Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 Rokut Robinson-strið Robinson-luttakararnir livdu undir hørðum treytum og tað var mangan baldrut og rokut. Foroyski luttakarin, Erla Dal Mørch, visti beinanvegin, hvussu torført alt fór at verða. Hitin var ræðuligur og hon kendi á sær, at hon var førovingur, ið ikki er sam- skrúvaður til tropiska veðurlagið HOGNI MOHR Eins og 720.000 danir og hópur av føroyingum sat Erla Dal Morch spent og hugdi at 1. parti av Robin son-ferðini, ið varð sendur mánakveldið á TV 3. Erla er føroyska mrs. Robinson á kappingarferðini. Hendan 47 ára gamla havnakonan er afturkomin til Blokhus í Jútlandi, har hon býr saman við manni sínum Hon kom longu aftur til Danmarkar seinast í juli, men hon hevði onga upp- tóku sæð áðrenn fyrsti part- ur varð sendur fyrrakveldið. Tað kundi eg væl, um mær lysti, men mær dámar best spenning. sigur Erla í telefonsamrødu við Sosi- alin Erla var sera væl nøgd við fyrstu sendingina, hóast hon ikki helt stríðið og strevið koma nóg væl til sjóndar í sendingini - Í lotum tyktist tað sum talan var um eina vanliga frítíðarferð. sigur hon flenn- andi Øgiliga spennandi Aðrenn Erla og kappingar- neytar hennara fóru úr Dan- merk, hugsaði hon nógv um, hvussu hon mundi fara at bera seg at tá á stóð, men tað hon væntaði gjørdist ikki veruleiki. — Onki varð sum væntað. Vit livdu undir hørðum treytum og tað var baldrut og rokut. Eg kendi alt fyri eitt á mær, hvussu torført alt fór at verða. Hitin var ræð- uligur, og eg kendi beinan- vegin á mær, at eg var for- oyingur, ið ikki er sam- skrúvaður til tropiska veð- urlagið. Tankavirksemid steðgaði nærum heilt upp. sigur Erla Dal Mørch, sum kortini leggur dent á, at hon hevur havt nakrar ótrúliga spennandi upplivingar. Okkurt garvilt Í roynd og veru var Erla ikki ein teirra, ið sat sum á nál- um við sjónvarpsskíggjan ta ferðina = Robinsonferðin fyrstu ferð var á skránni. Men kortini las hon um sendingina i blødunum. — Just tå hevdi eg tørv å nyggjum og spennandi av- bjóðingum, ti eg kendi á mær, at eg hevði eitt veldugt yvirskot á >orku-kontoini<. Henda yvirskotsorka hevði við sær, at eg søkti um far- loyvi frá arbeiði mínum í heilsuverkinum og fór at ganga á skapandi verk- staði... Tá Robinson-kappingin kom Erlu fyri eyga, helt hon hetta vera hitt rætta høvid til at gera okkurt garvilt og vandamikið, sum av álvara fór at broyta gerandisvan- arnar, og ti søkti hon um at sleppa við. Einar 3 mánaðir varð hon roynd bæði upp á kropp og sál, og hon varð sum kunnugt mett nóg stinn at vera. Maðurin fingið »nyggja« konu Erla Dal Mørch sigur, at meðan tey vóru á tropu- oynni var ikki nógv gjørt burtur úr, at hon er føroy- ingur, men eina ferðina tóku myndamenninir upp meðan hon tosaði við systir sína; og tað var á føroyskum. Júst afturkomin av Filip- soyggjum var bert eitt í huga Erlu, og tað var at sleppa at hvíla seg. tíðindablaðið NR. 169 - 8. SEPTEMBER 1999 Havnarkonan, Erla Dal Mørch, sigur seg hava havt nakrar ótrúligar upplivingar á filipinsku tropuoynni.... — Eg var útlúgvað og lætnað munandi eins og eg hevði stóran tørv á at tosa um ógvusligu upplivingar- nar. Hóast lættisoppablødini høvdu góðan hug at tosa við meg, hevði eg ikki hug at >vera almenn< aftur bein- anvegin, nú so nógv hevði verið tosað um okkum í fleiri mánaðar, sigur Erla Dal Mørch, ið fegnast um góða stuðulin hon hevur fingið frá manni sínum. — Maðurin var góður at koma heim til; serliga tí eg hevði so stóran tørv á stuðli. Hóast eg eri hin sama Erla, hevur hann nú fingið eina »nyggja« glaðari konu, og tá eg eri glað, er hann eisini glaður... 