leygardagur 18. september 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 177 - 18. SEPTEMBER 1999
Niðurstóðan hjá Sambandsflokkinum
um Hvítubók varð avdúkað á Hafnia
í gjár. Sambært flokkinum er bókin
eitt satt vónbrot, og einasta gongda
leið heldur sambandsleiðin
HOGNI MOHR
Sambandsflokkurin er ikki
at vika. Tað stendur púra
greitt eftir tíðindafundin á
Hafnia í gjár, tá formaður
floksins, Edmund Joensen,
lyfti lokinum í viðgerðini av
Hvítubók.
- Bókin er eitt satt vón-
brot, vil hann vera við.
— Eitt heilt ár hava vit bíð-
að í spenningi eftir svaru-
num í sambandi við før-
oysku fullveldisætlanirnar,
men eftir okkara metum set-
ir bókin ístaðin fleiri spurn
ingar, helt formaðurin fyri.
Higartil hava føroyskir
politikarar verið sera varnir
við at sáa iva um trúvirðið í
útgreiningararbeiðinum.
Helst hava teir hildið vanda
vera fyri at niðurgera tey
vælútbúnu fólk, ið hava
staðið fyri umfatandi ar-
beiðinum. Men Edmund
legði ikki fingarnar ímill-
um.
— Vit ivast stórliga í trú-
virðinum á Hvítubók. Sagt
hevur verið, at arbeiðið
skuldi vera óheft og sakligt,
men kortini stuðlar hon so
at siga einvíst uppundir full-
veldi, segði Edmund Joen-
sen
Vandamålini
burturkrogvad
Hóast formaður Sambands-
floksins heldur búskapar-
partin vera hin mest áhuga-
verda, hevur hann lítið gott
at bera hesum verki. Hann
heldur, at menn hava verið
alt ov bjarskygdir í spádóm-
um og niðurstøðum. For-
maðurin sigur seg vera vón-
brotnan, tí bókin sambært
honum í ov lítlan mun vísir
á vandamál.
Tað tykist, sum tilvit-
aður dentur er lagdur á posi-
tiv árin av einum fullveldi.
Vit sambandsmenn ivast t.d.
í, um tað ber til at grunda
eitt fullveldi á 5 sera góð
ár, og vit halda tískil at bú-
skaparligu metingarnar i
bókini eru alt ov veruleika-
fjarar, ger Edmund Joensen
púra greitt.
Greiðir spádómar
Verður formaður Sam-
bandsfloksins politiskt tulk-
aður eftir fundin á Hafnia,
ber til at siga, at hann og
felagar enn sum áður standa
stinnir í ríkisfelagsskapi-
num við Danmørk. Í Sam-
bandsflokkinum tykist høll-
ur sostatt ikki vera á: Sam-
band er best, og gerast
Føroyar fullveldi verða tær
eftirbátur so tað stendur eft-
iri…
Til tess at gera henda bod-
skap púra greiðan, tendraði
Edmund uppvørpuna og
visti stóra og greiða ritmynd
á vegginum. Tað bar ikki til
at tulka henda graf ødrvisi
enn, at verður >sambands-
leiðin< gingin, sum tikið
tíðindablaðið <
Sambandstungan loysnað
Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins, gjórdi púra greitt, at Sambandsleiðin tryggjar framburði í førovum
varð til, fer búskaparligi
grafurin miðvísur klintrandi
á skák uppeftir. Edmund Jo-
ensen skoytti kortini uppí,
at sambandsgrafurin væl
kundi gerast uppaftur bratt-
ari, og peikaði síðani við
høgru hond beint uppundir
hválvið.
Fullveldisgrafurin — var
harafturímóti heldur slakur
og niðurnívdur. Hann snar-
aði seg seigliga frammeftir,
og lá at kalla vatnrættur.
