Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. september 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 180 - 23. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið Norski fiskimálaráðharrin vitjar Jorgen Niclasen Toskastovnurin í Barentshavinum hevur seinastu árini verið í stórari minking, orsakað av ovurfisking, og fer hetta ivaleyst eisini at merkjast á kvotunum, sum fóroyski flotin fær tillutaðar á komandi samráðingunum JÁKUP MORK Týsdagin var norski fiski- málaráðharrin Peter Angel- sen á fundi við føroyska starvsbróðir sin, Jørgen Niclasen. Endamálið við fundinum var fyrst og fremst, at betra samstarvið landanna millum, eins og tosað varð um møgulig framtíðar samstarvsviður- skifti. Á tidindafundinum, sum varð hildin beint eftir samráðingarnar, duldu teir báðir ikki fyri, at fundurin var tiltrongdur, við tað at samstarvið og samskiftið landanna millum, ikki altíð hevur verið tað besta sein- astu árini Etlanin var, at fundurin skuldi haldast fyrr í ár, men við tað at val hevur verið í Noregi, varð ikki gjørligt at halda fundin fyrr enn nú. Sum nevnt var endamálið við fundinum at betra sam- starvið landanna millum, og tóktist Jórgen Niclasen at vera sera fegin um, at part- arnir báðir nú høvdu fingið eitt nógv betur innlit í við urskiftini hjá hverjum oðr- um, soleiðis at støðurnar tykjast nógv greiðari, áðr enn komandi samráðingar nar um kvotubýtið. Harum- framt er ætlanin, at londini framyvir skulu samstarva í nógv stórri mun, tá talan er um fiskastovnar, sum ferð- ast á bæði norskum og før- oyskum øki. Serliga verður her hugsað um at javna veiðutrýstið á makrel- og svartkjaftastovnin soleiðis at veiðutrýstið eftir hesum fiskasløgum er hitt sama, sjálvt um fiskurin ferðast á ymsum økjum. Jørgen Nic- lasen vónar harumframt, at eitt økt samstarv landanna millum kann síggjast aftur á tann hátt, at føroysku á hugamálini verða betri røkt á komandi samráðingunum um kvotubýti í Barents havinum. Fiskimálaráðharrarnir vóru á einum málið um, at tað hevur alstóran týdning, at veidutrystid á stovnin verð ur javnað í somikið góðari tíð, at ein niðurgongd í fiskastovnunum ikki kemur at fáa svíðandi avleiðingar fyri fiskiflotan. Ætlanin er sostatt, at fiskiskapurin skal lagast til stovnin, soleiðis at sum mest verður fingið burturúr stovninum, sam stundis sum talan er um ein burðardyggan stovn. Ser liga legði Peter Angelsen dent á, at tað framyvir verð- ur ein støðug avbjóðing at laga fiskiflotan og harvið veiðutrýstið til fiskastovn- arnar. Minni toskur til føroyingar Toskastovnurin i Barents havinum hevur seinastu år- ini verið í stórari minking. orsakað av ovurfisking, og fer hetta ivaleyst eisini at merkjast á kvotunum. sum føroyski flotin fær tillutaðar á komandi samráðingunum Peter Angelsen greiddi frá. at tá samlaði fiskiskapurin fer at minkað somikið nógv, sum væntandi er. verður tal an um skerjingar á øllum økjum. Seinastu 20 árini er MLV í Barentshavinum lækkað úr 850.000 tonsum niður í 480.000 tons. og møguliga verður hetta tal komandi ár lægri enn 350.000 tons. Orsøkin til hetta stavar í stóran mun frå ovurfisking, umframt at kvotan miðskeiðis í nitiår inum var ov høgt sett Felags reglur Eitt, sum føroyskir fiski menn javnan hava ført fram. er at teir kenna seg alt annað enn væl viðfarnar av norsku fiskiveiðumyndugleikunum seimastu árini. Hetta varð havt á lofti á fundinum, og vórðu boðini hjá norska fiskimálaráðharranum, at miðað eigur at verða ímóti. at Noreg og Føroyar koma at hava felags reglur á hes um oki. soleiðis at tað góða samstarv, sum londini hava havt, ikki fer fyri bakka. Standa saman motvegis fiska- keyparum Eitt annað evni. sum tosað varð um, vóru møguleikar fyri at samstarva á søluøki num. Gongdin á marknaði num er tann, at keypt verður inn í stórri og stórri nøgd um, og kann hetta vidføra at fiskakeyparar runt i eu ropa fåa møguleika at trysta prisin nidur, vid at spæla seljarar út móti hverjum øðrum. Eitt framtíðar sam starv á hesum oki hevði við ført, at londini bæði høvdu staðið seg nógv betur á marknaðinum, og á tann hátt fingið eina stórri úrtóku burtur úr vørunum på Norski og føroyski starvsbrødurnir, Jørgen Niclasen og Peter Angelsen, uttanfyri Fiskimálastýrið, har teir báðir fundaðust týsdagin Mynd Jens Kr. Vang Hyggja eftir føroyskum virkjum I gjár var norski fiskimåla ráðharrin runt um í landi num, har hann hugdi at ymsum føroyskum virkjum, soleiðis at hann var betri kunnaður um tøkniligu støðuna her á landi. áðrenr hann í dag leggur leiðin aftur til Noreg Hugsa tygum um Navision & Navision Financials ? Duldleikin aftanfyri eina nógv eftirspurda veru er ikki bert at finna í dygdini á vøruni. men er eins nógv at finna í teirri tænastu, ið fylgir vøruni. Tann høga dygdin í sjálvum Navision úrdráttunum er ein treyt fyri nogdar brúkarar, men er ikki nøkur trygd. Bert vid ágrýtnum, virksifúsnum og tænastusinnaðum fólki aftanfyri Navision-loysnirnar kunnu vit tryggja okkum, at hver einstøk Navision innleggingin nektar kundans tørv. - Ti ríða vit ikki á fleiri hestum, men eru heilhjartadir Navision & Navision Financials útbjóðarar. Full manning við hålvum hjørtum - tað heldur ikki í longdini! vision NAVISION' solution center ÍSIONSOFTWARE - tá tað um fíggjarstýring ræður!