Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 178 - 21. SEPTEMBER 1999 Strandferðslan upplýsti, at hon heyði fingið eina bundna uppgávu frá Landsstyrinum. Og tað var at fyrireika eitt skip til suðuroyvarleiðina burturav. Á kunningarfundinum í Øravik fingu fólk tískil at vita, at n tíðindablaðið í uttanlandssigling, tí so skuldi hann havt nógv fleiri koyggjur krøvini verða til bjargingar- útgerðina, tað eru vestar og flakar. Hetta bara fyri at nevna nøkur heilt fá av teimum mongu viðurskiftum, sum Magnus Magnusen reksaði upp , og sum gjørdi Smyril ótíðarhóskandi. Harafturat brúkar Smyril ov nógva olju,og tað elvir til óneyðuga umhvørvis- dålking. Og so er ov négvur larm- ur umbord. Kostar 240-250 mió. Magnus Magnussen segði, at í ár er ein millión sett av á fíggjarlógini til at fyrireika og projektera tað nýggja suðuroyarskipið fyri. Men á langtíðarfíggjar- lógini, hevur landstýrið ætl- að at seta 60,5 milliónir av á fíggjarlógini fyri komandi ár, 60 milliónir á fíggjar- lógini fyri 2001 og haraft- urat 70 milliónir í 2002. Tilsamans er sostatt ætl- anin at seta 191,5 milliónir av til nýggja Smyril. Men hetta fer neyvan at røkka til. Ti tekniski stjørin å Strandferðsluni sigur, at fyribils metingar siga, at nýggja suðuroyarskipið fer at kosta einar 240-250 milli- Ónir. Sostatt fara einar 48,5- 58,5 milliónir at mangla í. Og tí fer Strandferðslan nú at biðja landsstýrið seta meiri pening av til skipið. Framstig á nógvum økjum Og eftir upplysingunum å fundinum vid Suduroyingar at døma, er tad greitt, at tann nýggi Smyril verður eitt stórt framstig á nógvum økjum, afturímóti honum, sum er. Ferðafólkatalið verður á- leið tað sama. Tvs, at nýggi Smyril fer at taka 800 ferðafólk um summarið og 500 um veturin. Men umstødurnar hjá ferðafólki verða munandi betri, enn tær eru nú. - Luftskiftið verður betri, gongubreyt verður niðri á biladekkinum. Hetta verður gjørt, tí enn fyriliggur onki um, nær verulig landgongd verður gjørd í Suðuroy, sum fólk sleppa umborð og í land eft- ir. — Fult utgjørt sjúkrakam- ar verður umborð, eins og eitt kamar verður á bila- dekkinum til líkkistur. Ferðafólkarúm, WC, gongir og lyftir fara at lúka oll krøv, spælipláss verður umborð til børn, hóskandi ferðafólkarúm, we, gongdir og lyftir verda gjørd til rørslutarnad. Og umborð verður eisini eitt fundar- og arbeidshøli til 20-25 fólk, umframt at nøkur arbeidskømur verða til einstaklingar vid ymsari útgerð, eitt nú stikki til teldu. Sostatt fer tað bæði at bera til hjá bólkum at hava fundir umborð, meðan siglt verður, og tað fer at bera til hjá fólki at arbeiða einsa- møll í friði og náðum, og hjá skúlaungdómi at gera heimaarbeiði fyri at nevna nøkur dómi. Ikki minst verður tað niðri á biladekkinum, at stór framstig verða. Nýggi Smyril fer at taka um 200 bilar afturímóti teimum 110 bilunum, sum hesin Smyril tekur. Hann verður einar 20 metrar breiður, tað er næst- an fýra metrar breiðari enn Smyril sum er. ; Biladekkið og portrið verður bæði breiðari og hægri enn á hesum Smyr- linum, og ferðafólk og bilar skulu verða heilt hvor fyri seg. Somuleiðis skal olju- nýtslan verða so lítil sum møguligt, eins og larmurin umborð á tí nýggja skip- inum verður nógv minni enn á hesum Smyrli. Magnus Magnussen segði, at nýggi Smyril verð- ur um 100 metrar langur. Tað er ein sera hóskandi stødd, sum gevur møguleik- ar fyri bíligum rakstri - Ferðin er nýggja Smyrli er sett til 18 míl. Summi halda, at tað er nakað seint, tí tað styttir bara ferðina ímillum Havn og Suðuroynna eitt korter. — Tað ber eisini til at seta stórri motorar í hann, so at hann siglur eini 20 míl. --Men so brennur hann eisini meiri olju. Bara innanoyggja Magnus Magnussen upp- lýsti, at í sambandi við nýtt suðuroyarskip, hevði Strandferðslan fingið eina bundna uppgávu frá lands- stýrinum. Tað vóru onkrir áhoyrar- ar, sum vildu hava at vita, um uttanlandssigling, til eitt nú Skotland, varð tikin við í metingunum, nú nýtt skip varð fyrireikað. Men har svaraði Magnus Magnussen greitt nei. Vit hava fingið eina bundna uppgávu frá Lands- stýrinum, og tað er at