Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. :1682=:257SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið SKSEN | Bjarni er óserigsur og sambandsmaður Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, heldur, at figgjarnevndar- formaðurin Bjarni Djurholm er óseriósur og sambandshugaður og at hann óttatst fullveldi, og nýtir eitthvørt høvi at såa ósemju í samgonguni. Hetta sigur Karsten Hansen, eftir at Bjarni Djur- holm í Sosialinum í gjár fórdi fram, at fullveldisætlanirnar ikki síggjast aftur í fórda fíggjarpolitikkinum DAGFINN OLSEN Karsten Hansen heldur fólkafloksmannin og figg arnevndarformannin Bjarna Djurholm vera Oseriøsan og sambandssinnaðan, eftir at Bjarni Djurholm í blaðnum í gjár førdi fram, at fullfeld- isætlanin eigur at speglast í fíggjarpolitikkinum, men at tað ikki hevur verið at sæð enn á fíggjarlógini, ið er vaksin við 200 milliónum krónum. Bjarni eftirlýsti saman- hang ímillum figgjarpoli- tikk og fullveldisætlan og helt, at vit liva í dreyma- verð, har vit skulu ráða og onnur gjalda. Sambandsmaður - Maðurin er óserigsur og hevur eittans endamál, nevniliga so ella so at koma fullveldinum til lívs, tí hann er sambandsmaður og ræð- ist fullveldi, sigur Karsten Hansen í viðmerking til orð- ini hjá Bjarna Djurholm. - Bjarni Djurholm roynir av øllum alvi at fáa ilt í samgonguna og nýtir eitt- hvort høvi at såa Osemju i, sigur Karsten Hansen. Karsten Hansen heldur, at hetta må standa til Bjarna sjålvan, men figgjarmåla- ráðharrin heldur Bjarna Djurholm ikki nýta tíðina til nakað uppbyggjandi. Fólkaflokkurin eigur hækkingarnar Viðvíkjandi teimum 100 til 150 milliónunum, sum Bjarni væntar komandi fíggjarlóg at hækka við, sig- ur Karsten Hansen, at tá Bjarni ikki kennir tølini, so er best at lata vera við at gita um hesi. Karsten Hansen sigur um tær 200 milliónirnar, sum Bjarni Djurholm vísir á, at fíggjarlógin er hækkað við, at eini 80 til 90% av hesum eiga landsstýrismenn úr flokkinum hjá Bjarna Djur- holm, Fólkaflokkinum. - Eg skal ikki blaka á- byrgdina frá mær, men tað er á teirra økjum, at jåttanin ikki verður hildin. Men vit hava gjørt semjur um tær hækkingar, ið hava verið, og tær eru samtyktar í Løg- tinginum. Men tað snýr seg m. a. um meira pening til verjuskip, til sandoyarferj- una, til kommunurnar og so framvegis. Hetta er alt pen- ingur, ið Fólkaflokkurin umsitur, sigur Karsten Han- sen, fíggjarmálaráðharri. Hinir landsstýrismenninir hava nýtt nakarar helt fáar milliónir. Í samband við olj una eru nakrar fáar milliónir nýttar, men tað varð avtalað fyri tveimum árum síðani, tá markið millum Føroyar og Bretland kom á pláss Hetta er alt gjørt í semju, og tað er av týdningi at leggja dent á, at eitt samt landsstýri hevur samtykt hækkingarnar, ið eru komn- ar, sigur Karsten Hansen. Tá Bjarni Djurholm førir fram, at Fólkaflokkurin tek- ur undir við fullveldi, men bert við ógvusligum inntriv- um á lønar- og skattaøki- num, metir Karsten Hansen, at hetta bert eru treytirnar, ið Bjarni sjálvur setir fyri at taka undir við fullveldis- uppskotinum. - Fíggjarlógaruppskotið, sum nú er gjørt, er samtykt í landsstýrinum og parturin av Fólkaflokkinum, sum er í Tinganesi, tekur undir og hevur skrivað undir, vísir Karsten Hansen á. Ikki bein í Karsten Hansen vísir av- gjørdur aftur, at Bjarni Djur- holm hevur rætt í sínum sjónarmiði um, at fullveld- isætlanin ikki speglast í bú- skaparpolitikkinum. Hatta er ikki rætt og has- um hevur hann ikki bein i. Hyggur ein eftir, so er al- menni parturin lutfallsliga vorðin minni partur av landsbúskapinum, enn hann var frammanundan og tað kann prógvast, men kanska er rættast at goyma orða- dráttin um hetta, nú