Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. september 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið NR. 180 - 23. SEPTEMBER 1999 Dioxin og PCB í fiski Ur fleiri heraðshornum verður stuðlað uppundir niðurstóðuna av heilsu- granskingini í sambandi við sjómat og árinini á menniskju, sum m.o. Pál Weihe hava tikið lut í. Í farnu viku varð ein bretsk kanning almannakunngjórd HoGNi MoHR Foroyski granskar Pál Weihe. vísti fyri stuttum á tid rd heim e sera óhepnar eiðingar fyri havum retskir serfrødingar í etls m ávara ímóti av feitum fiski: ser gas i vanlig Mælt er mettan ski fleir ferðir kuna. Sagt verður. at verður tilmælið ikki fylgt, er vandi fyri upphóping av dioxini og PCB í líkami num Tað vóru bretsku heilsu og landbúnaðarmálaráðini, sum settu serligu kanning arnar í verk, og urslitini tykjast ræðandi fyri heims samfelagið. Staðfest verður neyniliga, at PCB- og diox innøgdirnar í kannaðu fisk avørunum stava frá ídnað arvirkseminum kring knøtt in, og at bert smáar nøgdir kunnu elva til krabbasjúku og skaða á børn í móðurlívi Royndirnar av matinum tveimum vórðu tiknar á fiskamarknadum, åvikavist i London og i Aberdeen, matvørubudum kring londini eimns og 1 Ongin åvaring Bretsku myndugleikar hava sambært heimildarfólkum i landinum roynt at hildið úrslitini aftur. og fyribils hava tilrådingarnar hjá ser frødingunum ikki havt við sær almenna ávaring. Or søkin verður hildin at vera, at stórídnaðurin jú eftir oll um at dóma er syndabukk urin, og at talan tískil er um eitt sera eymt mál. Bretski landbúnaðarmálaráðharrin stuðlar almannakunngerðini av kanningarúrslitunum, men heldur kortini ikki at heilsuávaring er neyðug í hesum sambandi. Vit hava fingið at vita, at mørkini fyri vandaevnum í fiskinum ikki eru brotin, og at ein åvaring tískil ikki er kravd, sigur ein talsmað- ur í bretska landbúnaðar- málaráðnum Erlendur Patursson fyrrverandi formaður Tjóðveldisfloksins varð serliga væl eftiransaður Føroyingar undir amerikanskum luppi Svartabók: Amerikanskt skjalatilfar inniheldur so persónliga nærgangandi og niðrandi upplýsingar um fóroyingar, at nevndin, ið hevur skrivað ,, Føroyar í kalda krígnum“, troystar sær ikki at kunngera tað NICLAS JOHANNESEN Beinleiðis persónlig viður skifti hjá føroyskum polit- ikarum og øðrum týðandi monnum eru komin undan kavi í kjalarvørrinum á av- gerðini ,1 1996 hjá Føroya Løgtingi, at seta nevnd at fáa innlit í amerikansk og donsk skjól viðvíkjandi Føroyum undir kalda krígnum Tað „ber til at skriva eina hampiliga Føroyasøgu frá seinra heimskriggi og fram- eftir við nevnda tilfari sum grundarlagi“, staðfestir Ják- up Thorsteinsson í sínum samandrátti Hinvegin verður bert lítil partur kunngjørdur í svrtu bók. Nevndin metir, at nógv av skjalatilfarinum hevur ..so persónliga nærgangandi og niðrandi upplýsingar“, at nevndin vil ikki almanna- kunngera henda part. „Um politisku myndug- leikarnir vilja hava hetta lagt alment fram, verður mælt til, at løgfrødingur metir, um hetta kann verða gjørt, uttan at samstundis brot verður gjørt á føroyska og danska lóggávu um skjalasøvn, málsinnlit og reglurnar fyri at nýta og almannakunngera skjól í almennari varð- veitslu“, verður sagt í svørtu- bók Í hernaðarligu kabalini hjá USA og NATO vísti tað seg, at Føroyar høvdu alstóran strategiskan tydning. „So skilligt er, at tað í teirra eyg- um hevur verið neyðugt at kanna landið og fólkið“ Leverandørar til State De- partment i Washington vóru eitt nú rikisumbodsmadurin í Føroyum og so ein dul- nevndur „the reporting offi- cer” Hesin seinni hevur skriv- að drúgvar frágreiðingar