leygardagur 18. september 1999síða 18
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- Eg havi altíð fingist við djór,
og eitt tað fyrsta eg gjørdi tá eg
kom til Havnar var at fáa mær
eitt ross, sigur Petur Nolse, sum
í dag hevur átta ross. Tvey
teirra ganga á treðni á Ternu-
ryggi, hini eru aðrastaðni.
Rossid, sum Petur stendur vid,
er tvey ára gamalt
metrar, hevur hann eina
i av ollum møgu
Harafturat
h
tveir nestar
gang og vit fáa alt fyn eitt
e u av, at Vit eru farin
ragarð onku
Vit eru á ferð í einum djóra-
garði, men vit eru ikki í útland-
inum. Vit eru á Ternuryggi í
Havn
Fyri at gera tað greitt beinan-
vegin, so hava djórini tað ein-
astandandi gott á trødni hjá Peturi
Umframt, at hann hevur bygt
teimum eitt hús at vera i, so hevur
hann eisini gjørt fuglunum eina
tjørn at spæla i, og fuglarnir stór-
trívast. Teir smæðast ikki bara tí
at ein vilstur skálamaður og ein
havnarmaður eru komnir á vitjan.
Tað er nú kortini ikki so logið,
tí teir eru vanir við slíkt.
Barnagarðarnir vitja ofta
Petur Nolsø smilist, tá vit spyrja
hann um barnagarðarnar |
- Jú, teir koma allastaðni frå. Ur
Miðvági, Sumba, av Argjum og úr
Havn. Aðrastaðni eisini. Børn-
unum dámar væl at síggja fuglar-
nar, og tey plaga at sita eina løtu
og njóta umhvorvið, sigur hann
Hann greiðir frá, at hann hevur
ikki gjørt nakað fyri at kunna
nakran um tað, men heldur, at tey
hava frætt um fuglarnar, frá onkr-
um sum hevur verið á vitjan.
- Tá tey eru farin túr, so hava
tey lagt leiðina her framvið, smíl-
ist Petur, sum ikki hevur nakað
ímóti smáu gestunum
SO plaga tey at sita uppi í
bakkanum og eta. Uppi í brekkuni
ber til at sita og hyggja oman yvir
garðin, meðan maturin verður
etin, og tað dámar teimum, sigur
Petur og peikar niðan í brekkuna.
Tá vit hava gingið eima løtu í
garðinum skilja vit væl, at børn-
um dámar væl at vitja Petur, tí
hetta má vera forkunnugt hjá
teimum smáu. Fuglar, sum eingin
I djóragarðinum
á Ternuryggi
DJÓRAGARÐUR. Tað er ikki hvør mans føri at hava so nógv og so ymisk djór gangandi í túninum. Men tað er júst tað,
sum Petur Nolsg hevur. Og hann trívist saman við djórunum, sum eisini eru vorðin fast vitjunarstaðhjá barnaggrðum og
dagstovnum bæði úr bygd og
Petur smílandi
hugsar um kunnu liva í Føroyum,
eru her, og teir síggja út til at
njóta lívið, sigur „djórapassarin“.
Brúkar hvønn leygardag
til djórini
Men hvussu fær ein maður, sum
ferðast land og ríki runt sum sølu-
maður, tíð til at ansa ollum djór-
unum. Krevur tað ikki ótrúliga
nógva tíð?
- Jú, tað ger tað sjálvsagt. Van-
ligar dagar gevi eg teimum um
morgunin og um kvøldid, tí eg
havi ikki stundir til so nógv meir,
men so brúki eg eisini hvønn tann
einasta leygardag til djórini, sigur
Petur Nolsø
Men hvaðani kemur áhugin fyri
djórum f
- Eg eri bygdamaður, ella rætt-
ari, eg eri úr Vági og vit hava
altíð havt djór í familjuni. Ti hev-
ur tað verið natúrligt at fáa mær
djór, sigur Petur Nolsø, sum er
reiðmaður burturav.
Hann hevur ikki færri enn átta
hestar, hóast bert tveir standa á
trødni.
- Mær hevur altíð dámt so væl
ross, og tað fyrsta eg gjørdi, tá eg
flutti til Havnar, var at fáa mær
ross, sigur hann og staðfestir, at
hann hevur havt ross í næstan
tríati ár.
Men fulgarnir, nær koma teir
inn í myndina?
