fríggjadagur 27. august 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 161 - 27. AUGUST 1999
tíðindablaðið
Neyðugt við til-
búgvingarskipan
Eliesar Olsen, skurðlækni, heldur tað bera væl til at niðurleggja
skurðlæknavaktirnar á teimum báðum smærri sjúkrahúsunum.
Men hetta krevur eina sentrala tilbúgvingarskipan, so til ber at
fara út til øll øki, har brúk er fyri serkønari læknahjålp
JOHN JOHANNESSEN
- Eg ivist ikki i, at tað væl
ber til at rationalisera før
oyska sjúkrahúsverkið. Tað
er satt, at talan er um dup-
ultfunktiónir á teimum trim
um sjúkrahúsunum. Hetta
er eisini galdandi, tá talan
er um skurðlæknavaktirnar.
Og eftir mínum tykki er ikki
neyðugt at hava skurðlækn-
avaktir á øllum trimum
sjúkrahúsunum í senn.
Heldur er neyðugt at hava
eina góða, sentrala tilbúgv-
ingarskipan, so til ber at
flyta sjúklingar á landssjúk-
rahúsið sum skjótast, líka-
mikið hvar teir eru staddir í
landinum.
Hetta sigur Eiliesar Ol-
sen, skurðlækni. Hann vísir
á, at um hugt verður efir
heilsuverkunum í øðrum
londum, er ikki fólkatals-
grundarlag fyri at hava sjúk-
rahús í Føroyum yvirhøvur.
Sjálvsagt er tó neyðugt at
hava sjúkrahús. men sam-
bært Eliesari Olsen er ikki
neyðugt við trimum sjúk-
rahúsum í Føroyum í 1999,
nú infrastruktururin er væl
útbygdur.
— Fyrr var torført at ferð-
ast i Føroyum, og tiskil enn
torførari at flyta sjúklingar
á sjúkrahús. Tí var neyðugt
við sjúkrahúsum noðuri í
Klaskvík og suðuri á Tvor-
oyri afturat sjúkrahúsinum
í Havn. Nú er stødan ørvisi,
og tí er ikki longur neyðugt
at tvíhalda uppá hetta gamla
sjúkrahúsmodellið.
Ikki niðurleggjast
Eliesar Olsen leggur stóran
dent á, at hesar hugasnir
hansara um rationalisering
ikki merkja, at tey bæði
smærru sjúkrahúsini skulu
niðurleggjast. Tvørturim6ti
heldur hann, at sjúkrahúsini
í Klaksvík og á Tvøroyri
kunnu nýtast til at taka ein
stóran part av sjúklinga-
trýstinum frá landssjúkra-
húsinum, og sostatt betra
um tænastuna fyri hvønn
einstakan sjúkling.
Hugsanirnar hjá Eiliesari
Olsen eru nevniliga, at ym-
iskar serviðgerðir kunnu
flytast av landssjúkrahúsi-
num út til ávíkavist Klaks-
víkar Sjúkrahús og Suður-
oyar Sjúkrahús. Sostatt
kann landssjúkrahúsið, um
nóg væl verður samskipað,
virka sum akuttsjúkrahús,
har allir sjúklingar, ið krevja
bráfeingishjálp koma.
— Eg veit væl, at tað ofta
er illveður í Føroyum, og
onkur vil helst siga, at hetta
forðar fyri, at sjúklingar við
——.
re
Eliesar Olsen, skurdlækni, heldur, at um vit fåa eina væl virkandi, sentrala tilbúgving-
arskipan, ber væl til at flyta allar akkuttar sjúklingar á Landssjúkrahúsið. Síðani
kunnu hini sjúkrahúsini nýtast til ymiskar serviðgerðir
álvarsomun meini ella við
akuttari medisinskari sjúku
kunnu verða fluttir á lands-
sjúkrahúsið, men um hugt
verður statistiskt at hesum,
er møguleikin fyri, at slíkt
hendir ógvuliga lítil.
Eliesar Olsen vísir á, at
kommunulæknarnir kring
landið eru væl skikkaðir til
at taka ímóti sjúklingum og
senda teir víðari á lands-
sjúkrahúsið til viðgerðar.
Nýtist ikki vera
landssjúkrahúsið
— Nú havi eg nevnt sum
dómi, at landssjúkrahúsið
skal taka ímóti gllum brá-
feingissjúklingum. Men
møguleiki er eisini fyri at
gera tað øvugta. Tað ber
nevniliga væl til at gera
vaktarskipanina soleidis, at
vidhvørt er hon í Havn, við-
hvørt i Klaksvik og vidhvørt
i Suduroynni. Eisini ber til
at flúgva læknar ímillum
sjúkrahúsini í staðin fyri
sjúklingar.
Eliesar Olsen endar við at
vísa á, at neyðugt er at
broyta hugburð og gloyma
gamlar fordómar, tá tosað
verður um at rationalisera
føroyska sjúkrahúsverkið
og samstundis fáa tað meira
effektivt. Fyri at vísa á, at
talan er um fordómar, tá
sagt verður, at neyðugt er
at hava skurðlæknavaktir á
øllum trimum sjúkrahúsun-
um samstundis, vísir hann
á, at tað eru sjúkurnar, ið
krevja medisinskar læknar,
ið eru tær mest akuttu, og
sum sostatt krevja viðgerð
alt fyri eitt. Her meinar hann
við hjartasjúkur, lungna-
sjúkur, bl6dtøppar og annað
líknandi. Og innan hetta øk-
ið er nevniliga eingin lækni
á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Har eru bert skurðlæknar,
og hóast hetta ber væl til at
bjarga suðuroyingum við
akuttum medisinskum sjúk-
um. Hesir sjúklingar fáa
nevniliga fyrstu hjálpina frå
læknunum á staðnum og
verða síðani sendir á lands-
sjúkrahúsið.
Eliesar Olsen leggur tó
dent á, at ein sentral tilbúgv-
ingarskipan má vera klár,
áðrenn tað ber til at fara at
rationalisera føroyska sjúk-
rahúsverkið á slíkan hátt.
H
SAVIOR
— én ;
HUDEVARSLENDE omeveggiy
ENEMY OF THE STATE
ars mo
; 1
4 æra
i rar
ENEMY OF THE STATE
FREMMEDLEGIONEN
Leiga videofilmar å hesum stødum:
Statoilstødin i Gundadali tel. 314770
Statoilstødin i Kollafirdi tel. 421083
Statoilstødin i Saltangarå tel. 449133
Statoilstødin i Klaksvik tel. 457353
Statoilstødin i Sørvågi tel. 332001
Statoilstødin i Skålabotni tel. 441200
Statoilstødin i Leirvik tel. 443360
Ó STATOIL
stødirnar kring landið