Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. september 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið NR. 180 - 23. SEPTEMBER 1999 Løgmaður heimaftur av vitjan á ST-høvudsborgini í New York: Nýggjar handilsav- talur fara at gagna Føroyum Výggjar frihandilsavtalur við eitt nú Letland, Slovakia, Turkaland og Chile kunnu gerast endaliga úrslitið av - 7 feromit hJa løgmanni til New York, har hann hevur hitt uttanríkisráðharrar úr fleiri londum. Og slíkar avtalur kunnu fáa stóran tydning fyri eitt nú fóroyskt vinnuliv. Løgmadur var hjåstæddur og lýddi á, tá Koffi Anan, ST- aðalskrivari setti seinasta aðalfundin í hesi øldini, og tá amerikanski forsetin Bill Clinton helt róðu 1 MOLUIEIKA al ndilsavtalur vid kun r } I Kallsberg lø New York hesar 1 Agarnar aður kom heimaftur í gjárkvoldið. Síðani leyg hevur hann verið stæddur á ST-høvudsborg- mi í New York. har uttan- ríkisráðharrarnir úr øllum limalondunum hava hildið fundir. Anfinn Kallsberg ardag n heyði eisini høvi at vera hjástæddur í ST, tá Kofi Annan, aðalskrivari helt rødu og setti henda seinasta aðalfundinum í hesi øldini Eisini amerikanski forsetin Bill Clinton helt rødu um sama mundið Eg eri væl nøgdur við túrin, tí eg fekk høvi til at hitta fleiri av uttanríkisráð harrunum og vónandi hava vit við hesum lagt lunnar undir týðandi samstarv við onnur lond í framtíðini sigur løgmaður í eini viðmerking. Undir vitjanini hevði løg- maður fundir við uttanrík- isráðharrarnar úr m.a. Slov- akia, Chile, Turkalandi og Letlandi. Fundirnir hava snúð seg um at fáa handils- sáttmálar. Øll londini hava verið positiv, og fleiri teirra meta hetta bara sum ein av- greiðsluspurning. og tí uttan nakar politiskar trupulleik- ar Løgmadur metir, at tað átti at borið til at fingið nakrar av hesum handils- sáttmálunum igjøgnum inn- an fyri rimuliga tíð. Betri karmar Talan er i fyrsta umfari um at skapa betri karmar fyri samhandli millum Føroyar ST-høvudsborgin i New York og onnur lond. Her kann eisini verða talan um lond. sum vit í dag ikki hava stór- vegis samhandil við. Frí- handilsavtalur skulu gera, at tað verður lættari at útflyta og innflyta vørur. Hetta fer ikki minst at kunna gagna føroyskum útflutningi. An- finn Kallsberg vísir á, at taka vit eitt land sum Chile, ið er ein fiskivinnutjóð. so áttu at borið til at kunna útflutt fiskiútbúnað sum trol, aliútgerð o.a. Hann heldur annars, at ein såttmål við Letland kann gerast tann tydningarmesti. Letland er eitt portur til eystureuropeisk lond so sum Hvítarusland, Ukraine 0.0. fyri pelagisk fiskasløg so sum sild og makrel og kanska eisini svartkjaft. Løgmadur dylur ikki fyri, at hann sær stórar framtíðar møguleikar i umrøddu frí- handilssáttmálum. Hóast vit í dag ikki hava nakran sam- handil við fleiri av hesum londum, so kann ein slíkur sáttmáli gera, at tað í fram- tíðini fer at loysa seg at keypa og selja vørur til onn- ur lond enn tey vit sam- handla við í dag. Tað er tí eingin ivi um, at kunnu vit beina fyri slíkum forðingum kann fáa stóran týdning fyri eitt nú føroyskt vinnulív. Anfinn Kallsberg sigur annars, at tað við slíkum avtalum verður roynt at loysa upp fyri ollum hand- ilsfordingum. Hava vit t.d. ikki ein handilssáttmála og ein handil við eitt land, sum kann komandi samhandil koma undir Gatt-reglurnar, og tað kann gera, at tað ikki loysir seg at hava ein sam- handil yvirhøvur. Lat okkum gera hetta meira greitt við einum dómi: Taka vit eitt eystur europeiskt land, sum skal keypa sild, og tað t.d. hevur ein sáttmála við EFTA, so fer sildin tollfrí inn í tað landið. Men kemur hon úr Føroyum, og vit ongan sátt- mála hava, so kemur tollur omaná søluna. Tað oyði- leggur okkara kappingar evni at kunna selja til slik lond. Og sama ger seg gald- andi, tá vit keypa úr slíkum londum. Tí eru fríhandils- avtalur alfa og omega fyri framtíðar samhandli. Náddu ikki alt Løgmaður sigur, at túrurin eftir umstødunum hevur verið sera væleydnaður. Ynski var annars frammi um at móta umboðum fyri fleiri onnur lond eisini, eitt nú Australia og New Zea- land umframt Rusland. Men tað er so ikki oll lond, sum prioritera fríhandilsavtalur við eitt so lítið land sum Føroyar serstakliga høgt. Tað er avmarkad, hvussu nógva orku fleiri lond vilja brúka til at gera fríhandils- avtalur við Føroyar. Flestu av teimum vilja heldur hava sáttmálar við ES ella aðrar felagsskapir. Løgmadur sigur, at vit Skulu bara vera fegnir um, at tað eru lond, sum vísa okkum áhuga. Ætlanin var eisini at hitta íslendska uttanríkisráðharr- an og tosa um markið mill- um Føroyar og Ísland. Men hesin fundurin verður hildin seinni. Saman við løgmanni í New York hava verið m.a. Marjun Hanussard6ttir, løg- mansstjóri og John Rajani, løgmanskrivari. Eisini Her- luf Sigvardsen frá Uttan- landsdeildini var við á ferð- ini. Tað var danski uttanrík- isráðharrin, Niels Helveg Petersen, sum fyrr í år beyð løgmanni og grønlendska landsstyrisformanninum at vera við til setanina av að- alfundinum í ST fyri harvið at geva teimum møguleika at umboða síni lond bein- leiðis og uttan um Dan- mark. Lógmaður valdi so at brúka hetta høvid til at fáa nakað itøkiligur burtur úr, og fara vit í næstum at síggja, hvad spurdist burtur úr.