leygardagur 28. august 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 162 - 28. AUGUST 1999
tíðindablaðið SOS'2 Tr
13
Nú Kemur tað til ska
rpskeringar um lýnarsáttmálan:
Handverkarar fara at
nokta at arbeiða yvir
Eftir sáttmálanum skal lónin fyri yvirtíð lækka 5%, frá I. oktober, men tað fer
Landsfelag Handverkaranna ikki at góðtaka
AKI BERTHOLDSEN
Ongi tekin eru til, at 6
semjan um lønarsåttmålan
hjå handverkarunum er far-
in at linka.
Tvørturim6ti er lagt upp
til uppgerð ímillum hand-
verkarar og meistarar 1. ok-
tober.
Ti eftir såttmålanum skal
lønin fyri teir fyrstu yvir-
tidina lækka 5% tann fyrsta
oktober i år.
Sum er, skulu 40% leggj-
ast afturat timalønini fyri
teir fyrstu yvirtimarnar frå
klokkan 17 til klokkan 21.
Men eftir fyra åra sått-
málanum, sum varð gjørdur
imillum Føroya handverk-
arafelag og Føroya Hand-
verksmeistarafelag, skal
gjaldið fyri teir fyrstu yvir-
tímarnar frá klokkan 17 til
21 lækka niður í 35% aft-
urat timalønini frá 1. ok-
tober at rokna.
Men hetta fara ikki allir
handverkarar at góðtaka.
Tí Landsfelag Handverk-
aranna ger greitt, at teirra
Handverkarar fara heldur
at nokta at arbeiða yvir,
heldur enn at teir fara at
selja sína fritid biligari,
enn teir gera nú. Sostatt
er lagt upp til uppgerð
ímillum landsfelag Hand-
verkaranna og Føroya
Handverksmeistarafelag.
Savnsmynd
limir fara ikki at góðtaka,
at yvirtíðargjaldið fer at
lækka.
Eyðfinn Petersen, sum er
talsmaður hjá Landsfelag
Handverkaranna, sigur, at
teir fara ikki at góðtaka at
selja sína frítíð bíligari enn
gjørt verður nú.
- Tí fara vit heldur at
nokta handverkarum at ar-
beiða yvir fyri minni enn
40% afturat lønini fyri teir
fyrstu yvirtímarnar, sigur
hann.
Góðtaka ikki sáttmálan
Eyðfinn Petersen er eisini
formaður í Havnar Hand-
verkarafelag.
Og hann sigur, at bæði
Havnar handverkarafelag,
og hini bæði felggini í
Landsfelagi Handverkar-
anna, tey eru Vágs Hand-
verkarafelag og Tvøroyrar
Handverkarafelag, vilja
verða leys av tí fýra ára sátt-
málanum, sum varð gjørdur
ímillum Føroya Handverk-
arafelag og Føroya Hand-
verksmeistarafelag i 1997
og sum ikki gongur út fyrr-
enn 1. oktober 2001.
Eyðfinn Petersen sigur, at
sáttmálin varð gjørdur i ill-
varni, tí m.a. gjørdi Havnar
handverkarafelag greitt,
áðrenn sáttmálin varð
gjørdur, at tað vildi ikki
verða umfatað av honum,
men vildi sjálvt sleppa at
samráðast um nýggjan sátt-
mála.
Síðani hevur Landsfelag-
ið togast við at verða leyst
av sáttmálanum, men enn
hevur tað ikki eydnast.
M.a. hevur felagið arbeitt
við at leggja sak.
Men tað málið er fyribils
lagt á hyllina, tí síðpani
nýggj leiðsla er komin í Før-
oya Handverkarafelag, eru
tey bæði meginfeløgini aft-
ur farin at nærkast hvørjum
øðrum.
Eitt úrslit av tí er, at nú
eru Landsfelagið og Føroya
Handverkarafelag farin at
samráðast um at loysa tví-
dráttin ímillum bæði feløg-
ini.
Og ímeðan tær samráð-
ingarnar eru, vil Eyðfinn
Petersen ikki greiða frá,
hvussu tær ganga, ella
akkurát, hvat samráðst
verður um.
Men hann avdúkar so
mikið, sum at tað m.a
verður samráðast um at fáa
Føroya Handverkarafelag at
leggja sáttmálan fyri
gerðarrætt fyri at fáa
staðfest, hvønn hann er
galdandi fyri
Hann sigur, at ongar regl-
ur eru um, hvussu ósemjur
ímillum lokalfeløgini og
Føroya Handverkarafelag
skulu loysast og ti kann
Havnar handverkarafelag
ikki sjålvt fara i gerdarrætt
- Men eydnast tad ikki,
fara vit vidari vid målinum,
soleidis, sum vit uppruna-
liga ætladu
Tys, at vit leggja sak fyri
at sleppa leys av sáttmál
anum, leggur hann afturat
Fáa onki gjørt
Nú hava meistararnir bjóða
sær til at hækka lønirnar
mitt í sáttmálaskeiðnum
Men í Sosialinum ígjár
segði stjórin í landsins
stórsta handverkara ar-
beiðsplássi, Gunnar Mohr
á Skipasmiðjuni, at tey
høvdu ikki tikið stóðu til um
tey fóru at fylgja áheitanini
frá meistarafelagnum um at
hækka lønirnar?
- Fer skipasmiðjan ikki
at fylgja áheitanini frá
Handverksmeistarafelag-
num um at hækka lønirnar
|. oktober, fáa vit ikki gjørt
nakað við tað.
