Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 171 - 10. SEPTEMBER 1999 Lagt til rættis: Eirikur Lindenskov tíðindablaðið út at koyra Luxus Lexus Lexux eitur nýggja japanska luxusbilmerkið, ið á fyrsta sinnið er komið á fóroyska marknaðin Summi merki hava eina ser- liga tign - um heimin allan. Hetta kenna vit eitt nú frá jákupskelini (Shell) og trí- hyrntu stjórnuni (Mercedes- Benz). Av merkjum við bókstavum í búmerkinum hava vit eitt nú IBM og SONY millum kendastu og mest virdu. At náa slíka við- urkenning sum serligt bú- merki, sum knýtir seg at á- vísum merki, krevur dugn- askap og áralangt stríð. Tí er tað so sjáldan, at nýgg merki leggast afturat ovast á listanum. Eitt merki, ið seinnu árini hevur vunnið sær sæti á fremstu rød er Lexus - nýggi luxusbilurin hjá Toyta. ...Ella tað er kortini ikki heilt rætt, tí hjá Toyota siga tey, at Lexus ikki er Toyota. Ein Lexus er ein Lexus. Toyota eigur bara partapeningin í nú 10 ára gomlu verksmiðjuni, sum bara framleiðir luxusbilar - vørumerkið hjá Lexus. Luxusbilurin má hava egnan samleika Tað var við tí í hyggju - at gera tann ultimativa luxus- bilin, at Toyota-samtakið fór undir nýggja bilmerkið. Við Lexus hevur samtakið eisini vidurkent, at ein nýggjur bilur í avgjørda lux- usklassanum må hava sin egna samleika - og ti valdi Toyota-samtakid at stovna eina nýggja verksmiðju - ið sum so einki hevði við Toy- ota at gera, uttan tað, at Toy- ota átti hana. Og bilurin hevur sin egna samleika, hóast eyðsætt er, at bilurin er í familju við Toyota. Lexux vunnið fram í fremstu rød í USA Navnið Lexus signaliserar luxus og autoritet. Latínska navið lex merkir lóg, so hetta hevur uttan iva verið endamálið. Hóast fyrstu Lexus lux- usbilarnir í Fóroyum enn standa í framsyningarhøllini hl uppi á loftinum hjá Reyni Service uppi í Hoyvík, so hevur merkið rættuliga vunnið fram í USA sum ein sannur luxusbilur - ein av teimum, sum amerikanarar tíma at keypa - ja, hann er hægri í metum enn so mætir luxusbilar sum Mercedes, Cadillac, BMW og Lincoln Kundin skal kenna seg væl Tað eru sum sagt liðin 10 ár síðani, at fyrsti Lexusbil- urin sá dagsins ljós. Verk- smiðjan gjørdi mótsatt oðr- um nýbyrjaðum bilafram- leiðarum við fyrst at gera tann dýra bilin - og dýrir eru teir størru bilarnir hjá Lexus, sum í Danmark nærkast hálvariaðrari mill- jón. Nú miðar verksmiðj- an eftir miðalklassanum, og er Lexus IS200 eitt úrslit av hesum. Bilurin skal kappast við hinar í klassanum, m. a. BMW, 2 OG Audi. Talsmenn fyri Lexusverk- smiðjuna vilja vera við, at verksmiðjan metti, at nógv- um kundum tørva koyri- gleðina, dýnamikkin og tað at kenna seg væl. Urslitid var Lexus 1S200. Lexus - ein klassikari Hóast IS200 á onkran hátt minnir um 300 seriuna hjá BMW - og eisini tykist vera í ætt við Toyota Avensis við eleganta kílaformaða sniði- num, so er Lexus sín egni. Lyktir og designið sum heild bera brá av, at talan er um ein klassiskan bil. Og letur tú upp motorhjálmin, so sært tú beinan vegin, at hetta er ein klassiskur bilur. Skuldi tú gitt, so fanst tú ein kompaktan, lítlan tvør- liggjandi motor - kanska ein V-motor, men so er ikki, t Lexus hevur sum góðu gomlu bilarnir ein rekkju- motor - við seks sylindar- um. Hann hevur bakhjóls- trekk, og tann 24 ventilaði motorurin gevur bilinum eina megi upp á 155 hk og Nýggi Lexus SI200 er á goymslu hjá