Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. august 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Figging heilt niður Í 3,75% rentu fæst 0. K. HEILSØLA 2 MASKINUR 430 Hvalvík - Tlf. 422394 TI Mensendieck fimleikurin GALVANISERADIR VIDFESTISVOGNAR Eykalutir, útgerð, sala og service. Vit útvega sleipikrókar til all bilmerki! Kaj Andreasen Pf. TIf. 31 56 00 - Fax 31 80 08 fyri oll uttan mun til kyn og aldur Y98IPUSSUSYY Lýsið í " sosiali Mensendieckfimleikur - rættar skeivan kropsburð - styrkir veddarnar - fyribyrgir trupulleikum í veddum og beinagrind - ekir um kroppvitanina - betrar andalagið og blóðrenslið - upptrening aftaná sjúku/ skurð- viðgerð - fimleikur fyri barna- konur/kokuloysn - venur rættar arbeiðsrerslur 0. m. a. Fimleikurin lagaður til tann einstaka - í einatímum ella bólkum (2-3 fólk) Mensendiecklærari Malan Thomsen TIf. 315755 NR. 162 - 28. AUGUST 1999 Til mensendieck-fimleik hjá Maluni Thomsen. Til tess at rættar rørslur skulu fáa fasta- tókur á næminginum, verða tær endurtiknar uppí saman. Koyrikort til kroppin Mynd: Álvur Haraldsen Komandi viku fer Malan Thomsen í Tórshavn undir at hava frálæru í mensendieck-fimleiki. Hon hevur júst fing- ið prógv sum lærari í hesi sjálvhjálpandi fimleikagrein, og fer at virka saman við tí hiðartil einsamalla mensen- dieck-læraranum, Lív Dam Høgni Mohr Hin 43 ára gamla havna- konan, Malan Thomsen, sum seinastu mongu árini hevur starvast sum radio- grafur á røntgendeildini i Tórshavn, hevur verið í danska hgvuðsstaðnum og nomið sær útbúgving sum mensendieck-lærari. Ryggtrupulleikar høvdu við sær, at Malan Thomsen longu meðan hon var og lærdi til radiograf í Dan- mørk, fór at ganga til Men- sendieck-fimleik. Heimaft- urkomin helt hon áfram hjá Lív Dam, ið higartil hevur verið einasti føroyingur, sum hevur havt frálæru í hesi sjálvhjálpandi fimleik- agrein. Henda frálæra er far- in fram í Mensendieck-høl- unum hjå Liv f Niels Wint- hers gøtu, og tað verður í somu hølum, Malan Thom- sen fer at virka. Fyribyrgjandi fimleikur Hevur tå vånaligan krops- burð; ert tú bognaður, situr tú skeivur, ella ert tú nívdur av vøddaspenningum, "er Mensendieck-fimleikur, sambært Maluni Thomsen, rætta loysnin. — Tað, sum er serligt við Mensendieck-fimleiki, er at talan er um persónligan fim- leik, id er lagaður til hin einstaka. Tú lærir at rætta kroppin, og gera tær røttu rørslurnar við teimum røttu vøddunum. Tað eru ikki ein- ans fólk, ið hava eitthvort at dragast við, ið fáa gleði av Mensendieck. Fimleik- urin kann eisini vera fyri- byrgjandi, sigur Malan Thomsen. Endurtaka rættar rørslur Fimleikafrálæran er skipað soleiðis, at áhugaði kunnu velja at vera einsamøll við læraranum, ella í bólki við í mesta lagi tveimum gðr- um. Frálæran er persónliga, og tískil ber ikki til at hava fleri enn hesi trý inni í speg- ilskløddu venjingarhølu- num. Undir frålæruni ger lær- arin ikki sjålvur fimleik, eins og vanligt er undir t.d. aerobikk. Lærarin stendur og leidbeinir næminginum, ið venur seg við rættar rørsl- ur við at síggja seg sjálvan í spegilinum. Til tess at røttu rørslurnar av sonnum skulu fáa fastatøkur á næmingi- num, verða tær endurtiknar uppí saman, og sum frálíður er rørslumyndin partur av hugaheimi næmingsins. Tað sigst, at ein hálvur fimleikatimi um vikuna er nóg mikið at fáa kropsburð- in betraðan munandi. Ikki alternativ viðgerð Ryggtrupulleikar hava van- liga tað við sær, at fólk fara til lækna, ætla tey sær at fáa bilbukt við pínuni, ið stendst av teimum. Men Malan Thomsen sigur, at ofta er vánaligur kropsburð- ur orsøkin til ryggtrupul- leikar. — Og tað er tað, ið Men- sendieck m.a. snýr seg um; at veita hjálp til sjálvhjálp, sigur nýklakti lærarin, sum eisini veit at siga, at teir læknar, kiropraktorar og fysioterapeutar, ið kenna mensendieck-fimleikin, ráða fólki við t.d. ryggtrup- ulleikum til at royna Men- sendieck: — Kanska tí talan ikki er um >alternativa< viðgerð, men harafturímóti eina rørsluvidgerd, ið byggir á ta klassisku anatomiina, held- ur Malan Thomsen.