fríggjadagur 27. august 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið —
NR. 161 - 27. AUGUST 1999
Fróðskaparsetur Føroya bjóðar bachelor-útbúgving í livfrødi:
>
AR
Logvatak millum
Setrið og vinnuliv
Komandi ár verður fyrsti fóroyingurin, ið kann kalla seg bachelor í livfrødi, klaktur á F róðskapar-
setri Føroya. Talan er um eina itøkiliga útbúgving, ið sprettur úr føroyskum umhvørvi og vinnulívi
HOGNI MOHR
Fróðskaparsetur Foroya fer
mánadagin |. september
undir at útbúgva fyrstu før-
oyingarnar til bachelorar í
livfrødi
Næmingarnir verda åtta
undir heildarlestri og einir
fimm undir stakgreinalestri
Teir 8 eru allir júst loknir
við 2 ára stoðisútbúgving í
lívfróði. Til tess at ogna sær
bachelorprógvið, skulu teir
ganga eitt ár longur á Nátt-
úruvísindadeild Fróðskap-
arsetursins í Nóatúni
Í roynd og veru hevur í
fleiri ár borið til at farið
undir framhaldslestur í Før-
oyum, men fíggjarligar av-
markingar og næmingatrot
hava havt vid sær, at stød-
Isútbúgvingin hevur verið
lestrarliga endastødin í Før-
oyum. I ár eru báðar fyri-
treytir uppfyltar, og tískil
gongur nú ein gamal
dreymur út í Nóatúni.
Úr føroyskum
umhvervi |
Stødisutbugvinin i livfrødi
bjóðar grundlærugreinir,
sum t. d. evna-, stødd- og
hagfrødi, eins og læruna um
dyr og plantur. Kyknu- og
arvalæra og fysiologi eru
eisini partar av livfrødiliga
stødinum.
Framhaldslesturin er bytt-
ur i tvær lestrarhålvir, og i
teimum eru fleiri vidkom-
andi lærugreinir, ið spretta
úr okkara egna livfrødiliga
og vinnuliga umhvørvi. Tal-
an er um havfrødi, streym-
og hitaviðurskifti í føroysk-
um sjógvi og havlivfrødi,
m. a. um djóraæti, plantuæti
og fødslusøltir í sjónum. I
hesari grein verður eisini
undirvíst í tarafrødi, og tey
ið fara at standa fyri hesari
undirvísing eru Rutt Niel-
sen og Torleif Brattegaard,
ið bæði hava verið knýtt at
BIOFAR-ætlanini í Kald-
bak.
Framhaldslestur
um fisk
Fiskalivfrødi er stórur part-
ur av framhaldslestrininum
á Náttúruvísindadeildini.
Lærugreinin er býtt í tveir
partar. Fyrri parturin er um,
hvussu og og av hvørjum
fiskur fødir seg. Hin seinni
verður nevndur fiskaskipan-
arfrødi, og er sera ftøkiligur.
Greinin snyr seg um, hvørji
fiskasløg eru i føroyskum
sjógvi. Vanligt er, at føroy-
ingar geva sær far um og
kenna eini 10 - 15 heimlig
fiskasløg, men i veruleika-
num liva eini 270 sløg kring
oyggjarnar.
Nakað verður eisini at
læra um fiskavøkstur. Dent-
ur verður lagdur á toskin í
Fróðskaparsetrið byggir
brýr millum tað bókliga
og tað verkliga við nýggju
útbúgvingini
tí serliga áhugaverdu vist-
frødisskipanini á Føroya
Banka. Toskurin i hesum
øki veksur nógv skjótari enn
aðrastaðni.
Lærarar úr
vinnulivinum
Livfrødingurin, Eyðfinn
Magnussen, id hevur sam-
skipað nýggju útbúgvingina
á Náttúruvísindadeildini
sigur, at tey á Setrinum hava
lagt seg eftir at laga útbúgv-
ingina eftir tí umhvørvi vit
búgva og virka í.
— Hóast lærubøkurnar, ið
nýttar verða, eru ameri-
kanskar, og tískil bera brá
av amerikonskum viður-
skiftum, hevur tað borið væl
til at krydda undirvísingar-
ætlanina við føroyskum
dómum, sigur hann.
Hann ivast ikki i, at út-
búgvingin verður sera við-
komandi: bæði vinnuliga og
fakliga.
Fyri undirvísingini fara,
umframt fólk á Setrinum,
eisini onnur vælútbúgvin
fólk av øðrum almennum
stovnum og úr føroyskum
vinnulívi at standa. Fólk frá
fiskirannsóknarstovuni fara
at undirvisa í havlivfrødi, og
fólk frá p/f Fiskaaling og p/
Fróðskaparsetrið fer í
nýggju útbúgvingini at
hava munandi samstarv
við fóroyska vinnulívið
f Fútakletti fara at undirvísa
í fiskaaling og fóðurlæru, á
væl hægri stødi enn á fiski-
vinnuskúlunum. Lena
Leivsdóttir, ið arbeiðir á
privata stovninum, Fiska-
sjúkutænastuni, fer at
standa fyri undirvísingini í
fiskasjúkum, ið kunnu raka
alifisk.
Næmingatal
er avgrdandi
Hóast Bachelor-útbúgving-
in í livfrødi er ein endalig
útbúgving, er vanligt at fólk
fara undir víðari lestur til
tess at útbúgva seg til lív-
fróðingar; men sum er,
noyðast føroyingar út um
landaoddarnar at taka hesa
útbúgning.
Eyðfinn Magnussen held-
ur tað vera torført at gita,
um Fróðskaparsetrið fer at
kunna bjóða hesa útbúgning
seinni.
— Eg kann siga, at vit
miða ímóti tí, men tað
veldst um næmingatalið,
sigur hann.
Slóðar fyri gransking
At lívfróðisútbúgvingin í
Føroyum er so itøkilig, og
so væl lagað til Føroysk
vidurskifti fer sambært
Eyðfinni Magnussen óivað
at hava við sær øktan vinn-
uligan åhuga fyri einari før-
oyskari lívfróðisútbúgving,
ið eisini umfatar evsta fram-
haldslesturin til lívfróðing.
— Tað er gott, at tey les-
andi kunnu útbúgva seg í
einum heimligum lestrar-
umhvørvi, ið hevur orku at
taka sær væl av teimum í
mun í øðrum londum, har
100 - 200 fólk eru til fyri-
lestrarnar. Harumframt er
fakligi týdningurin sera
stórur. At vit hava møgu-
leika at samstarva við vinn-
una, og soleiðis draga vinn-
una uppí føroysku útbúgv-
ingina, ger útbúgvingina í-
tøkiliga, eins og vit harvið
kunnu slóða fyri føroyskari
gransking á økinum, sigur
Eyðfinn Magnussen.
Hann væntar at virðingin
fyri útbúnum fólki verður
stórri, tí føroysk vinnulivs-
fólk fara at duga betur at
virðismeta = útbúgvingar,
sum tey sjálvi eiga lut í, og
hava itøkiligan tørv á.
Fyri undirvísingini í teim-
um 6 høvudslærugreinu-
num í útbúgvingini fara eini
15 fólk at standa. Bróður-
parturin av hesum undir-
vísarum hava annað starv,
uttanfyri Fróðskaparsetur
Føroya.