Vit kunnu bara vísa á.
at vit halda, at tað er logið,
at meistarar tvíhalda um
sáttmálan, tí tá ið teir bjóða
okkum meiri í løn mitt í
sáttmálaskeiðnum, má tað
vera besta prógvið um, at
teir sjálvir halda, at sáttmál-
in er eitt stórt mistak
— Men vit fara so ikki nið-
ur í løn og fara ti at nokta
okkara limum at arbeiða
yvir fyri minni enn 40% aft-
urat timalønini, sigur Eyð-
finn Petersen
Á
Utróðrarmenn
vilja hava betri
inntøkutryg
AKI BERTHOLDSEN
Útróðrarmenn eru aftur
farnir at ressast við króvum
um betri sømdir frå ti al-
menna.
Landsfelag Vinnurekandi
Utróðrarmanna hevur havt
aðalfund og har varð stung-
ið út í kortið, hvat felagið
skal arbeiða við komandi ár.
Og eftir tí at dóma, fær
nevndin í útróðrarfelagnum
og landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum ikki so
lítið við hvønn annan at
gera í komandi tíðum.
Essa Petersen, formaður
í felagnum sigur, at eitt mál,
sum felagið fer at gera nógv
við, er at krevja betri
inntøkutrygd frá tí almenna.
--Okkara innntøkutrygd er
heilt afturútsigld afturímóti
inntøkutrygdini hjá fiski-
monnum.
— Fiskimenn fáa yvir
19.000 krónur um mánaðin
í inntøkutrygd.
Hann vísir eisini á, at inn-
tøkutrygdin hjá fiskimonn-
um verður roknað fyri
hvønn túr sær.
— Tvs, at ein fiskimadur
kann vera ein lodnutúr og
fåa 20-30.000 uppå eina
viku, og kortini fåa fulla
inntøkutrygd fyri triggjar
vikur, um hann fer við gðr-
um báti, sum onki fiskar.
— Men vit útróðrarmenn
fáa bara 8.200 krónur mán-
aðarligum minstavinningi.
Essa Petersen sigur, at
hann dugir ikki at síggja
nakra orsøk til, at so stórur
munur skal vera á inntøku-
trygdini hjá hesum báðum
sløgunum av fiskimonnum.
Essa Petersen sigur, at
Landsfelag Vinnurekandi
útróðrarmanna ætlar sær at
tosa vid Jørgen Niclasen,
fiskimálaráðharra um hesi
viðurskifti.
— Tað líkist ongum, at tað
skal vera so stórur munur
á. Inntøkutrygdin hjá út-
róðrarmonnum má í hvussu
so er upp á einar 14.000
krónur um mánaðin, sigur
Essa Petersen
Vilja hava persónligar
fiskidagar
Men tað eru eisini onnur
viðurskifti, sum útróðrarfel-
agið ætlar at umrøda við
fiskimálaráðharran.
Formaðurin í felagnum
sigur m.a., at tað er ógvuliga
umráðandi, at eisini teir,
sum hava útróður til høv-
uðsvinnu við bátum undir
15 tons fáa persónligar
fiskidagar.
--Sum er, hava vit felags
fiskidagar, saman við teim-
um, sum hava útróður til
hjávinnu og stuttleikafisk-
arum. Av tí sama hava vit
yvirhøvur onki tamarhald á
støduni. Tí sum er, eigur
landið dagarnar, og kunnu
geva einum partrolara teir,
uttan at vit fáa gjørt nakað
við tað. Fiskidagarnir hava
onki virði, tå ið vit ikki eiga
teir sjålvir.
Hugsa tit í hesum sam-
bandi um at sleppa at keypa
og selja dagar á
- Nei, tað er ikki hetta,
vit hugsa um, men tað er
sjálvandi ein partur av fiski-
vinnuni nú á døgum.
Vit eru framvegis hart
ímóti, at tað skal bera til at
keypa og selja fiskidagar,
men hetta er nakað, sum
landsins stýri hevur kroyst
niðuryvir okkum og so gerst
onki uttan at fylgja við.
Somuleiðis vilja útróðrar-
menn sleppa undan skip-
anini, sum nú er, at teir
skulu noyðast at søkja um
fiskidagar hvørt år.
— Nú noyðast vit at søkja
um fiskidagar hvørt år. Tå
10 vit so hava søkt, skal mål-
ið kannast hjá toll og skatt
at vita, um vit hava for-
vunnið meiri enn 20.000
krónur í eitt hálvár frá oðr-
um enn útróðuri. Og ikki
fyrrenn tað er staðfest, at vit
ikki hava tað, kunnu vit fáa
fiskiloyvið.
Essa Petersen sigur, at vit
mugu sleppa av við slíkan
órætt, tí tað kunnu verða
ymisk viðurskifti sum gera,
at tað ikki ber til at rógva út
við smábátum ávísar tíðir,
og tá er neyðugt at fáa onkra
aðra inntøku
Tað er Orættvist, at bara
vit, skulu kannast fyri eyka-
inntøku, tí tað eru so mong.
sum hava eykainntøkur um-
framt tað vanliga arbeiði
ikki minst løgtingslimir
sjálvir.
Essa Petersen sigur, at
Jørgen Niclasen hevur
mangan víst seg at hava for-
stáilsi fyri viðurskiftunum
hjá fiski- og útróðrarmonn-
um. Og hann vónar, at hann
eisini í hesum málum fer at
visa sama forstailsi mótveg-
is útróðrarmonnum, sum
undanmaður hansara, John
Petersen ofta vísti.
Umframt Essa Petersen,
siga hesir í nevndini í
Landsfelag Vinnurekandi
Utr6drarmanna: Kjartan Jo-
hannesen å Sandi, Bjørn
Due Hansen i Havn, Bjørn
Bjarnason i Søldafirdi og
Heri Danielsen i Porkeri.