600 tímar upptiknir Erla vil ikki avdúka, hver gjørdist vinnari í Robinson- stríðnum. Og hon vil heldur ikki koma við nakrari á- bending um, hver hesin hepni er. Hon sigur seg hava samband við fleiri teirra, sum vóru við á ferðini. — Eg eri ikki serliga køn í svikaráðum, so eg havi ong- ar óvinir fingið á ferðini; bert nakrar nýggjar vinir, sigur hin fegna Erla Dal Mørch, ið ætlar sær til Før- oya st vitja mommuna aftur komandi summar. Hóast upptøkurnar langt síðani eru lidnar, stendur stórur partur av arbeiðinum hjá TV3 enn í hálvum gekki. Partarnir verða nevn- iliga kliptir so hvert teir verða sendir. Einir 600 tím- ar vórðu tiknir upp, og bert 13 verða sendir. Sambært TV3 tekur tað 7 tímar at redigera bert ein minutt... Hyggjarahagtol, ið trívast væl á undirhaldsstødum sum TV3, benda á, at o.u. Í millión fólk fara at seta seg við sjónvarpið komandi mánadagarnar klokkan 19.00. Stór ráðstevna um Føroyar i november -Hvussu tryggjar man eina væleydnaða olju- og gassleiting og framleiðslu í Føroyum? Hetta er heitið á eini stórari ráðstevnu, sum verður hildin í sjålvum Aberdeen í dógunum 24. til 25. november. JAN MULLER, ÅBERDEEN Nu Føroyar av ålvara eru komnar við á altjóða olju- h hetta serstak- liga eftir marknaavtaluna við bretar - er áhugin fyri føroyska landgrunninum bara vaksandi. Hóast olju- fólk hava nógv um at vera her á altjóða oljumessuni í Aberdeen, so er tað ikki sért, at eyguni eru vend móti Føroyum. Føroyski båsurin vid sinum mongu ttakarum vekir ikki sørt men i krókunum verður skortið tað kanska tosað líka nógv um tað, sum fer at koma sum um tað, sum er. Her verður sipað til eina stóra rådstevnu í Aberdeen í november, har evnid rætt og slætt eru Føroyar og olja. Tað er ein bretskur stovnur, ið kallar seg „Euro Forum“, ið hevur tikið stig til ráð- stevnuna, sum er tann fyrsta av sínum slag nakrantíð. Ein kann so spyrja, hví slík ráðstevna ikki verður hildin í Føroyum, og hví vit ikki heldur fáa oljufólk henda vegin, heldur enn at lata Ab- erdeen fáa hetta hevið! Hvussu og ikki, so verður umrødda ráðstevna nú fyri- reikað. Og skráin er eisini sera áhugaverð. Ráðstevnan ber heitið „Ensuring Succesful Ex- ploration and Production in The Faroe Íslands“ Oil and gas“. Sosialurin skilur, at tað verða nógvir føroyskir fyrilestrarhaldarar við á ráð- stevnuni. Millum teirra um- boð fyri Oljumálastýrið, føroysk og útlendsk olju- feløg, føroyskt vinnuliv og kommunur, GEM, grann- skodaravirki = og sak- føraravirki. Evnini, sum verda vid- gjørd, fevna sera vida. Her er rætt og slætt alt tad, sum hevur åhuga fyri komandi oljuleiting, frå loyvistreyt- um til lønsemi, jardfrødi, tøknifrødi, lokalídnað og supply basar. Í innbj6dingini til ráð- stevnuna verður m.a. skriv- að, at Føroya økid er tað seinasta ókannaða gkið í Norðurvestureuropa „and potentially contains larger discoveries than those being OFFSHORE EUROPE 99 EMRBEF* 398 made in mature North Sea Basins“. Sosialurin hevur skilt, at henda ráðstevnan kann met- ast at fáa stóran týdning fyri føroyska økid sum heild. Spurningurin er so, um løg- 4 tingid hevur vidgjørt og av- greitt uppskotið til 1. út- bjóðing. Tað skal eftir ætlan leggjast fyri tingið seint í oktober ella fyrst í nov- ember. ——— um