- Tað er komið soleiðis „hen ad
vejen”. Eitt sindur í senn, sigur
hann smílandi, men sigur sam-
stundis, at hann fekk sína fyrstu
dúgvu sum 10 ára gamal drongur
í Vági
Moskus hvat?
Sløgini eru nógv. Tygara útsendi,
sum so dánt dugur at skilja ein
seyð frá einum neyti, sær hóast
alt, at tað eru nógv ymisk fugla-
sløg í garðinum.
Dvørghønurnar hava vit hoyrt
um, dunnurnar við, men meðan
hann gevur teimum, kemur ein
teirra spelandi.
- Hatta er ein loypidunna, sigur
hann og greiðir frá, at hon á
donskum kallast Jøbeand"”, so
umsett til „norðanmál“ eitur hon
kanska ein rennidunna!
- Og hatta er ein moskusdunna
.… Sigur Petur og peikar á eitt,
sum mín sann hevur dunnuskap.
men sum er meira greflig í tí.
Hetta er nú fyrsta ferðin at tyg-
ara útsendi hevur hoyrt hatta
navnið, so kom ikki og sig, at ein
ikki lærir av at vera blaðmaður ..
Moskusoksan hevði eg hoyrt um,
men ikki dunnuna.
lalt ganga einir 200 fuglar runt
á stykkinum hjá Peturi Nolsø og
hóast hann ikki hevur talið í
høvdinum, so heldur hann sjálvur.
at tað munnu vera eini 20 til 25
ymisk fulgasløg á trødni. Tað er
ikki so lítið.
Páfulgar, fasanar og kalkunir
Sum vera man, so hevur Petur
eisini fingið fatur á meira „,van-
úr bý. - Tey plaga at sita í bakkanum og eta matpakkar, tí so síggja tey oil djórini í senn, sigur
m“ fuglum. Tí sært tú eisini
toroyskar gæs, føroyskar dunnur
nnað gott ganga á stykkinum.
[5 er alt meira heimligt, um vit
kunnu siga tað so.
len tað gongur bert stutt løta,
so kemur eitt stórt eitt gangandi.
Min sann, tað er ein kalkun, sum
jur spankulårandi. Petur hevur
rt hana á dyr, tí nú fer hann at
2054 fuglunum, og hon skal eins
og hini kríartúrini eisini hava
okkurt í nevið.
Petur greiðir okkum frá, at hann
hevur seks vaksnar kalkunir. Hes-
hava nú fingið ungar, so jóla-
logurðin er bjargaður.
Selir tú so burtur av?
vei, ikki ein fuglur verður
seldur. Tað verður brúkt her tað
—
heila. Familja fær burturav, treyð-
ugt so, men tað verður einki selt,
sigur Petur Nolsø, sum eisini
greiðir frá, at hann júst hevur
ruddað út í dúgvumeinginum.
- Tær liggja nú í boksini klárar
at eta, sigur Petur og tað er jú
tann náttúrliga gongdin.
Hvør av øðrum liva må
Annars er hann ikki so lítið stolt-
ur, tá hann sigur okkum um pá-
fuglin, sum er føroyingur burtur-
av.
- Allir páfulgarnir, sum eru her
nú, eru „fóroyingar“. Hasin er
føddur ímillum trøini, sigur hann
og peikar á ein spelkan „unga“.
Petur leggur afturat, at tað er
rættiliga Ovanligt, at påfuglarnir
leggja millum trøini.
- Tað kenna tey einki til aðra-
staðni, leggur hann afturat við
einum smíli.
Beint við henda unga páfuglin
er eitt búr, har tríggir fasanar sita
Tveir vanligir og so ein „silvur-
fasanur“. Hann er ótrúliga flottur
at síggja, tí hann hevur so nógvar
litir. Men hann er eitt sindur villur
í sær, sigur eigarin.
- Eg heyði ein annan. Hann
bleiv fastur í netinum, og ístaðin
fyri at bíða, so rykti og skrikti
hann so, at beinini skrædnaðu av,
sigur Petur, sum leggur afturat, at
hann avlívaði hann beinanvegin.
Fuglar í stivlum
Sum vera man, tá so nógvir fulgar
eru savnaðir á einum stað, so er
onkur, sum brýtur nógv frá tí, sum
vit vanliga kenna í Føroyum.
