leygardagur 18. september 1999síða 20
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——
Nr. 177 — 18. SEPTEMBER 1999
&
z
bólkinum. Og so var farið í
upptøkuhølini, tveir norskir og
tveir føroyskir tónleikarar.
- Hesir ungu norsku tónleikar-
arnir hava verið ein ótrúligur
íblástur fyri meg, og saman-
spælið okkara millum fekk meg
at fara undir at fyrireika fløgu-
útgávuna. Teir eru fyrst í tjúg-
unum og sera góðir tónleikarar,
umframt at teir sjálvandi kunnu
geva mínum føroyska tónleiki
eina norska dimensjón. Hetta er
eisini at hoyra á fløguni. Roynd-
irnar hjá Edvard Nyholm Debess
gav okkum øllum nógv, og hann
hevur so avgjørt sett sín dám á
upptøkurnar.
Sjålvur ynskir Jógvan Andrias
ikki at bólka tónleikin í ein åvis-
an bólk.
A fløguni finna vit føroyskar
sangir, vísur og balladur klæddar
í føroyskan, norskan, afrikansk-
an og latínamerikanskan búna.
Tola vit myrkur
Yrkingin hjá Jógvan Andrias
hevur oftast sín uppruna í menn-
iskjanum og/ella náttúruni. Før-
oysk oyru hoyrdu av álvara
fyrstu ferð til tónarnar hjá Jógv-
an Andrias, tá Amnesty Inter-
national gav út fløguna Am-
nesty-tónar fyrst í 90'unum. Her
átti Jógvan Andrias orð og lag til
"Ljós í myrkri", sum er ein av
teimum løgunum av hesi
fløguni, sum er mest spælt.
- I "Ljós í myrkri" royni eg at
vísa á møguleikarnar, sum vit
hava fyri at hjálpa einum menni-
skja, sum er innistongt, tí tað
hevur frælsar hugsanir, sum ikki
passa leiðsluni í heimlandinum.
Fyri meg er tað av stórum týdn-
ingi, at vit altíð royna at finna
tær ljósu og góðu síðurnar. Tí
havi eg eisini yrkingar sum
"náttúruljóð", sum er yrkt til
tiltakið á longsta degi, sum
verður hildið úti í Grøv í
Klaksvík á hvørjum sumri. Her
royni eg at vísa á, hvussu stóran
týdning samljóðið millum
L
Be,
1
menniskju og náttúru hevur at
siga.
- Norðurnorski byurin Tromsø
varð fyrst í 1997 undirkavaður,
og ein slíkur stórkavi hevur ikki
rakt býin í nýggjari tíð. Kavin lá
í fleiri metra hædd og ávirkaði
alt lív í býnum í langa tíð. Jógv-
an Andrias var staddur í Tromsø
undir hesum stórkavanum, og
tann fyrsti sangurin á fløguni
kallast "Myrkrið kínir kava”
Orðini vóru fest á lepan hesar
vikurnar í 1997.
- Hetta fyribrigdið, sum eg
upplivdi á hávetri i Tromsø,
fekk meg at hugsa um, hvat
myrkrið hevur at siga fyri okk-
um menniskju. Hvussu hava vit
tað við myrkrinum, bæði tí nat-
úrliga, og tí sum kann kallast
lívsins myrku síður. Nógv av tí
føroysku mentanini hevur havt
góðar vakstrarmøguleikar, tå
heystid og veturin komu, og fólk
hittust í roykstovuni. Myrkrið er
bæði ræðandi og savnandi; vit
koma nærri hvør øðrum, tá tað
gerst myrkt. Spurningurin er, um
lívsins myrku síður eru tengdar
at mentunarligum rákum, sum í
uppvøkstrinum festa búgv í
okkum, sigur Jógvan Andrias.
