Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 IS meini tad Dånjal Højgaard, journalistur, skrivar: Sorgblidni i salongini 1 SÓ k klikkir í bilettmaskinuni hjá 10 Klirrar í leðurtaskuni. Dóttir mín hyggur »idskortada innkrevjingarmannin, 8 »lotnar um hjartað. Nei. børn gjalda KK fyrr enn tey eru sjey, vissar hann okkum um. Ella kans skundar hann sær at leggja afturat. Barn- du } nikil dama leggur Dúgvan seg seigliga ribord, smoyggir sær út um brimgarðin og fer so indi út í Leirviksfjørd. Veðrið er gott. Og so slætt, að fer ikki dropin úr kaffikrússinum, tá ið eg fari upp og fylli mær uppí Salongin er full av fólki. Kvoðuljómarnir sjongra úr hátalaranum. Við bakinum til mín situr ein lastbilafør- an í grønari ketildrakt. Ein klaksvíkingur, sum eftir ollum at døma hevur ført mangt tonsid av handilsvør- um um Lorvíksfjørð „Tú mást heldur fara niður at surra kassarnar fastar“. sigur hann argandi við makkaran. „Tað eru so nógvar buglir á sjónum í dag“. Tað síðsta er eitt skot til mín. Havnarmannin. Ein jobbsamrøda hevur tikið seg upp við eitt av borðunum. Ein av landsins fremstu vinnulívsmonnum hevur hitt ein gamlan kenning, sum hann ikki hevur sæð í longri tíð. Stjórin er eftir ollum at døma í elektron- iskum erindum í Norðoyggjum. Teir tosa um heima- síður, og neyvan er Dúgvan sneidd um Galvin, tá stjórin býður sínum gamla kenningi arbeiði. Tað gongur við sjeymilaferð i Cyber Space. Farsundini fækkast. Um nøkur ár verður kanska land- fast millum triðju hvørja oyggj í landinum, og tá kann løgmaður seta seg í bilin á Viðareiði og koyra beina leið til Havnar — uttan at tala eitt orð við nakran. Í øldir hava farsundini knýtt fólk saman, og umborð á ferj- unum krossast gøturnar hjá ollum møguligum fólki. Summi á veg til arbeiðis ella í skúla. Onnur kanska á veg til fótbóltsdyst ella at vitja skyldfólk. Her verður kjakast um fullveldi og onnur stórmál. Tosað verður um familju og leysatíðindi, og søgur verða fortaldar. Fremmandafólk koma á tal við hvønn annan. Fólk sum ongantíð høvdu funnið uppá, at sett seg við sama borð á Kondittarínum í Havn ella í Roykstovuni í Klaksvík. Tað er hugvekjandi, at samstundis sum vit fáa fast samband, so missa vit sambandið hvor við annan. Teir gomlu krossvegirnir ella møtistødini, har øll fólk hittast. eru um at hvørva. Neystaveggurin er so gott sum burtur og nú standa farsundini fyri tørni. Í staðin hittast vinfólk og javnlíkar á café, i feløgum, bindiklubbum og sam- komum. Tað er eisini hugvekjandi, at samstundis sum teir gomlu alfaravegirnir hvørva, so hevur ein stórur alfaravegur tíkið seg upp, internetið. Har hittast oll. Øll sum hava ráð til internet. Eisini har fært tú samband, uttan at hava samband. Nú er tað so lætt at framhevja alt tað góða við far- sundunum, tá ið tú býrt í Havn. Var eg norðingur ella vágamaður var hesin teigur kanska heldur um tær mongu ótespiligu ferðirnar um sund og firðir. Um ta leiðiligu bíðitíðina, avlýsingarnar, sjóverkin, tey fløddu wc-ini. Hugni og sjarma vera neyvan góðar grundgev- ingar fyri at varðveita sjóvegis sambandið. Tá Stórabeltsferjurnar sigldu sín síðsta túr, stóðu fólk mín sann á keiini í Korsør og grótu. Eg vænti ikki, at tað fella so nógv tár, tá strandfaraskipini kanska eina ferð sigla sín seinasta túr um Vestmannasund og Leir- viksfjørd. Og gott er tað. Hinvegin skuldi tað ikki undra meg, um onkur stuttlig søga, sum tú einaferð hoyrdi í góðum selskapi í salongini á Dúgvuni fer at renna fram fyri teg, tá ið tú í einsemi stýrir niður í tað svarta holið. Tá kanska tú hugsar: tað var nú ikki so galið kortini. Nr. 182-—25 . SEPTEMBER 1999 Andin førir pennin ÁTRÚNAÐUR. — Tá eg seti meg at skriva prædiku eftir dagsins teksti, er heilt vanligt, at eg als einki skilji meðan eg sjálvur skrivi, men tá prædikan er liðug og eg síggi, at hon hóast alt hevur innihald, má eg ásanna, at Andin hevur ført pennin, sigur Jústines Eidesgaard, ið er útsendur sum assistentur fyri donsku sjómanskirkjuna John Johannessen Fyrrverandi bladmadurin, Jústines Eidesgaard, arbeið- ir sum assistentur fyri don- sku sjómanskirkjuna í Ham burg. Hann hevur fyrr verid utsendur i Singapore i Thai landi, so hann er ikki heilt ókendur á økinum. Men Jústines dylur tó ikki fyri. at honum dámar betur at vera í Hamburg. har ment- anin líkist mest teirri for- oysku, hóast