leygardagur 4. september 1999síða 18
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+
5
Nr. 167 — 4. SEPTEMBER 1999
POPPUR. Tveir beatlar eru á ovastu r6k, nú lesarar hjá
enska rockritinum „Q“ skulu meta um, hvørji eru størstu
stjørnunøvnini innan popp heimin hesa øldina
Niclas Johannesen
John, Paul, George og Ringo
Soleiðis itu teir, ið mannaðu
best umtókta tónleikabólkin hesa
øldina. Men navnalistin slitnar á
hálvari leið, nú lesararnir hjá
enska ritinum „Q“ skulu velja
populerastu einstaklingarnar.
Við risa úrvalinum í huga
munnu tó tey flestu vera rættiliga
samd um, at tá tveir mans úr sama
bólki megna at sníkja seg fram
um alla restina av nøvnunum inn-
an rytmiska tónleikin hesa øldina,
so er tað vert at hugsa um
Nøvnini eru sum sagt 100
onkur at kalla púra ókend her um
okkara leiðir
Lennon...
Ovastur er John Lennon, sáli
Hansara tónlist hevur víst seg at
vera serstakliga slitsterk — og sam-
stundis sera fjøltáttað. Hann var
jú John Lennon. Realistur. sur
reallistur, elskari, hatskur, stórur i
kjaftinum. stillur droymari. hús
bóndi, konufólkarevur, bastardur.,
poetur, narkomanur, edr
pápi. John Lennon
hetta. Tað sama gjórdi hansar
og tað takka lesararnir hjá „Q
honum fyri. Einkjan Yoko Ono
sigur við blaðið, at hon ivast ikki
í, at John Lennon hevði verið sera
stoltur av hesum heiðuri
uiligur
innihelt alt
…& McCartney
Næstur å listanum er Paul Mc
Cartney. Maðurin Lennon skrivaði
nakrar av bestu klassikarunum
saman vid. McCartney, sum ofta
er illa viðfarin av tónleikakritik
arunum, fær her eitt slag av upp
reisn. „Q“ staðfestir, at hóast Mc
Cartney er tann mest succes ríki
tónleikarin hesa øldina, so hevur
hann ikki altíð fingið tann heiður,
hansara tónleikur hevur uppiborið
Men McCartney er altso maðurin,
ið skrivaði „Hey Jude“, ,,Yester-
day“, „Let It Be“, „Blackbird“,
„Lady Madonna“ og „Penny
Lane“ — bert fyri at nevna nakrar
klassikarar. Haraftrat staðfestir
„Q“, at tónleikurin, McCartney
gjørdi eftir Beatles, er ein ófunnin
skattur, ið fer at liva longri enn
kritikkurin av honum
Kurt Cobain
Sjálvmorðið gjørdi oddamannin i
Nirvana til eitt slag av martýri
Men longu, áðrenn syndarliga
endan, lá tað líkasum í luftini, at
tónleikurin, Cobain skrivaði,
heyði klassa, ið rakk longur enn
samtíðin. Plátan „Nevermind“ er
ein klassikari longu nú, og lagið
„Smells Like Teen Spirit“ varð av
(lutfalsliga ungu) lesarunum hjá
„Q“ mett at vera besta singlelagið
hesa øldina. Líka sum hjá Lennon,
so var ólukkuligur barndómur eis
ini drívmegin aftan fyri størsta
partin av listini, Cobain skapti
McCartney, sum ofta er illa
viðfarin av tónleikakritikar-
unum, fær eitt slag av upp-
reisn á listanum hjá ,,Q%.
Hann er nummar tvey, beint
i hølinum á John Lennon
Ødin var fremsta drivmegin. Men
Nirvana-maðurin rópti ikki bara:
hann hevði eini serlig evni at
veksla millum tónlistarlig herróp
og ta nervandi kvirruna, ið valdar,
áðrenn stormin. Cobain megnaði
betur enn nakar annar í tónleika-
ídnaðinum at úttrykkja despera-
tión.
Bob Dylan
Líka sum The Beatles broytti
rock-soundið, soleiðis broyttið
Dylan tankagongdina innan rock-
in. I 63 skrivaði ungi amerikanarin
„Blowing In The Wind“ og koll
velti amerikanska fólkatónleikara
umvhørvid við sínum hvøssu
tekstum. Men hann steðgaði ikki
har. Í 1965 byrjaði hann at spæla
rock og kollvelti eisini rockheimin
við sínum politisku og samfelags
revsandi tekstum, samstundis sum
hann kundi skriva inniligar kær
leikssangir, so sum „I Want You“
Hvussu kann ein ússaligur guit-
arspælari, hálvvánaligur munn-
harpuspælari, nasalur sangari geva
nakað so fantastiska sterkt, sum
Bob Dylan ferð eftir ferð hevur
gjørt? Svarið er, at hann ger tað
fullhjartað og totalt sannførandi
enn tá so seint sum í 1997 við
plátuni „Time Out Of Mind.“
Hini
Ein slíkur persóns-hitlisti, sum
„Q“ borðreiðir við, er fyrst og
Ovastur á listanum hjá ,,Q" er
John Lennon, sáli. Hansara
tónlist hevur víst seg at vera
serstakliga slitsterk — og sam-
stundis sera fjøltåttad
fremst ætlaður sum undirhald
Ongin man vera fullkomiliga
samdur við endaliga úrslitinum
Elvis er maðurin á fimta pláss
inum, maðurin sum i 50'unum
uppfann rock'n'roll. David Bowie
kemur á 6. plássinum — hann er
Ivaleyst eitt nógv størri navn úti í
heimi enn her í Føroyum. Og sun
einasta kvinnan á top 10 kemur
Madonna. Hon er um nal
defintiónin upp á
Power“, sum tys
„Spice Girls“
gentur kring í
donna hevur selt
milliónir plátur, síðani hon byrjaði
í 80'unum
So eru tað onnur, ið pláss slettis
ikki er fyri á listanum. Tað mar
undra mong, at Michael Jackson
slettis ikki er at finna á topp 100
Hvussu illa lýddur hann so enn
er, so slepst ikki uttan um plátur
so sum „Thriller“ og „Of The
Wall“
Men soleiðis er við atkvødu
greiðslum. Meirlutin ræður
23