Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 169 - 8. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið Elin Lindenskov, forkvinna i sosialu nevnd: Samgon gan sleppur børnunum uppá fjall - Wirtókan av barnaansingarókinum er alt ov ófyrireikað og óskipað bæði figgjarliga og innihaldsliga. Ikki bert landsstýriskvinnan skákar sær undan ábyrgd, men eisini øll samgongan, tá ið hon sigur, at meir skal ikki brúkast til dagstovnar, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í sosialu nevnd í Tórshavnar bý- ráð TURIÐ KJØLBRO Stendur tað til Tórshavnar býráð fáa fóroysku komm- unurnar landskassans part av útreiðslunum til barna- ansingina sambært galdandi lóg eftir, at økid er lagt út til kommunurnar at umsita. Sosiala nevnd í Tórshavnar býráð tekur fult undir við tankanum í álitinum hjá ein- um bólki undir almanna- og heilsumálastýrinum um, at ábyrgd og umsiting av barn- aansingarøkinum løgd út til kommunurnar. Nevndin er tó ikki samd við uppskotinum frá arbeiðs- bólkinum viðvíkjandi teim- um fíggjarligu avleiðingu- num fyri land og komm- unur. Månakvøldid samtyktu býráðslimirnir í Havn til- mælið frá sosialu nevnd um, at almanna- og heilsumála- stýrið fær fráboðan um, at býráðið tekur undir við, at ábyrgd og umsiting av verða - barnaansingarøkinum verða løgd út til kommunurnar, men til ein heildarloysn við- vikjandi uppgåvu-, heimild- ar- og åbyrgdarbyti å al- manna- og heilsuøkinum er gjørd, fåa kommunurnar landskassans part av út- reiðslunum útgoldnan. - Mær dámar ikki mann- agongdina hjá almanna- og heilsumálastýrinum, nú barnaansingargkið skal leggjast út. Alitið viðger bara fíggjarliga partin av, at kommunurnar = yvirtaka barnaansingina. Einki er gjørt burtur úr innihaldinum á stovnunum ella øðrum. Hinvegin taki eg undir við, at kommunan tekur økid yvir. Eftir mínum tykki átti Tórshavnar kommuna verið ein royndarkommuna, har hon so við og við rindar alt økid sjálv samstundis sum vit fáa tíð at laga nýggj skipanina til. Tað sum nú er ávegis er alt ov ófyrireikað og óskipað bæði fíggjarliga og innihaldsliga. Ikki bert landsstýriskvinnan skákar sær undan ábyrgd, men eis- ini øll samgongan, tá ið hon sigur, at meir skal ikki brúk- ast til dagstovnar, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í Sosialu nevnd. Tær virknu við sviðusoð Verður gingið eftir álitinum, sum arbeiðsbólkurin undir almanna- og heilsumála- stýrinum hevur gjørt um yv- irtøkuna av barnaansingar- økinum, kemur tað at ganga verst yvir tær kommunur- nar, sum hava arbeitt mið- víst við at fáa fleiri stovns- pláss til børnini. Samstundis verða tær kommunurnar, sum hava gjørt minni og kanska einki, væl fyri. - Eg dugi ikki at síggja logikkin í hesi ætlanini. Hevði landsskattaprosentið minkað tilsvarandi sum kommunuskattaprosentið vaks var stødan ein heilt onnur. Í álitinum stendur, at tað kann henda, men rátt verður ikki til tað, sigur Elin Lindenskov. Fíggjarligu avleiðingar- nar av yvirtókuna verða stórar fyri Tórshavnar kommunu, velur landsstýr- iskvinnan í almanna- og heilsumálum at fylgja áliti- num. Tá ið álitið varð kunn- gjørt í summar kom fram, at tað fer at kosta Tórshavn- ar kommunu uml. 15-20 mió. krónur meir um árið at umsita økid einsamall. Nýggj tøl benda á, at henda metingin hevur verið nakað bjørtskygd. - Nú visa tøl, at tað fer at kosta upp ímóti 24 mió. krónur meir til sama virk- semið sum er í løtuni - um árið. Beint nú hava vit ráð at rinda hetta, men so er spurningurin, hvussu nógv vit megna at byggja út og byggja afturat. Forkvinnan í sosialu nevnd skilur væl, at Foreldr- afelagið í Havn ivast í før- leikanum hjá kommununi at umsita økid einsamøll. - I øllum førum dugi eg at siggja eina misnøgd mill- um foreldur. Allar kærurnar, sum hava verið