fíggj- arlógin kemur fyri, heldur Karsten Hansen. Bjarni Djurholm segði í blaðnum í gjár, at vit í Før- oyum liva í dreymaverð. sum um vit vilja hava onnur at gjalda, men vilja hava vald sjálvi. Men hesum vísir Karsten Hansen aftur. - Nei, tverturímóti. Í sjeyti og åttatiårunum vunnu vit nógvan pening, men nýttu hann allan. Pol- itikarar tóku stór lån og nýttu eisini tann pening, ið vit ikki áttu og hetta veit Bjarni Djurholm eisini. Í dag vinna vit nógvan pen- ing, men vit nýta nógv minni, enn vit vinna, og tað kann ikki vera negativt, heldur Karsten Hansen. - Høvdu vit gingið øllum umbønum frá politikarum, m. a. úr Fólkaflokkinum, á móti, so hevdi fíggjarlógin hækkað við fleiri hundrað milliónum, vísir Karsten Hansen á Letur til síni egnu Karsten Hansen vísir á, at figgjarnevndarformadurin ikki er so sparin, tå parta- menn hansara skulu hava pening. - Sjålvur var eg burtur- staddur nakrar dagar fyri tíð síðani. Tá hevði Bjarni Djurholm kallað fíggjar- nevndina saman, uttan at Fíggjarmálastýrið og fíggj- armálaráðharrin vistu av hesum, tí eyka peningur skuldi játtast til sandoyar- ferjuna. Hetta hevði ikki verið vidgjørt, men ein av hansara nýttist peningin og hann fekk nevndina at koma til Havnar uppá „forventet fangst“, uttan at málið heyði verið í Fíggjarmálastýri- num. Eg frætti hetta í Keyp- mannahavn og fekk steðga hesum, sigur Karsten Han- sen, ið enn ikki hevur sæð málið. - Mannagongdin hjá figgjarnevndarformanni- num er tann, at hann bidur landsstyrismenn bara koma til sin, so verður málið við- gjørt í figgjarnevndini. Sum oftast fái eg steðga hesum, men tá tað so kemur til figgjarnevndina, so fer hann í fjølmidlarnar og sigur seg hava avvíst málið, sigur Karsten Hansen, ið ivast í, um figgjarnevndarformad- urin hevur trongd at mark- Era seg. - Hann vísir ikki á nakað positivt og hevur ístaðin valt at vísa á tað negativa og skal ein vera negativur og yvirliva, so má ein vera tað alla tíðina, sigur Karsten Hansen. Ikki sum samgongulimur Karsten Hansen heldur vera rætt, at orðini hjá Bjarna Djurholm ikki ljóða, sum orðini hjá einum samgong- ulimi. - Eg havi ongantíð kent hann sum ein samgongulim. Hann atkvødur fyri, tá sam- gonguuppskot eru fyri, men uppførir seg altíð sum ein, ið hevur yvirhálað andstød una, sigur Karsten Hansen - Eg frætti sum fíggjar málaráðharri einki frá fíggj- arnevndarformanninum Bjarna Djurholm. Hann sig- ur ikki, at vit skulu ella kunnu gera so ella so. Tað eg frætti, tað frætti eg frá tingsins rødarapalli og tá hevur hann á nærum øllum tingfundum eitt hav av spurningum til mín, sum hann kundi havt spurt frammanundan og spart tinginum, samgonguni og sær sjálvum fyri tíð og 6- rógv, heldur Karsten Han- sen - Ein byggir einki upp við at kasta við runu, sigur Karsten Hansen, ið heldur | Vistfreðiligt á Hotel Føroyum 2. oktober Gestakokkur úr New Zealandi tilgerð foroyskan mat á gðrvísi hátt og sker fyri á matstovuni. Maturin er vist- frødiligur og føroyskur 5 trupulleikan vera, at fíggj- arnevndarformaðurin er ikki ábyrgdarfullur og hann óttast fullveldi. MATSKRÁ fordrykkur úr Koltri v/ & Rabarbubruleen Kostnaður kr. 295," Borðbílegging á tif. 317500 Eisini fæst bílig gisting - Bjarni Djurholm roøvn ir av øllum alvi at fåa ilt i samgongunda og nytir eitt hvort høvi at såa Øsemju í sigur Karsten Hansen Tlf. 317500 Hotellið við útsýninum heystkvøld & Føroyskur rølikku- # Roykt Dimunarkjøt v/ føroyskum råsalati og heimabakaðum breyði Kraftmikil kjøtsupan v/ kjøti og grønmeti > Heilstokt oksalær og buff borgigonne stoktum grønmeti, djúpstoktum leykringum, sandoyar- eplum og reyðvínssós rabarbum úr Kirkjubo Livandi tónleikur undir borðhaldinum Tlf. 317500 eee