Viðvíkjandi hesum parti-
num peikaði Edmund álv-
arsamur niður á hotel-tepp-
ið á Hafnia til tess at leggja
dent á, at tað sum einki
Tungan er svørt
Høgni Hoydal er vónbrotin, ti Sambandsflokkurin ikki
virðir arbeiðið hjá fremstu búskaparfróðingunum í landi-
num. Landsstýrismaðurin skýrir niðurstóðurnar hjá Ed-
mundi Joensen ósannindir og illgitingar
HOGNI MOHR
— Tað er sera hugstoytt, at
Sambandsflokkurin stempl-
ar Hvítubók sum ótrúverd-
uga, er fyrsta viðmerkingini
hjá landstýrismanninum í
sjálvstýrismálum, Høgna
Hoydal, nú Sambands-
tummilin stendur steyrrætt-
ur við snippinum niðureftir.
Høgni Hoydal sigur seg
altíð hava havt virðing fyri,
at fólk gera vart við, at tey
ikki vilja vera sjålvstødug.
Men hinvegin heldur hann
tað vera frægast, um hesar
hugsanir byggja á annað
enn ósannindir og illgiting-
ar, sum hann tekur til.
— Spurt kundi verið, um
vit skulu byggja búskapar-
ligar metingar á kanningar
hjá 11 teimum fremstu bú-
skaparfrødingunum í landi-
num, ella vit skulu byggja
tær å serfrødina hjå Sam-
bandsflokkinum, sigur
Høgni Hoydal i sambandi
vid kolldøming Sambands-
floksins.
Landsstýrismaðurin sigur
tað vera beinleiðis ósatt, at
búskaparligu metingarnar
eru grundaðar á einans
fimm góð ár.
— Eg skal gera púra greitt,
at metingarnar byggja á tíð-
ina síðan 1962. Staðfest er,
at meðal vøksturin í búskap-
inum er 4% hesi ár, og bú-
skaparfróðingarnir = hava
síðani grundað sínar varligu
metingar á, at vøksturin ein-
ans verður 2%, sigur Høgni
Hoydal.
Vanligur meiriluti
Hann heldur, at Sambands-
flokkurin gongur sum í
blindum og tekur partar,
sum ikki »passa í krammið
hjá flokkinum«, úr heildini,
sum hann málber seg.
— Heldur átti flokkurin at
vidgjørt vansar og fyrimun-
ir, ljóða ráðini frá Høgna
Hoydal.
Sambandsflokkurin setir
stór krøv til meiriluta á
følkaatkvødum. Edmund
Jonsen heldur, at 80 - 90%
eru neyðug, skulu Føroyar
gerast fullveldi. Men Høgni
Hoydal heldur, at tað eru
nógvar grundgevingar fyri
vanligum meiriluta.
- Í fyrsta lagi eru ongi
søgulig fordømi í danska
ríkinum fyri ødrum enn
vanligum meiriluta, og í
øðrum lagi ber ikki til, at
ein minniluti skal ráða yvir
einum meiriluta. At enda
spyrji eg Sambandsflokkin,
hvat hann sigur til, at vit
hava eina fólkaatkvøðu um
verandi = sambandsstødu
beinanvegin; og um vit so
eisini skulu krevja 80 - 90%
í meirluta, skal heimastýrið
varðveitast...
kundi gangast nógv verri. kortini hugsan
. hvussu eigur at verða
farið fram í sambandi við
folkaatkvødurnar.
Skulu vit hava full-
er neyðugt at tvey
løgting samty kkja nygg
Stor meirilutakrøv
Hóast Sambandsflokkurin
fundarluttakaru-
num á ongum sinni verður
fyri fullveldi,
sambært
veldi,
hevur flokk-
Mynd: Alvur Haraldsen
sáttmálan, sum í minsta lagi
80 - 90% av veljarunum
hava tikið undir vid, segði
Edmund Joensen, og sam-
anbar fólkaatkvoðurnar við
treytirnar fyri broytingum í
stýrisskipanarlógini