Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. september 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A — ER NR. 180 - 23. SEPTEMBER 1999 Orðaskiftið um loysing er í alt ov stóran mun farið at snúgva seg um avleiðing- arnar heldur enn munin í málsetningi. Tann, sum vil hava Føroyar at verða sjålv- stødugt riki, ger tad ikki ti vit vera ríkari av ti — men av øðrum orsøkum. Tann, sum er ímóti, er tað ikki av fíggjarligum orsøkum, men tí hann heldur vil vera í danska ríkinum. Hví so alt hóvastákið um búskapar- mál? Málsetningur/avleiðing Hvussu er nú skilið? Var tað føroyskt sjálvstýri vit skuldu hava, ella var tað størst møguliga inntøku? Var tað fullan sjálvsavgerð- arrætt, ella var tað pengar á bók? Hetta tykist at vera burturblivið í rokinum av gitingum um búskaparligu avleiðingarnar av at ríkis- veitingin hvørvur. Tað er serliga síðani Hvít- bókin kom út, at orðaskiftið um føroyskt sjálvstýri er vorðið eitt mål um avleið- ingar, heldur enn at snúgva seg um málsetningar. Hetta verði ikki sagt, tí at avleið- ingarnar ongan týdning hava, men tí at vit eru í ferð við at gloyma málsetningin í øllum vasanum um avleið- ingarnar. Fyrr vóru tað dreymatíð- arar, gandakallar, druidar og profetar, sum vegleiddu kongar og fúrstar um av- leiðingarnar av ætlaðu at- gerðunum. Tekin vórðu lis- in úr innvøli á nyflettum krýatúrum, úr stjórnu- gongdini ella euforiskum dreymasjónum. Í dag eru tað búskaparfróðingar, sum skulu taka árarnar og skjút- sa veljaraskaran og politik- ararnar inn í framtíðarsjón- irnar. Málsetningurin er hann, sum skilir partarnar — og ikki avleiðingin. Tað kann saktans vera semja millum sambandsmannin og loys- ingamannin um búskapar- ligu avleiðingarnar av at taka sjálvstýri. Men hóast tað, kunnu teir saktans vera ósamdir um málið. Hóast semja er um, at búskapurin fer at verða minni eftir at rikisveitingin hvørvur, so er sambandsmaðurin framveg- is sambandsmaður og loys- ingamaðurin = framvegis loysingamaður. Tá skorið verður inn á bein, so er loysingamaðurin hugaður fyri einum sjálv- støðugum ríki, meðan tann sambandssinnaði er hugað- ur fyri at vera innanfyri donsku ríkiskarmarnar. Drýla- og sperðilshugburður Eru tey mál vit seta okkum mál í lívinum altíð bygd á búskaparligan hellubotn? Er ikki ofta annar og bleytari botnur undir, eisini — ella kanska serliga — tá tað eru avgerandi mál? Ella er tað kanska so rívandi galið, at nógvar av teimum mest týð- andi avgerðunum í lívinum verða tiknar uttan búskap- arlig fyrilit? Pápi plagdi at taka til mannin, sum fór um fjøll at fríggja. Gentan, sum hann var góður við, búði í grann- abygdini, og ein dagin tók hann dirvi til sín — stakk ein drýlbita og ein sperð- ilsenda í skjáttuna og fór til gongu. Komin niðan síðstu brekkuna, settist hann at fáa sær ein bita. Og har sum hann sat í góðveðrinum og tugdi so hugagóður, kom fløkja ímillum åstarhugin og sjålvsøkni. Við síðsta sperðilsbitanum í hondini grundaði hann, at vóru tey fleiri um bitan, fekk hann ikki mettuna. Tá bitin varð svølgdur, fatlaði hann skjáttuna á seg og vendi heimaftur. Tað er ikki sørt av snýti frá báðum pørtum, tá alt kjakið um loysing