal Joensen og Hans Fróði Hansen kendu seg noyddar at fella Þórður Guðjónsson (hann er sonur íslendska venjaran), og miðvallarin sendi frísparkið úr átjan metrum beinleiðis í málið. Verjugarðurin stóð, sum hann skuldi, men mál- verjin lat seg tóla av, at ein av íslendingunum tóktist ætla sær at skjóta við vinstra beini upp um verjugarðin. Jens Martin flutti seg eitt sindur, og so sendi Þórður í tann partin av málinum, sum málverjin skuldi verja. Hinar 85 minuttirnar vóru føroyingar leikliga omaná, og teir megnaðu at spæla seg til møguleikar, sum kundi givið mál, men tað eydnaðist ikki, og so fóru okkara menn av vellinum og áskoðararnir, sum tað hoyrdist alt ov lítið til, av Tórsvelli við kensluni av, at stóri beiggi hevði gjørt tað, sum skuldi til fyri at vinna, meðan lítli beiggi hevði stríðst og spælt væl og alíkavæl tapt. Keturnar góðar Allan Simonsen vísti í sín- um vali av uppstilling, at hann ikki metir Henning Jarnskor millum fóstu menninar longur. Alops- maðurin hjá GI plagar at vera vongverji, men sjálvt um Øssur Hansen og John Ryan, sum vóru mest upp- løgdu boðini uppá vinstra vongverjan, ikki vóru tøkir, so setti venjarin Pól Thor- steinsson, sum hann tykist hava sera stórt álit á, út í vinstra borð, meðan Allan Mørkøre má finna seg í á landsliðnum at hava meiri verjukent pláss, tí venjarin vil hava pláss fyri Sámali Joensen, Julian Johnsson og John Petersen á miðvelli- num. Pól Thorsteinson hevði við kalda vinstra beininum fyrstu løtuna trupulleikar í bæði verju— og álopspart- inum á óvanda plássinum, og tað hevði verið upplagt at latið Pól farið í mið- verjuna og Jens Kristian á vongverjan, men venjarin helt um sítt. Avgjørt stinnasti parturin av føroyska liðnum var aft- ur hesa ferð miðverjan. Oli Johannesen, Hans Fróði Hansen og Jens Kristian Hansen spældu við stórum myndugleika, og serliga lið- formaðurin var sannførandi. Tå tad gekk eitt sindur striltid hjå midvøllinum at fåa tak å samanspælinum, bjóðaði Jens Kristian seg til, og hann var arkitektur i nógvum og miðdepul í fleiri vandamiklum eitt tvey samanspælingum. Tóktust dovnir Íslendingarnir høvdu ógvu- liga nógv fólk aftarlaga á vellinum, og tað var týðu- ligt, at teir eru vanir at spæla uppá kontra. Liðformaður- in, Rúnar Kristinsson, sum í 2. hálvleiki kendi mis- nøgdina frá áskoðarunum fyri ljóta atburðin, hann hevði sýnt móti John Pet- ersen, arbeiddi nógv, og Þórður Guðjónsson var vandamikil, men heildarfat- anin av íslendska avrikinum var, at teir megnaðu illa at spæla fótbólt, og at teir sparkaðu nógv meiri, enn tað kann roknast við av ein- um liði, sum hevur staðið seg so væl móti teimum bestu í heiminum. Tað smakkar kanska ikki so væl at siga sovorðið fyri føroyingum, men tú hevði eina kenslu av, at tað tóktist torført hjá íslendingunum at vísa rætta hugburðin, og tí var talan nógv meiri um summarfótbólt fyri teir, enn tað var fyri føroyingarnar, sum so fegnir vildu vinna fyrsta sigurin á Íslandi og tískil vóru nógv meiri sann- førandi í nærdystunum og arbeiddu nógv meiri. Og so kunnu vit altíð meta um, um ikki serliga islendska avrikid fyrst og fremst komst av, at føroy- ingarnir strongdu teir, ella um tað vóru teir sjålvir, sum vóru ov dovnir. Íslendingarnir = kundu vunnið uppaftur meiri, tí fyrstu løtuna var um reppið, at teir stýrdu onkrum tvør- bóltum í málið, men teir eiga at vera meiri enn nøgd- ir við sigurin, og tað sigur eitt sindur um spælbýtið, at teir ikki fingu fyrsta horna- sparkið fyrrenn væl út í 2. hálvleik. Meguleikarnir Føroyingarnir vuksu við uppgávuni, teir mistu virð- ingina fyri mótstøðumonn- unum og harvið fjálturin, sum var á fyrstu løtuna, og tað ber bara til at gita um, hvussu tað hevði hilnast, um John Petersen ikki h. vi verið útvístur. Serliga í høgra borði royndust ålop- ini væl. Allan Mørkøre var sum altíð góður við tvør- bóltunum, og Sámal Joen- sen var sera eyðsýndur, har hann umframt at renna nógv og tetta, tá liðfelagarnir fóru framvið, eisini megnaði bæði at varðveita bóltin og at leggja fleiri góðar send- Tveir afturat á list- anum Fróði Benjaminsen hevur sístu tíðina arbeitt seg alt longri inn í landslidshåpin, og mikukvøldid slapp hann fyrstu ferð at royna seg. Hann kann bæði brúkast á miðvellinum og í ålopinum, og trettan teir síðstu min- uttirnar loysti hann Sámal Joensen av á midvøllinum, har hann fall væl inn í sam- anspælið. Rógvi Jacobsen var spild- urnýggjur í landslidsh6p- inum og fekk beinanvegin møguleikan. Tað vóru fimm minuttir farnir, tá Rógvi loysti fyri Julian Johnsson. og Rógvi tóktist ikki fjált- ursstungin, tá hann bæði taklaði sannførandi og sendi langa neyva avlevering fram á vøllin. Teir báðir lótu væl at og gleða seg til fleiri dystir. Fróði var landsliðsmaður nummar 67 og Rógvi nummar 68. jh ingar. Julian Johnsson rann og arbeiddi nógv, og Uni Arge og Todi Jónsson royndu at bjóða seg til. Onkuntíð bil- aði innanhýsis fatanin teirra millum, og tað var spell. Uni Arge var akkurát rang- staddur, tá Todi spældi hann leysan, og hevi Todi roknað eitt sindur meiri við, at diagonalbóltur frá vinstru fór at sigla omanfyri aftasta verjumannin, so hevði møguleikin verið stórur. Besta møguleikan fingu okkkara menn, tá Pól og Julian vunnu innkast í vinstru, Allan Mørkøre sendi eitt av longu inn- kastunum í brotsteigin, har John Petersen fekk fatur á, spældi stutt til Toda Jóns- son, sum staddur við bak- linjuna fimm metrar úr málinum sendi inn til Una Arge, sum tríggjar metrar úr málinum og millum tríggjar mótstúmenn akkurát ikki fekk fekk fatur á. Allan Simonsen minti í steðginum sínar menn um at halda fram við at spæla fótbólt, og tað gjørdu teir, so tað stóð eftir i. Møgu- leikarnir vóru har, og Allan Mørkøre fekk tann størsta úr ellivu metrum. Uni Arge lyfti innum verjuna, og verj- an trýsti Toda Jónsson nið- ur, men Birkir Kristinsson fekk hondina á ógvusliga skotið frá Allani Morkore. Tað kendist kanska eftir hetta, at trúgvin uppá at tað fór at bera til at fáa mál minkaði, og vit kunnu bara vóna, at málkvotan verður brúkt, tá Estland og Litava koma higar fyrst í komandi mánaða. jh