Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 Framstandandi pólskur politikari vitjar tidindabladid SOS Sær fegin at samvinnan millum Føroyar og Pó- land verður útbygd. Vitjaði m.a. pólsku arbeiðs- menninar á Tórshavnar Skipasmidju JAN MÚLLER ALVUR HARALDSEN Hósdagin og fríggjadagin í farnu viku vitjaði ein kend- ur og framstandandi pólskur politikan í Føroyum. Tað var Tadeusz Iwinsky, sum var å veg til Islands å fund i Europaráðnum, har Island i løtuni hevur formansskapin. Undir vitjanini nytti hann m. a. høvi at hitta pólend- ingar, sum eru busitandi og arbeiða i Føroyum. M.a. var hann á Tórshavnar Skipa- smiðju, sum nú í mong ár hevur havt pólendingar í ar- beiði Hann er gestur hjá for- oyska bróðurflokkinum. Undir vitjanini stokk Tade- usz Iwinsky eisini inn á golvid á Sostalinum. Hann ynskti at síggja eina før- oyska ávís og annars at greiða frå aktuellu støduni í Pólandi. Tadeusz Iwinsky er ikki ein og hvor í pólskum poli- tikki. Hann er næstformað- ur í javnaðarflokkinum og er uttanríkisráðharri í skuggastjórnini. Um javn- aðarflokkurin kemur til valdið eftir valið um tvey ár, er tað rættiliga sannlíkt, at hann verður pólskur utt- anríkisráðharri. Syrgilig sega Póland man vera eitt tað landið í Europa við tí mest syrgiligu søguni, tá hugsað verður um, at landið hevur ligið sum „lús millum tvær negl” tvs. at landið hevur ligid kleimt millum Týsk- aland og Sovjetsamveldid. Veraldarbardagarnar hava ikki verið mjúkir við pólska fólkið. Men síðani Sovjetsam- veldið fór í upploysn og Múrurin fall er nógv broytt í Pólandi. Landið hevur fingið demokrati og roynir nú at koma á føtur búskap- arliga. Herfyri gjørdist Pó- land limur í Nato, og nú stendur limaskapur í EU fremst á skránni. Men heilt einfalt er tað ikki. Tí Póland skal lúka fleiri treytir, áðrenn tað kann gerast fullgildugur limur í EU. Tí snýr pólskur politikkur seg í dag nógv um, hvussu man útbyggir landið skilabest, soleiðis at landið kann lúka treytirnar fyri EU-limaskapi. Landið Tadeusz Iwinsky er føddur í 1944. Hann hevur útbúgving sum kemiverkfrødingur og er doktari í politiskari vísund. Hann hevur skrivað umleið 20 bøkur og 150 greinar um altjóða samstarv. Í dag er hann ein av fremstu serfrødingum um uttanríkismál. Hann hevur sera stóran áhuga fyri altjóða relatiónum, og her ikki minst viðvíkjandi Asia, Afrika og Látínamerika. vónar at gerast limur í EU í ár 2003. Hegrastjórn skapar ótryggleika I dag skipa ein høgra/libe- ralur flokkur og Solidari- nosq stjórn. Stjórnin er í mótvindi í løtuni og fær ikki stóra undirtøku. Ahaldandi verkfall hava gjørt støduna hjá stórnini sera ringa. Stjórnin hevur roynt at seta reformar í verk, men av tí at hon ikki hevur sett nóg mikið av pengum av til hes- ar reformar hevur hon fing- ið stórar trupulleikar. Sosi- alurin trupulleikar eru farnir at taka seg upp av álvara. Medallønin í landinum er eisini sera lág, umleið 400 dollar um mánaðin. Fólk krevja hægri lønir. Javnaðarflokkurin, sum er í andstøðu, hevur bjóðað sær at loysa av eftir næsta val um tvey ár. Forsetaval er um eitt ár. Eisini tað roknar javnaðarflokkurin at vinna. Veljarakanningarnar geva eisini flokkinum stóra fram- gongd. Við seinasta val fekk flokkurin 37% ella 120 av teimum 460 tingmonnunum og stendur nú til at fáa 39%. NR. 169 - 8. SEPTEMBER 1999 ES Tadeusz Iwinsky er næstformaður í pólksa Javnaðarflokkinum, sum í løtuni er í and- stóðu. Flokkurin stendur seg sera væl í meingarkanningunum og møguleiki er fyri, at hann verður uttanríkisráðharri í heimlandinum eftir valið um tvey ár Øll vinstrasamgongan hev- ur i løtuni 164 tinglimir. Av ti at minstamarkið fyri at koma å ting er 5% kann Vinstrasamgongan og har- vid javnaðarflokkurin við 39% fáa avgjørdan meiri- luta. Annars arbeiða kreft- irnar til vinstru í pólskum politikki við at skipa seg enn betri saman í samar- beiðið, í ber heitið ,Demo- Jákup Lindenskov, fyrrverandi landsstýrismaður her á vitjan á Sosialinum saman við Tadeusz Iwinsky Pólskir sveisarar á Tórshavnar Skipasmiðju hitta landsmannin Tadeusz Iwinsky undir vitjan hansara í Føroyum