mikudagur 8. september 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EET
NR. 169 - 8. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið SOS
Hvitabok komin
og hvat so …
Ein vika er nú gingin síðani Hvítabók varð almannakunn-
gjórd. Við henni eru nógvir spurningar svaraðir, meðan
aðrir spurningar ikki hava fingið nøktandi svar. Sosialur-
in gevur nú lesarum sínum møguleikan at seta politikar-
um og serkónum spurningar, sum lesarin heldur áttu at
verið við í Hvítubók
SVEINUR TRÓNDARSON
OG HOGNI MOHR
Fyri einari viku síðani kom
Hvítabók, sum samgongan
hevur latið gera >á markn-
aðin<.
Try eru bindini. Eitt høv-
uðsbind, sum inniheldur all-
ar niðurstøðurnar, og tvey
fylgibind, á tilsamans 722
síður.
Fylgibind eitt ber heitið
Hvítari var hon, um einki
stóð í, segði teknarin Óli
P., men heldur lesarin, at
tað stendur í Hvítubók, sum
eigur at standa í henni, ella
manglar okkurt?
>Búskapur< við undirheiti-
num »ein sjálvberandi før-
oyskur búskapur<. Hetta
bindið snýr seg um í høv-
uðsheitum um at minka um
ríkisveitingina og um bú-
skaparpolitiska stýring.
Innihaldið í búskapar-
bindinum er í tveimum
pørtum. Ein um avleiðing-
arnar av at minka ríkisveit-
ingina bæði yvir stutta og
yvir langa tíð, meðan hin
parturin snýr seg um bú-
skaparpolitiska stýring og
tillaging.
Fylgibind tvey hevur
fingið heitið >Fyrisiting< og
ber undirheitið »ein sjålv-
støðug føroysk fyrisiting«.
Hetta bindið er ein lýsing
av tí fyristingarliga sam-
starvinum við Danmark og
teimum krøvum, fullveldis-
Hevur Høgni Hoydal allar
tær upplysingar honum
tørvar i fullveldisarbeidin-
um
Poul Nyrup Rasmussen hevur eisini fingið eitt eintak av
Hvítubók, og um ikki so langa tíð skal hann samráðast
við fóroyingar um broytinar í ríkisrættarligu viðurskiftun-
um. Fer tað aftur tá at vera brúk fyri peikifingrinum ella
er samgongan soo væl fyrireika, at tað slepst undan tí?
ætlanin setur.
Fyristitingarliga økid er
rættiliga stórt at fara um, og
tískil er hetta bindið eisini
tað drúgvasta av teimum
trimum. Síðutalið er heilar
372, so har er ovmikið at
lesa.
Høvudsbindid er sjál
Hvítabók, sum samstundis
er tynsta bindið í >savnin-
um«. 162 síður við saman-
dráttum og niðurstøðum.
Hevur pressan lýst tað sum
lýsast skal, ella manglar
okkurt?
>Stóðið undir einum sátt-
mála, ið skipar Føroyar sum
eitt fullveldisríki í samstarvi
við Danmark< stendur at
lesa á forsíðuni á Hvítubók.
Hvat siga
Palleba og Marsanna
Síðani Hvítabók var al-
mannakunngjørd, hevur
verið gjørt rættiliga nógv
burtur úr henni. Sum vera
mann eru tað politikararnir,
sum fyrst eru komnir til orð-
anna um innihaldið.
Tað eru eisini teir, sum
framhaldandi skulu kjakast
um ríkisrættarligu viður-
skiftini Føroyar og Dan-
markar imillum, so sæd frå
tí vinklinum er tað ikki so
løgid, at tað eru teir, sum
fyrst vera spurdir.
Men hvat sigur tann
meinigi føroyingurin um
Hvitub6k?
Hvat heldur Palleba um
tað sum stendur um búskap-
arviðurskiftini í Hvítubók
og hennara fylgibindum.
Heldur hann, at alt er komið
við í bókina, sum eigur at
vera við, ella heldur hann,
at okkurt vantar.
Ella heldur Marsanna at
politikararnir eiga at sleppa
at svara onkrum heilt ná-
greiniligum spurningi?
So fáa tey bæði og allir
aðrir føroyingar møguleik-
an nu!
Spyr um Hvitubok
Ti i komandi tidum fer Sosi-
alurin at geva øllum lesar-
um sinum møguleikan at
seta spurningar sum hava
beinleidis tilknyti til Hvitu-
bók og til tosid um fullveldi.
Hesir spurningar skulu
sendast til Sosialin, sum síð-
ani fer at fáa politikarar og
aðrar serkønar at svara
spurningunum eftir besta
førimuni.
Tað eru ymsir mátar at
senda spurningar til Sosi-
alin.
Ein er at brúka frymilin
sum stendur á hesi síðuni,
og antin senda við posti ella
um telefaks, meðan ein ann-
ar er at brúka ta nýggju
tøknina og senda um teldu-
post.
Til tad endamålid er teld-
upost adressan hvitabok &
sosialurin.fo.
Sosialurin heitir tí á fólk,
sum sita inni við onkrum,
sum tey ynskja svar upp á í
sambandi við Hvítubók, um
at senda okkum spurningin.
Spurningarnir verða
prentaðir í blaðnum so hvørt
sum teir vera svaraðir.
Spyr um
Hvítu...
Lesarar fáa nú høvi at seta politikarum o.0.
spurningar, ið hava samband við Hvítubók.
Spurningar og svar, ið skulu vera stutt og greið,
verða endurgivin undir teiginum >Spyr um Hvítu<
Høgni Mohr og Sveinur Tróndarson
Í sambandi við, at útgreiningararbeiðið hjá Feroya Landsstýrið er liðugt
og útgivið undir heitinum, Hvítabók, fer Sosialurin undir stórt kunningar-
átak. Allir foroyingar fáa høvi at seta politikarum og serfrødingum spurn-
ingar, sum hava samband við Hvítubók, og framtíðarstoðu Feroya.
Spurningarnir skulu sendast Sosialinum, sum ber spurningin víðari til
rætta viðkomandi.
Til tess at so nógvir spurningar sum gjørligt skulu sleppa framat, halda
vit, at ávísar treytir eiga at vera knýttar uppí tiltakið.
Stutt og greitt
Tað hevur stóran týdning, at spurningarnir eru stuttir og greiðir: eins og
svarini frá politikarum o.ø. verða. Sera umráðandi er eisini, at spurning-
arnir verða stílaðir til åvisan persón. Ætlar spyrjarin sær t.d. at seta løg-
manni onkran spurning, skal hetta viðmerkjast í tí skrivaða spurning-
inum. Triggir hættir eru at seta spurningar:
Bræv: Tíðindablaðið Sosialurin
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Faks: 31 47 20
Teldupostur: hvitabokØsosialurin.fo
Sg? s
såa
remme mm nn mm ED EB DE DE REE |
Spurnarlepi
Spurningur til:
Spurningur: