Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i í í { 3 i AA Nr. 177 — 18. SEPTEMBER 1999 FÓTBÓLTSSPÆLARAR. Nýggj hålendsk kanning vísir, at fótbóltsspælarar eru ikki so gløggir sum onnur ítróttarfólk 17 ann býtti fótbóltsspælarin Eyðun Klakkstein Tekning: Jógvan á Høvdanum (y) Tað eru nógv, sum ongantíð hava sæð tað skilagóða í, at trøllvaksnir menn skulu leika soleiðis í, bara tí teir fáa eina leðurkúlu tveitta fyri føturnar. Og tað er eisini lív í klichéini um, at fótbóltsspæl snýr seg um at renna eftir einum bólti í ein heilan dyst, og tú fært fatur á bóltinum, sparkar tú hann frá tær aftur. Og kanska skulu fótbóltsspæl- arar ikki hava ov nógv millum oyruni. Ein kendur bretskur venjari segði einaferð, at honum dåmdi best spælarar, sum ikki vóru ov klókir ella góðir til annað enn fótbólt, tí so kundu teir samla sínar tankar um at spæla bólt. Men tað eru eisini onnur fót- bóltsfólk, sum halda okkurt annað. Ein teirra er tiltikni hå- lendski fótbóltsspælarin Johan Cruyff, sum eisini hevur verið venjari hjá europeiskum stórfel- øgum. Hann er endurgivin fyri at siga, at fótbóltur er 80% mill- um oyruni — ergo tað ræður um at hugsa í fótbólti. Men nú hava landsmenn hjá tí mæta Cruyff funnið út av, at tað er líkt til, at fótbóltsspælarar - ið hvussu er onkrir — hava nakað av deyðavatni í høvdinum. Í øllum førdum vísur ein nýggj hálendska kanning, at fótbóltsspælarar eru ikki eru so kringir til at minnast, hava ikki so stórt orðatilfeingi og hugsa ikki eins skjótt og fólk, sum renna ella svimja. Kanningin var almannakunn- gjørd í tíðarritinum hjá ameri- kanska læknafelagnum, JAMA, í síðstu viku. Orsøkin til hetta er sambært kanningini, at fótbóltsspælarar brúka skallan til at stúta bóltin við, og tað gevur smærri og stórri heilaskjálvtar. Hetta gong- ur so út yvir minni og evnini til at hugsa skjótt. Fótbóltsspæl gevur heilaskaðar Tað eru fólk á St. Anna Hospital í Geldrop í Hálendi, sum hava gjørt kanningina. Kanningar- leiðari hevur verið Erik J. T. Matsen, og kanningin, sum tey hava gjørt av 33 amatørf6tb6lt- spælarum og 27 ødrum royndar- fólkum, sum renna og svimja, er gjørd millum september mánaða í 1997 og mei mánaða í 1998. Kanningin er gjørd við 16 ymiskum royndum av fótbólt- spælarum og øðrum ítróttarfólki, og hon vísur, at meira enn triðji- hver fótbóltsspælari í kanningini hevði vánalig evni til at leggja til rættis, meðan tíggjundi hvør av hinum royndarfólkunum høvdu sama trupulleika. Tá kannað varð, hvussu væl fótbóltsspælarar minnast, var eisini greiður munur millum teir og hini fólkini. 27% av fótbólts- spælarunum mintust illa, meðan bara 7% av hinum royndarfólk- unum stríddust við hesar kvalir. - Hesi úrslit benda á, at fót- bóltsspæl kann geva minni heilaskaðar, sum ávirkan evnini til at leggja til rættis og at minn- ast, siga Erik J. T. Matsen og hansara fólk í kanningini. - Orsøkin til hesar skaðar er helst at finna í tí, at fótbólts- spælarar í miðal stúta bóltin 8,5 ferðir í einum dysti, og at teir eisini fáa onnur sleg í høvdid Granskararnir vísa á, at hóast heilaskaðarnir eru litlir, er talan um ein heimsumfatandi heilsu- trupulleika, sum kann raka teir 200 milliónir fótbóltsspælar- arnar, sum eru skrásettir hjá altjóða fótbóltssamgonguni FIFA. Av hesum er nakrir túsund at finna her á landi Tí er neyðugt við kanning um av fótbóltsspælarum og til- tókum, sum kunnu fyrbyrgja hesar heilaskaðar, halda tey, sum hava gjørt kanningina Drekka meira Granskararnir koma ikki inn á, hvussu teir kundu ímynda sær, at fótbóltsspælarar skuldu verið vardir móti sløgum í høvdid. Men tað er trupult at ímynda sær fótbóltsspælarar við stórum skinnara um allan skallan — nakað vit kenna frá boksi- dystum. Men kanska er loysnin hon, sum onkrir fótbóltsspælarar langt síðani hava tikið til sín — at lata verða við at stúta bóltin... Granskararnir hava lagað úrslitini av kanningini eftir øll- um hugsandi umstødum, so sum heilaskjálvtum, sum ikki koma av bóltspæli, nýtslu av rús- drekka, útbúgvingarsteði og øðrum, og tað er eftir hesar justeringar, at greiði munurin millum fótbóltsspælarar og hini royndarfólkini er at finna. Í kanningararbeiðnum komu granskararnir samstundis fram á, at fótbóltsspælarar drekka meira rúsdrekka, enn onnur ítróttar- fólk, men hetta sigst ikki hava eins so stóran týdning og stút- ingin. Og við kanningin hava tey, sum halda at fótbóltsspælarar ikki eru sum vanlig fólk, fingið okkurt at halda seg til — enntá eina vísundalig kanning. Og kanska skulu fótbólts- spælarar so lata verða við at skjóta áskoðarum í skógvarnar, at teir hava ikki og nógv millum oyruni. Tað er kanska hinumegin girð- ingina, at deyðavatnið er at finna...