Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 2 Nr. 177 — 18. SEPTEMBER 1999 TÓNLEIKUR. Vísusangarin Jógvan Andrias Joensen úr Klaksvík hevur funnið sær eitt friðskjól í Noregi, og hetta hevur nú givið hon- um íblástur til sína fyrstu fløgu — ein samstarvsætlan millum føroysk- ar og norskar tónleikarar. Á fløguni lýsir hann millum annað samljóð- ið millum menniskju og náttúru. Hetta vikuskiftið hevur hann tvær konsertir i Føroyum Við opnum ørmum Orð: Jógvan Hugo Gardar Myndir: Eyðun Klakkstein A eini kaffistovu, saman við lesandi. lokalum ungdómi og familjum, sum eru úti og fáa sær ein kaffimunn ella ein bita, hitta vit Jógvan Andrias Joensen. Vit eru staddir í Bøgata, høvudsgøt- an í skúlabýnum Bo miðskeiðis í fylkinum Telemark í suður- Noregi Her hevur hann saman við sambúgvanum Karin og soni- num Janusi, funnið sær eina íbúð og lesur til mentunararbeið- ara. Við síðuna av lesnaðinum fæst hann við at smíða tónleik, smíða hús og at venja yngru deildirnar í fótbólti hjá lokala felagnum Skarphedin. Tað er ein gamal dreymur, sum nú gerst veruleiki hjá klaks- víkinginum. Hann hevur í nógv ár yrkt og gjørt løg. Umframt egnar yrkingar hevur hann eisini sett løg til yrkingar hjá til dømis Christiani Matras og Bergi Djur- huus I hesum mjúka umhvørvinum, sum Telemark-náttúran er við milliónum av trøum og smáum bakkum, langt frá villu fjøllu- num i Nordoyggjum og brim- inum å Bordoyavik, hevur hann hetta seinasta årid lagt til rættis sina fyrstu fløgu, ”Soleidis sam- an”, 10 kemur i handlarnar i komandi viku. A fløguni eru 14 sangir. 10 hann hevur valt burturúr úrvalinum av tekstum, ið hann hevur brúkt tey seinastu tíggju árini til at smíða. Jógvan Andrias fór í 1986 á Visskolan í svenska býnum Kungálv, har hann av fyrstan sinni fór av gólvinum og upp á pallin at framføra egin løg. Í Kungálv hitti hann ein annan vælkendan vísusangara, Hanus G. Johansen. Teir báðir hava síðani havt tætt vinarband og samstarv, og hava eisini staðið á »Yrkingin verður til yvir eina tíð, og í hesi arbeiðsgongdini verður eitthýtt liv fest á blað. Hvussu tað eydnast mær at fáa fram tað evnið, eg havi roynt at lýsa í yrkingini, er nakað sum lesarin má gera av.< palli saman bæði i Føroyum, | Svøriki, Danmark og Noregi. Í 1996 vóru teir á ferð saman og hildu konsertir í Svøriki og Nor- egi í sambandi við 50 ára dagin fyri folkaatkvøduna í 1946. Hetta var ein ferð, sum Norsk- Færøysk Lag skipaði fyri. A fløguni hjá Jógvan Andrias er eisini røddin hjá Hanusi at hoyra, og hann hevur gjørt tvey av løgunum. - Samstarvið okkara millum hevur verið gott, og Hanus hev- ur eisini verið við til at ávirka meg tónlistarliga hesi árini. Norskan íblástur Heimafturkomin av konsert- ferðini við Hanusi kom hann í samband við norskar tónleikarar. Nú var hann klárur at fara undir sítt næsta stig. Fyrst fór hann á pall einsamallur, síðani við Han- usi, og nú sleppa vit at hoyra hann saman við einum tónleika- bólki. Jógvan Andrias hevur seinnu árini verið búsitandi í Noregi. Fyrst var hann í Oslo og í Tromsø, og fyri tveimum árum síðani flutti hann til Rauland, ið liggur ein góðan halvan tíma við bili frå Bø. Har gekk hann á fólkatónleikalinjuni á Rauland Akademi. Og tað var í hesum umhvørvinum, at dreymurin um eina fløgu av álvara fór at spíra. Hann hitti fleiri sera dugnaligar norskar tónleikarar. Saman við teimum fór hann undir at leggja til rættis nøkur løg. Teir vandu saman og seinast í juni steyndu Jógvan Andrias, Inge Dulin og Tore J. Bruvoll móti Pegasus studio í Klaksvík. I Føroyum kom føroyski basspælaranum Edvard Nyholm Debess afturat — ——|