týsdagur 21. september 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 178 - 21. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
Doyðu í ferðsluvanlukku
Suðuroyggin syrgir. Í vikuskiftinum rakti ferðsludeyðin
oynna; og hann rakti meint. Tveir unglingar lótu lív og
tveir aðrir vórðu illa lóstaðir. Annar teirra so illa, at tað
framvegis stendur um liv
HOGNI MOHR
Klokkan er farin av tvey
leygarnáttina, tá ein bilur
við fýra ungum monnum
kemur koyrandi suðureftir
landsvegnum millum Tvør-
oyri og Øravik. I undan-
brekkuni móti Øravikar
bygd er eitt vandamikid og
nógv umtalað sving, ið byrj-
ar við einum rulluporti.
Veðrið hesa náttina er gott,
og vegurin púra turrur, men
í svinginum missir hin 18
ára gamli førarin tamarhald-
ið á tí 13 gamla Daihatsu
Charmant bilinum, sum fer
upp at slongjast og renir út
av.
Nógv ferð er á bilinum;
hann heldur fram gjøgnum
veitina og brestur beint í eitt
múrað transformator-torn,
ið stendur beint við vegin.
Bresturin er so harður, at
teir báðir tvøroyrarmenni-
nir, førarin og hin 19 ára
gamli undir liðini, doyggja
á staðnum. Hinir báðir, ið
sita aftan, eru eisini illa
skaddir: annar so illa, at tað
stendur um lív. Maðurin, ið
sleppur best frá vanlukkuni,
hevur brotið bæði armar og
bein, men er ikki í lívs-
vanda.
Fluttir til Havnar
Ein bilur var beint í hølu-
num á vanlukkubilinum, og
tí varð boðað frá tilburði-
num alt fyri eitt. Løgreglan
í Suðuroynni fekk fráboð-
anina um Tórshavn klokkan
2.27, og teir vóru skjótir á
staðið. Longu tá vóru sjúkr-
abilur og lækni komnir
fram. Roynt varð at fáa teir
fastkleimdu unglingarnar
aftan leysar, og tað eydn-
aðist, áðrenn bjargingarfel-
Teir deyðu vórður mintir
við blómum og
kertuljósum á staðnum
Her doyðu tveir unglingar í høpisleysari bilvanlukku leygarnáttina
agið í Vági kom til Øravikar
við tí hydrauliska saksinum
í oynni. Hóast teir tríggir
bjargingarmenninir úr Vági
vóru sera skjótir á staðið,
var einasta teir kundu gera,
at skera teir deyðu leysar.
Teir báðir illa løstadu
menninir vórðu í fyrsta um-
fari fluttir á Suðuroyar
Sjúkrahús, men seinni á
morgni kom tyrlan eftir
teimum flutti teir á
Landssjúkrahúsið.
Høpisleysa vanlukkan
gav endurljóð um alla Suð-
uroynna, verður sagt hað-
ani. Fólk vóru skelkað, og
oll ítróttar- og dansitiltøk
vórðu avlýst. Einasta, ið var
í tonkunum á fólki, var
syrgiligi tilburðurin. Sum so
og
mangan áður. tá ungfólk
lata lív í ferðsluni, varð
spurt, hví. Og heldur ikki á
hesum sinni tyktust fólk fáa
svar
L
SIK AIR ÍNA Vi A II
Hugsar tú figgjarstýring,
hugsa so Formula Foroyar!
Formula Føroyar hevur umboðað Navision€ figgjarstyringsskipanir síðani 1986, og er
sostatt elsta Navision&-umboå í landinum
Set teg í samband við okkum, og vilja vit finna
FA Al
Navision og Navision Financials eru skrásett vørumerkir hjá Navision Software a/s, Frydenlund Allé 6, DK-2950 Vedbæk, Danmark
KIK
NAVISION FINANC!
røttu loysnina. Vit kunnu hittast å tel. 311 115 ella
á teldupostadressu navisionQformula.fo
Kring landið eru hundraðtals figgjarstyringsskipanir, sum Formula Føroyar hevur sett
upp!
Formula Føroyar hevur 18 fakfólk, sum kunnu ráðgeva í ollum tættum innan
figgjarstyring og figgjarstyrings-tøkni!
Formula Føroyar er einasta fullmannaða, góðkenda Navision& Solution Center í
landinum. Vit hava serútbúgvin fólk í Navision& og Navision Financials8, sum kunnu
ráðgeva tygum í kravfesting, uppsetan av bókhaldi og verksetan av skipanum:
- Bókhaldskon, figgjarfrødingar, grannskoðara og løgfrøding
: Forritarar við upp til 13 ára royndum í forritan av Navision&-figgjarstyringsskipanum
: Roynd netfólk við hægstu sertifisering (Microsoft Certified System Engineer)
for ula
NAVISION“
solution center