Rættin til at vera barn
Jógvan Andrias sigur, at nógv,
kanska tey flestu, børn og ung
alt ov tíðliga fáa ov stóra ábyrgd
og skulu seta seg inn í ein leik-
lut sum vaksin. Hetta er eitt
evni, sum hevur havt áhugan hjá
yrkjaranum í fleiri år, og á fløg-
uni eru nakrar av hesum yrking-
unum tiknar við.
- Ein spurningur, eg havi sett
mær, er um tað er ein gongd leið
at taka spælið frá børnunum.
Tað sær út til, at tey klára tær
nýggju og krevjandi uppgávur-
nar og kunnu taka ábyrgd av sær
sjálvum og kanska øðrum eisini;
men so finna tey út av — tá um-
hvørvid metir tey sum vaksin
at tað kunnu tey yvirhøvur ikki
Tey vaksnu eiga at stuðla børn
unum, tá tey veruliga gerast
vaksin. Hetta er ikki ein spurn-
ingur um aldur, men nær eitt
menniskja kann taka á seg tær
uppgåvurnar, sum krevjast av
einum vaksnum menniskja.
Tað er kanska ein fyribyrg
ing, at børn sleppa at verða
børn. Ti veruleikin er kanska
tann, at tey sum eru vaksin hava
sæd, at tey ikki klåra at styra
hesum heiminum, og tiskil
skjótast til ber vilja lata ábyrgd-
ina yvir á børnini.
Kennir seg aftur
A "Soleiðis saman" hitta vit ein
persón, sum er komin fram við
ungdómstíðini, og er farin at
seta spurningar. Í tekstinum "Til
at liva við" hitta vit týðuliga
hendan persónin.
- Hetta er ein spurningur um
at tora. Persónurin er komin
víðari, tá hann torir at seta
spurningar. Tá hann er vorðin
vaksin gerst hann meir opin fyri
tí, sum kemur, og hevur ikki
sama ótta fyri framtíðini. Ja, vit
eru opin fyri tí, sum er og tí sum
kemur, sigur Jógvan Andrias.
Persónurin á fløguni hevur
verið igjøgnum ymiskt, og tå er
»Myrkrid er bæði ræðandi og savnandi; vit
koma nærri hvør øðrum, tástað gerst myrkt.
Spurningurin er, um lívsins myrku síður eru
tengdar at mentunarligum rákum, sum í
uppvøkstrinum festa búgv í okkum.«
lætt at seta spurningin, um hetta
er Jógvan Andrias og hansara
lívsroyndir, vit hitta. Hetta er tó
ikki heilt so einfalt, sigur hann.
- Ein og hver lesari kann
knýta tekstin hjá einum yrkjara
til yrkjaran persónliga. Tað er
min von, at tað eg skrivi, hevur
eitthvørt, sum lesarin ella lurtar-
in kann kenna seg aftur i. Hetta
er tó ikki tað, eg fyrst og fremst
21
„Fyri meg er tað av
stórum týdningi, at
vit altíð royna at
finna tær ljósu og
góðu síðurnar.<
havi í huganum, tá eg skrivi eina
yrking. Yrkingin verður til yvir
eina tíð, og í hesi arbeiðsgongd
ini verður eitt nýtt lív fest á
þlað. Hvussu tað eydnast mær at
fáa fram tað evnið, eg havi roynt
at lýsa í yrkingini, er nakað sum
esarin má gera av
Eitt og hvert listaverk g
esara ella hyggjara møguleikar
til at kaga inn í hugaheimin hj
istarfólkinum. Nú gevur Jógvar
Andrias okkum møguleikan at
kaga inn í hansara hugaheim, og
við opnum ørmum gevur hann
okkum hendan møguleikan
Kaffikoppurin er tómur. Vit
fara út í Telemarknáttina. Jógvan
Andrias skal gera seg kláran til
at fara heim til Føroyar. Í kveld
spælir Jógvan Andrias saman
við sínum tónleikarum í Atlantis
í Klaksvík. Í morgin eru teir á
gamla meiarínum í Havn. Í
komandi viku kemur fløgan