um ymsu persónarnar, ið mynd- aðu politisku pólarnar í Før- oyum í fimtiárunum Óttaðust Tjóðveldisflokkin Størsta óttan hevði USA fyri formanni Tjóðveldisfloksins Erlendi Paturrssyni. „The re- porting officer” var á ferð í Kirkjubø við føroyska tjóð- skaparmanninum, ið eisini var formaður í Fiskimanna- felagnum og blaðstjóri á 14. September um hetta mundið. Tvær aðrir mætir tjóðveld- ismenn — Jákup í Jákups- stovu og Hanus við Høga- dalsá — vóru eisini við á hesi útferð, sum amerikanski sneytarin fekk í lag. „Why do they call you a communist?“ skal „the re- porting officer" hava spurt Erlend Patursson, ið flenti eitt sindur og segði: „Av somu orøsk sum tey kallaðu meg nazist aftaná kríggið, og av somu orsøk sum McCart- hy var vanur at kalla fólk kommunistar. Tey kalla teg altíð kommunist, tá tey ikki eru samd við teg, ella tá teimum ikki dámar teg.“ Staðfestingin hjá amerik- anska embætismanninum var, at Erlendur mundið ikki vera so vandafullur kortini ikki so fanatiskur og dog- matiskur, sum „the reportin officer” frammanundan hevði roknað við. Erlendur Patursson var um hetta mundið mettur at vera tann størsti mótstøðumaðurin av donskum valdi í Føroyum og av NATO Hinvegin var ein annar tjóðveldismaður, Jákup í Jákupsstovu, táverandi skrivari hjá Fiskimannafel- agnum mettur at vera tann mest víðgongdi av amerik- anska sneytaranum, meðan Hanus við Høgadalså sam- bært „the reporting officer" legði dent á anti-militarist- isku sjónarmið føroyinga. Amerikumaðurin kannaði seg eisini fram til, at Hanus var væl umtóktur maður í Føroyum, skilagóður og sinniligur. Framúrskærandi Djurhuus Tað vóru kortini ikki bara møguliga fíggindasinnaðir tjóðveldismenn, sum fingu pláss í amerikansku skjala goymslunum. Eisini løgmadurin megin- partin av fimtiårunum Krist- tan Djurhuus varð kannaður. Hann varð sagdur at vera ein framúrskarandi maður í teirri kanska mest víðagitnu ættini í Føroyum. Sam- bandsmaðurin varð mettur at vera mest týðandi persón- urin í Føroyum um hetta mundið. Vinarligur og virð- iligur varð metingin hjá the reporting officer”, sum í fleiri umførum hitti tåver- andi løgmann. Kristian Djur- huus var tann maðurin, ið Føroyum, sum bæði dansk- arar og amerikumenn høvdu mest álit á. Johan Djurhuus, sonur løgmann og eisini limur í Sambandsflokkinum, var um hetta mundið ovasti em- bætismaður í Føroyum. „The reporting officer” fekk eisini fatur á honum, og prátaði við føroyska em- bætismannin. Eitt nú spurdi amerikumaðurin Johan, um tað mundið vera nakað um prátið, at 14. September fekk kommunistiska fígging úr Íslandi. Hesum trúði Johan onki upp á. Embætismaðurin helt eisini, at hóast Erlendur var hugsjónarmaðurin i Tjóðveldisflokkinum, so var tað Jákup í Jákupsstovu, sum „ánsast skuldi eftir“. Hann hevði meira „drive“ og var vissuliga meira radikalur og fanatiskur enn hinir leiðar- arnir í Tjóðveldisflokkinum. Misbrúk álit Svartabók staðfestir, at hes- in amerikanski embætis- maðurin, sum vitjaði í Før- oyum i fimtiårunum, hevur misbrúkt álitið hjá góðvarn um føroyingum. „Tað er hugsandi, at tað, sum føroy- ingar bert hava skilt sum vanligt prát við fremmanda- mannin er vorðið til heisar óivað politiskt týðandi per- sónslýsingar.“ Bert lítil partur av hesum upplýsingum eru tiknar við í svørtub6k. Tað vóru heldur ikki bert politikarar og em- bætismenn, ið sneytað varð eftir. „Nærum hver tann einasti persónur, ið varð hildin at hava nakað upp á seg í før- oyskum politikki og samfel- agsvidurskiftum, varð lýst- ur og skrásettur í am-erik- anska arkivinum“, sigur Ják- up Thorsteinsson, ið hevur kannað skjølini.