hann helt tað vera ógvuliga áhugavert at uppliva eysturlendsku men- tanina í Singapore. Fjølbroytt arbeiði At arbeiða sum assistentur fyri donsku sjómanskirkj- una er eitt ógvuliga fjøl- broytt arbeiði. Í vanliga ger- andisdegnum vitjar Jústines umborð á donskum skipum. ið vitja í havnini í Hamburg, men hetta er ikki einasti tátt- ur í starvi Jústines. Starvið er so mikið vittfevnandi, at Jústines eisini við jøvnum millumbilum átekur sær prestagerningin. Hetta ger hann til tær Guðstænastur, har presturin ikki er til stað- ar. I donsku sjómanskirkjuni í Hamburg er serføroyska fyribrigdið deknaguðstæn- asta ókent. Tá sagt verður, at Jústines Eidesgaard átek- ur sær prestagerningin, so skal hetta skiljast í orðsins rætta týdningi. Hann virkar tá nevniliga sum prestur. Tískil skal hann eisini skriva prædikuna sjálvur, og hon skal sjálvsagt skriv- ast eftir dagsins teksti. Og hetta hevur Jústines longu gjørt meira enn 30 ferðir. Hugsar sum blaðmaður Tá Jústines skal skriva eina prædiku letur hann seg í blaðmannabúnan. = Hann hevur jú, sum áður sagt, drúgvar royndir sum blað- maður. Sjálvur heldur hann tað, at skriva prædiku, minnir ógvuliga nógv um at skriva kronikk. Men í sama viðfangi, sum hann greiðir frá hesum, skundar hann sær at siga, at hann hevur ógvuliga stóra virðing fyri kirkjuni og prædikustólin- um, og tí skal hetta als ikki skiljast, sum hann heldur seg hava eins góðar førleik- ar at skriva prædiku, sum ein prestur, ið hevur lisið í 6 ár og meira. Vanliga mannagongdin hjá Jústinesi, tá hann skal skriva prædiku, er, at hann lesur tekstin eftir fyriskriv- aðu tekstarrødini til við- komandi sunnudag mána- dagin áðrenn prædikan skal haldast. — Tekstirnir kunnu við- hvert vera torskildir, men tá vikan nærkast endanumm seti eg meg at skriva præd- ikuna. Og satt at siga hendir tað ofta, at eg meðan eg skrivi, síggi tað skrivaða sum eina fløkju. Men tá prædikan er liðug, síggi eg, at skil er á henni hóast alt, og harafturat er hon við- komandi. Tí ivist eg onga løtu i, at tað í veruleikanum er Andin, ið førir pennin, sigur Jústines ålvarsamur. Hann kennir tað, sum tað er Andin, ið skrivar, meðan hann er leikmaðurin. — Jú, víst er meira millum himmal og jørð, enn tey flestu vita um. Einki skeinkiloyvi Føroyski assistenturin hjá donsku sjómanskirkjuni í Hamburg vísir á, at hann ikki hevur heimild at fremja øll ritualini undir sínum Guðstænastum, sum ein prestur hevur. Vanligt er, at hann lýsir signing yvir kirkjufólkið, eins og prestur ger, eftir Guðstænastuna, men Jústines vísir skemt- andi á, at hann ikki hevur skeinkiloyvi. Her meinar hann við, at hann ikki kann standa fyri eini altargongd. Legið fyrstu ferð Jústines greiðir frá, at tað kendist løgid, fyrstu ferð hann skuldi standa fyri ein- ari Guðstænastu og skuldi prædika frá prædikustóli- num. Orsøkin var stóra virðing- in, hann hevur fyri prædiku- stólinum. Tann virðingin, sum liggur so djúpt í øllum føroyingum. Somuleiðis vísir Jústines Eidesgaard á tað stóra lopið, ið er millum prestin og meinigheitina. Talan er í hesum føri, um eitt lop, ið er so inngrógvið í vanliga føroyingin, og tí var tað við einari løgnari kenslu, hann fyrstu ferð trein prædikustólin. Men Jústines valdi, eins og mangir aðrir assistentar innan donsku sjómanskirkj- una at leypa í vaðið. Roynt seg í Føroyum Um 6lavsøkuleitid var Júst- ines heima i Føroyum å vit- jan. I hesum sambandi helt Jógvan Fríðriksson, prestur, ið umboðar donsku sjó- manskirkjuna í Føroyum, tað vera hóskandi, at Júst- ines helt prædiku í kirkjuni í heimbygd síni, Oyndar- firði. Jústines tók av, og nú skuldi hann fyri fyrstu ferð halda eina prædiku á før- oyskum í heimlandinum. Dagurin, prædikan varð hildin, var ein stórur dagur fyri Jústines, hóast hann áð- ur heyði hildið eina ørgryn- nu av prædikum fyrr. Men hesar vóru hildnar í Ham- burg á donskum. Nú var tal- an um at prædika á føroysk- um í Føroyum og enntá í kirkjuni í heimbygdini, har hann sjálvur so mangan sjálvur hevur sitið og lýtt á mangt eitt uppbyggjandi orðið. Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Pos Email til 2'aran: turid &sosialurin.fo. Åbyrgdarbladstjøri: Jan Miller. Blaðstjórn: Turid Kjølbro. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin. tboks 19, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720.