Millum teir fuglarnar er ein hani,
sum „fresar“ runt á stykkinum
Haldi ikki honum hóvar, at vit
koma ov nær, og tí ger hann skjótt
av og sleppur sær um hornið. Í tí
hann fer síggi eg, at tað sær út,
sum er hann í stivlum, og eyguni
fylgja hesum skemtiliga fugli ...
Løtu seinni vísir Petur okkum
inn í húsið, sum stendur mitt á
stykkinum. Har inni halda hestar-
nir til, tá veðrið ikki er til, at teir
standa uttanfyri. Men har er eisini
eitt býli til dúgvurnar og har inni
er eisini ein dúgva í stivlum.
Stuttligt sær tað út, men dúgvu-
num dámar einki, at Alvur kemur
ov nær við linsuni á fototólinum,
so tað verður ein flaksan innan-
fyri.
Í einum øðrum búri sita nakrar
aðrar dúgvur og við eitt hevur
Petur tikið eina út, sum hann kall-
ar fyri højstjært dúgvuna, og hon
er ótrúliga vøkur at síggja til.
Altíð verið djór á trødni
Sum sagt, so hildu fólk Petur vera
øran í høvdinum, tá hann fór nið-
an á Ternurygg at búgva. Men tað
metir hann lítið í mun til tað, sum
gamli eigarin av húsunum, hevur
verið úti fyri.
- Tá hann bygdi, mugu tey hava
hildið hann verið svakan, sigur
Petur og flennir.
Hann keypti húsini frá Otto
- Ein skal geva sær stundir til at
takast við djórini. Eg havi
tíbetur eitt sovorðið arbeiði, at
eg kann taka frí nakrar dagar
fyri at gera eitthvert. Annars eri
eg um djórini um morgunin og
um kveldið. Harumframt brúki
eg hvønn leygardag til djórini,
sigur Petur Nolse
Orð: Sveinur Tróndarson Myndir: Alvur Haraldsen
Henda dúgvan sær út sum er
hon í stivlum. Tað var hon
ikki einsamøll um, tí eisini
ein hani, sum gekk so spelkin
uttanfyri var í stivlum, men
hann helt ikki gestirnir vóru
áhugaverdir, so hann spelaði
avstad, tå hann helt at vit
komu i so nær
Bech og gamla eigaranum dåmdi
væl at hava djór.
- Men hevði hann vitað, at eg
skuldi hava ross her, so veit eg
ikki um eg hevði fingið húsið,
sigur Petur og flennir.
Hann heyði annars fingið klørn
ar í eitt grundstykki úti á
Frælsinum stutt eftir, at hann var
komin til Havnar. Tað stykkið
seldi hann, og ístaðin keypti hann
„djóragarðin“ á Ternuryggi. Tað
gerðina er hann ótrúliga glaður
fyri í dag, tí hann hevur tað sum
blomman í egginum, har hann er
nú.
- Her er einastandandi gott at
vera, sigur Petur og hann hevur
ongar trupulleikar yvirhøvur við
at fáa okkum báðar at trúgva tí
hann sigur. Hann býr jú í býnum,
men kortini í haganum. Beint
niðanfyri er býarlívið og tað er
tað eisini norðanfyri har útstykk-
ingin Millum Gilja er. Kortini er
hús hansara so langt frá, at tað er
so púra friðarligt at ganga á
trødni.
Men tað er uttan iva nakað av
tí, hann hevur leitað eftir, tá hann
keypti á Ternuryggi heldur enn at
byggja á Frælsinum. Her uppi
valdar friður. Heimagjørdur friður,
- Hesin fuglurin er tiltikin
vakur, sigur Petur Nolsø
um højstjærtdågvuna. Og
hann hevur rætt. - Eg fekk
mína fyrstu dúgvu tá eg
var 10 ára gamal, so tað er
kanska ikki so legið, at
mær dámar væl dúgvur,
leggur hann afturat
Nógvir forkunnugir fuglar eru í
sum hann sjálvur hevur skapt
hann. Við djórum í garðinum, sum
annars er fullur av trøum. Hann
hevur eisini brúk fyri friðinum, tí
tað hann tekst við krevur, at hann
arbeiðir nógv.
Tað er nevniliga ikki bara sum
at siga tað at vera sølumadur. Tað
x
a '
djóragarðinum
krevur nógv av einum. Nógv
arbeiði - og nógvan frið. Og friðin
fær hann heima í djóragarðinum á
Ternuryggi.
So langt úti, at vit næstan kunnu
kalla tað uttan fyri lóg og rætt