í seinastuni benda á, at alt ikki er heilt rætt farið fram. Ein partur av orsøkini til misnøgdina, rokni eg við er, at so nógv ógreið viðurskifti eru, eitt nú uppgávubýtið millum land og kommunu sam- Elin Lindenskov, for- kvinna í sostalu neynd i Tórshavnar býráð stundis sum eingin barna- garðslóg er. Høvdu vit eina slíka, høvdu nógv viður- skifti komið uppá pláss. Uttan eina barnagarðslóg er vandi fyri, at stóðið á stovn- unum lækkar, og tað má ikki henda, sigur Elin Lind- enskov. - Abyrgd kostar - Tað undrar meg ikki sórt at hoyra, at Tórshavnar kommuna vil hava lands- kassans part av útreiðslunum til barnaansingina útgoldnan, tá ið hon leingi hevur sagt, at hon ynskir at umsita økid einsamøll og at hon ikki ynskir blokkstuðul, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum TURIÐ KJØLBRO - Vit eru opin fyri at fara í samráðingar við Tórshavnar kommunu um eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti, men vit hava tikið útspælið frá teimum um, at hon ikki ynskir blokkstuðul ella nak- að sum líkist tí, í álvara. Tí er tilmælið á býráðsfundi- num månakvøldid sjálv- mótsigandi. Heldur enn at blaka við runu, eigur kommunan at slóða fyri semjum. Tað kostar at hava ábyrgd, eisini hjá landinum. - Tilmælið í barnaansing- arálitinum ruddar upp á fleiri økjum í senn, ein ar- beiðsbólkur fer nú undir at viðgera eldragkið, og tað kann væl vera, at tær kommunur, sum í fyrsta umfari verða verri fyri fíggjarliga eftir at hava yv- irtikið barnaansingina, verða betur fyri, tá ið eldra- økid eisini er yvirtikið. Tá ið allar samráðingarnar millum kommunur og landsmyndugleikar = um uppgávubýtið eru av- greiddar, gongur alt upp í eina hægri eind, sigur Hel- ena Dam á Neystabø, lands- stýriskvinna í almanna- og heilsumálum. Gott inntøku- grundarlag Landsstyriskvinnan i al- manna- og heilsumålum skilir kortini væl, at byråds- politikarar í Havn stúra fyri fíggjarligu avleiðingunum av at yvirtaka barnaansing- arøkid. - Hinvegin er tad ein sannroynd, at inntøku- grundarlagid hjå komm- ununum er vaksid munandi meir í mun til inntøku- grundarlagið hjá landskass- anum. Býráðsformaðurin í Havn meldaði beinanvegin út við at siga, at Tórshavnar kommuna hevur ráð, um hon raðfestir rætt. Og tað er í grundini tað hetta snýr seg um. At raðfesta rætt, sigur Helena Dam á Neyst- abø. Hvi velur tå ikki at taka Tórshavnar kommunu burt- ur úr sum eina royndar- kommunu á økinum? - Tað er ein landsumfat- andi veruleiki, at barnaans- ing er í øllum landinum. Vit skulu helst hava ein skipan, sum er varandi og ruddilig. Eg dugi ikki at síggja nakra meining í at hava eina royndarkommunu, tí kunnu vit semjast um ein nýggjan leist, er tað ein nógv betri loysn. Tórshavnar komm- una hevur tann størsta a- kutta trupulleikan á økinum beint nú, og tí skulu vit sjálvsagt samráðast við kommununa um vit skulu gera eina yvirgangsskipan ella ikki. Enn er einki lógar- uppskot gjørt, men útgangs- stødid, sum er hetta álitið, er gott, tí tað ruddar sam- stundis upp í nógvum gðr- um viðurskiftum millum land og kommunu, sigur Helena Dam á Neystabø. Barnagarðslóg á veg Í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt álit til almanna- og heilsumálastýrið um barnaansingina, hava um- boð fyri kommunurnar sitið. - Vit miða ímóti, at barna- ansingarøkid verður lagt út til Kommunurnar frá 1. jan. næsta ár. Vit eru farin undir at fyrireika eina lóggávu; hon skal síðani út til hoyr- ingar, áðrenn hon kemur í tingið, sigur Helena Dam á Neystabo. Almanna- og heilsumál- astýrið er eisini farið undir fyrireikingar til at gera eina barnagarðslóg, eina lóg, sum setur fakliga innihaldið og fysisku karmarnar á dag- stovnunum á dagsskránna. Helena Dam á Neytsbø, landsstýriskvinna í heilsu- og almannamálum