útvega nýtt skip til inannoynngja sigling burturar. — Tað er ein politisk avgerð, at Strandferðslan skal ikki sigla uttanlands, legði hann afturat. Tað skiltist eisini á hon- um, at skuldi tann nýggi Smyril eisini sigla til Skot- lands, kravdi tað eitt nógv ødrvisi skip enn tað, sum talan nú er um. — Eitt nú er onki sum eitur dekspláss í millumlanda- sigling longur. Tí nú er tað eitt krav, at øll skulu ferða- fólk í millumlandasigling skuldi hava hver sína koyggju. Og tað letur seg ikki gera við nýggja Smyrli, tí eftir ætlanini skal hann bara hava einar 100 koyggjur, sum fólk kunnu fáa sær, tá ið veðrið er ringt, ella av ødr- um orsøkum. Men tað var eisini onkur sum helt, at tað var skeivt at tengja suðuroyarsigling- ina og uttanlandssiglingina | i g ýggi Smyril kann ikki brúkast saman. Tí tey eru tvey ymisk mál, sum skulu loys- ast hvor sær. Tí vit vita av royndum, at hvørja ferð á stendur, verður tað suður- oyarsiglingin, sum verður við sviðusoð. Tann nýggi Smyril skal vera eitt suð- uroyarskip burturav, var tann heilt avgjørda niður- stødan. Ein annar áhoyrari vildi hava at vita, hvat ætlanin er at gera við møguleikarnar hjá ferðafólki at koma umborð og íland í Suður- oynni, um ætlanin t.d. er at gera terminal og landgongd í Suðuroy. Men tað er ikki tikið við í kravfestingini, segði tekn- iski leiðarin á Strandferðsl- uni og hann helt ikki, at hetta var eitt mál hjá Strand- ferðsluni. AK! BERTHOLDSEN Eitt nýtt suðuroyarskip fer at kosta so nógvan pening, at tað verður neyvan talan um hjá suðuroyingum at tosa um annað skip í næstu fram- tíð. A upplýsandi fundinum í Øravik leygardagin um nýggju suðuroyarferjuna, helt Jógvan Krosslá, bý- ráðsformaður í Vági, at tað var neyðugt, at suður oyingar fingu høvi til at kanna allar møguleikar, so at vit fáa eitt skip, sum tænir suðuroyingum best Tí skeyt hann upp at bý- og bygdaráðsformenn í Suðuroy komu saman í ein felagsskap sum skuldi viðgera ætlanina at byggja nýtt suðuroyar skip Hesin felagsskapurin eigur so at taka upp sam- band við vinnulív og onn- ur um, hvørji krøv tey seta til eitt nytt suduroyar- skip. Vit eiga at koma vid tilmælum og at taka bein leiðis samráðingar við Strandferðsluna og lands stýrið um tað nýggju fer) una og um, hvat rættast er at gera Tað kann ikki vera rætt at fara undir eina so dýra ætlan uttan at hava tikid í minsta lagi komm- | unurnar við uppá ráð, Smyril í nevnd men eisini vinnulívið Hann heit eisini, at verður rætt atborið, kann hetta vera við til at geva okkum góðar møguleikar at mennast í Suðuroynni Men við eini skeivari íløgu, kann tað øvugta henda Og tað er, at tað verður ongin menning í oynni Tad er júst tað, sum nú hendir í Suðuroynni Her er ongin menn- ing, tí tað er alt ov tungt dýrt hjá teimum, sum standa fyri vinnulívinum Av tí saman mennir vinnan seg bara í megin økinum Og har sum vinnan er, har til flytir eisini fólk ið. Hann segði, at hann ætlaði sjálvur at taka stig til at kalla by- og by gda ráðsformenninir saman Og hann spurdi at enda um tað bar til hjá teimum at koma til Strandferðsl una við urslitinum av ar beiðnum Magnus svaraði. Magnusser at tað vóru teir vælkomnir til. Men hanr var ikki vid uppá, at ongin var tikin uppá ráð, enn hevði Strandferðslan 150 stovnum og ti áðr sent } virkjum og kommunum í Suðuroynni tilfar og biðið um viðmerkingar. Men bara 10 høvdu svarað aft ur. [ Sosialurin í morgin: Katamaranur kann ikki brúkast til Suðuroyarsigling Hovuðsyvirlit Hetta er í hóvuðsheitum munurin á Smyrli og skipinum, sum ætlanin er at byggja Ferðafólk Akfør Dekshædd Koyggjur Sjúkrakamar Longd p.p Longd í alt Breidd Dýpi —- Dypid til yvirdekk Arbeiðsferð BT BRT NT NRT Høvudsmotorar Megi Hjålpimotorar Skrúvur Síðuskrúvur Nýtt skip 800 (um summarið) 500 (um veturin) Umleið 200 Uml. 4,6-5 m Umleið 100 ] Umleið 95 m Umleið 100 m Umleið 20 m umleið 4,5 m min 9-10 m 18 míl 4 4 x 3.000 HK 1(2) 2 I (2) x 1000 HK Smyril 800 (um summarið) 495 (um veturin) 110 4m 182 l 87,52 m 92, 66 m 16,52 m 4.65 m 8,65 m 16,5 mil 3.937 2.430,07 1.181 1.003,16 4 4 x 2.520 HK 2 x 750 HK 2 (tvey róður I (800 HK)