er vorðið eitt spæl um búskaparliga framtíð. Flestu okkara hava avgørda meining um sak- ina, uttan at skeita til bú- skaparmál yvirhøvur, tí vit taka stødi í øðrum virðum enn búskapi. Ikki soleiðis at skilja, at búskaparligar metingar eru til fánýtis, men tað er skeivt at billa sær inn, at búskap- armál er tað, sum skilir part- arnar í mestan mun. Óvissan Tað eigur at verða sligið fast, at *óvissan" skuldi ver- ið meginyvirskriftin á Hvít- ubók. Skulu búskaparfrøð- ingar varðveita umdømi og æru, eigur at verða greitt skilt ímillum tað, sum kann sigast vid rímuligari vissu og tað, sum er púra óvist. Til dómis kann sigast við rímuligari vissu, at “bú- skapurin minkar“, tá ríkis- veitingin hvørvur. Eitt sind- ur fýrakantað sagt, er hetta tað einasta, sum vissa er um. Hvat ið hendir aftaná, liggur fyri stóran part í mjørka. Men at hetta merkir færri arbeiðspláss og harav fråflyting, er ongin ivi um. Hetta er so sjálvsagt, at tað nýtist ongin hvítbókabólkur at kanna. Tann nyttan, sum búskap- arbólkurin í Hvítbókaar- beiðinum hevur havt, er at ávísa, at tað undir ávísum fortreytum hvorki hendir nøkur kinasyndromatisk niðursmelting av búskapi- num, um rikisveitingin hvørvur, og at tað so avgjørt heldur ikki verður eitt sam- felag, har nýggjar vinnur spretta sum autogenesa ella sjålvsnøring. Hvítbókin — búskaparparturin — vísir, at loysingin er ein búskaparlig kreppa, sum komast kann ígjógnum upp á ymsar mát- ar. Stóð tað okkum í boði at samanbera tvær útgávur av føroyska búskapinum um 30 ár, eina útgávu við ríkis- veiting og eina útgávu uttan tíðindablaðið ríkisveiting, so kundi slíkt spámannakynstur = givið okkum úrslitið í hondina. Men ongin buskaparfrød- ingur kann svara hesum spurningi i dag , uttan at hann fer upp í part við teim- um, um lesa úr dreymasjón- um, nýflettum innvøli og stjórnum. Støddin á búskapinum og livistóðið Tað er skeivt at billa fólki inn, at tað ongar búskapar- ligar avleiðingar fær, um vit loysa frá Danmark. Tað er líka skeivt at billa fólki inn, at livistoðið í framtíðini fer at verða lægri undir sjálv- stýri enn undir sambandi. Millum støddina á búskapi- num og livistødid, er onki einfalt samband. sum givið er frammanundan. Um før- oyski búskapurin minkar í vavi, eftir at ríkisveitingin er horvin, er harvið ikki sagt, at hvistóðið hjá borg- arunum verður lægri ella at búskaparvøxturin verður minni. Tað er eingin ivi um, at vavið á búskapinum minkar, so skjótt sum ríkisveitingin hvørvur. Tá fráflytingin — sum óiva verður — hevur lagað seg, eins og nýtsla og fløgur hava lagað seg til nýggju støðuna, er púra 6- vist hvussu livistødid verður í landinum. Mestu tíðina í heimastýr- istidini, hevur livistødid í Føroyum verið lægri enn í Danmark, Noregi og Svør- íki. Og dekan hann fari, um íslendingar ikki fóru fram um okkum eisini. Hetta er alt hent undir heimastýr- num. Søguliga kunnu vit tí bara siga eitt við vissu, og tað er, at undir heimastýri- num hevur livistødid verið lægri enn í grannalondu- num! Forsøgnin um at livistød- ið fer at vera lægri enn í grannalondunum, er tí ikki serliga nýskapandi. Men um tað fer at vera lægri undir sjálvstýri enn undir