Reyni Service í Havn. Hann er til stódd- ar nakað sum ein Toyota Avensis ella BMW úr 3'seriuni Myndir: Ålvur Haraldsen eina toppferð upp á 210 km um tíman Sportella komfortpakki Bilarnir, ið eru at síggja í framsyningarhøllini = hjá Reyni Service hava åvika vist automatisk og manuell gear. Tann vid automatisk um gearum er tann sokall aði komfortpakkin, sum m a. merkir, at bilurin eisini hevur leðursetur Hin bilurin hoyrir til sportpakkan. Hann hevur tí ein manuellan gearkassa við seks gearum. Hann hevur vanligt stoff á setrunum, men hevur uppstrammaðan undirvogn og 17" felgur. meðan hin hevur 16" felgur Tillagar sjálvur bremsu- og motortrýst Fyri at bóta um trygdina hevur hann sum standard útgerð traction control og snow mode. Við hesum ber til at koyra enn tryggari í kavaveðri. At bilurin er útgjørdur við Traction Control System merkir, at hann av sær sjálv- um minkar motoreffektina og sjálvur stillar bremsu- trykkið, tá hjólini eru um at missa fótatestið. Hetta ger. at bilurin kortini heldur veg- takið - tí hann sjálvur veit. hvussu nógva ella lítla ef- fekt, hvort hjólið skal hava. Saman vid ABS bremsu- num økir TRC motor- og bremsimegina, so akselera- tion og nidurbremsing fara fram undir nógv neyvari eft- irliti. Vanliga hevur verið grin- ið eftir fólki Føroyum, sum hava keypt sær bil við air- condition, tí hetta var ikki neyðugt í Føroyum. Men einki er meira misskilt - just i Føroyum við okkara slavna vedurlag er eitt rætt- uligt klimaanlegg sera, sera hent. Lexus hevur hetta annleggið sum standard. Tú siga, hvussu kanst sjálvur nógvan hita tú vilt hava millum eini 12 og 30 stig - og beinanvegin merkist munurin. Júst hetta saman við sera góðu komfortini annars ger, at tú fært hug at koyra ein tú suður til heitu londini við Miðalhavið - tað uppgávuna megnar hesin bilurin sum fáur AN øðrum detaljum kunnu vit nevna åhugaverda cd-annleggid, sum eisini er standard Tað er radio, bandspælari og cd-spælari alt í einum. CD spælarin kann taka seks diskar. men tú skalt ikki fy iðforisrúmið seta teir í, nei, teir trýstir tú bara í sprekkuna, sum sær tú til at kunn at taka ein disk men tekur seks - hvar ter so fara luxusútgerð, sum tú n at gjalda eyka fyri, tú aðrar bilar Lexus IS200 er ein tann finasti og best utgjørdi bilu rin tå fært i Føroyum. Hann kostar pengar meira enn vanligu Toyota- bilarnir, ið Reyni Service hevur i vøruskrånni. Men tú fært dyrari bilar i Føroyum Tann fínari av bilum kost ar oman fyri hálvtfjórð hundraðtúsund krónur Konan »stjo Ol« bilin Nú ein morgunin gjørdist ein madur i Havn rættu- liga skakkur, tå hann skuldi fara vid bilinum um morgunin. I tåninum var eingin bilur, og mad- urin meldadi ti bilin stolnan. Hann fekk kortini seinni at vita, at bilurin st6d til sølu hjå bilasølu i Havn - og at hann als ikki åtti bilin longur. Maðurin heyðu sjálvur staðið fyri bilinum, men konan, ið júst var flutt frá honum, hevði verið Tollstovuni í Havn og gjørt eigaraskiftið - hóast hon á pappírinum als ikki átti bilin. Sosialurin skilir, at tað ber einum og hverjum til at fremja eigaraskifti á bili við at gjalda 600 krónur til landskassan - men hesar reglur verða nú uttan iva táttaðar. nógvar Lexus 1S200 er ein ógvuliga finur bilur - serliga innan. Hann er vælhóskandi til fýra vaksin at koyra langar túrar við - og serligan hug fært tú til Miðalhavið...