heima- stýri, veit eingin at siga. Búskaparvextur 1,2 ella 3 prosent? Buskaparvøxturin hevur onki beinleiðis samband við vavið á búskapinum. Yvir- høvur er biskaparvøxtur ein gáta — eisini fyri búskap- arfrødingar. Søguliga eru vit ófgr til at "finna upp á" or- søkir til at båskaparvøxturin var so ella so tað tíðarskeið- ið. Men at koma við skila- góðum forsagnum um bú- skaparvøxtur, hevur ongin megnað enn. Hvi er búskap- arvøxtur i USA i dag, med- an Europa og Japan halta aftanå? Tad stendur til hvønn ein- stakan, at gera forsagnir um buskaparvøxturin. Sigur ein buskaparfrødingur, at VØXt- urin fer at liggja nærri 1%, tå rikisveitingin hvørvur,so er tað eins seriøst at siga at hann fer at vera 3%. Ella eins Oseriøst. Men tað kann grundast á, at vaxandi íløg- urnar er tað einasta, sum hevur empiriskt og teoret- iskt samband við búskapar- vøxtur. Minni almennur sektorur og meira “frítt in- itiativ” fer at hava við sær stórri búskaparvøxtur, enn hann søguliga hevur verið. Somuleiðis kann tað grund- ast á, at vøxturin, sum nú er í USA, fer at smitta á restina av heiminum komandi ár- ini. Men hetta er eins Oseriøst, sum at siga, at vøxturin fer at vera 1% ella 2%. Pressan — og ikki minst politisku flokkarnir - er meira hugað fyri einum tali upp á 1, 2 ella 3% enn einari seriðsari frágreiðing um at onki lík- inda samband er millum bú- skaparvøxtur og loysing. Lopið út í sjálvstýri er eitt lop út í óvissu. Men tað er í hvussu so er eitt lop. Har er einki trygdarnet undir, og tann sum vil loysing, má taka á seg tað óvissuna, sum er. Vil man ikki tað, er man ikki førur fyri at bera byrð- una. Við sambandinum vita vit hvat ið vit hava. Vit kenna gongdina síðani 1946, og frábrigdini verða ikki nógv framyvir. Virðið á Hvítubók — semja ella ósemja Hvítbókin er undirskrivað av øllum limum í bólkinum. r Sjålvur haldi eg, at hetta er tekin um, at biiskaparfrød- ingar eru lagaligt fólkaslag, sum fólk flest eru. Tí semja er ikki um alt í bókini — minni enn so. Men vit hava gjørt eitt verk saman, so at kjakið um búskaparligu av- leiðingarnar kundi hava ein text at hava stødi í. Hver hevur sítt íkast til bókina, men semja er ikki millum limirnar um ymsu lýsingar- nar. Og hetta er í lagi. Nú ligg- ur so eitt skjal, sum kjakast kann um. Ikki eitt skjal, sum hevur sett punktum fyri øll- um orðaskifti um búskapar- 19 Herman Oskarsson ligar avleiðingar, men júst tað øvugta. Man kann siga, at hetta var teinurin, vit megnaðu at rógva á sama báti — og væl var tað. Tað lat seg gera, tí at vit í bú- skaparfrødini høvdu felags botn at standa å. At óheftu búskaparfrøð- ingarnir nú gerast politiskir, er ikki annað enn tekin um, at vit øll taka stødi í ødrum enn búskapi, tá tað snýr seg um málið: loysing ella sam- band. Hermann Oskarsson Ciskirannsøknarstovan varð 40 fyrr í ár og Jákup Sverri Joensen, fyrsti stjórin, varð 80 ár 14. september. FÁ of hesum sambandi verdur almenn mótteka á Fiskirannsóknarstovuni fríggjadagin 24. september kl 15. Lutakast 2 ev móttekuni verður drigid um kr. 10.000 millum tey. id hava sent okkum toskamerkir seinasta árið. aw; Fiskirannsóknarstovan Nóatún 1 - FO 100 Tórshavn