leygardagur 25. september 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 182 — 24. SEPTEMBER 1999
Naomi Campbell keypti
troyggju frá Guðruni
KLÆDNASKAPARI. Kenda rakurleikadrotningin stakk inn á gólvið í danska handlinum, ið
selur klæðini hjá Guðruni Ludvig, klædnaskapara í Tórshavn. Av øllum. ið har var at fáa.
valdi Naomi Campbell sær eina troyggju, ið er formgivin og bundin í Føroyum. Fyri føroyska
formgevan er hetta eitt fet rætta vegin
C
Høgni Mohr
Kósin hjá 31 ára gomlu Guðruni
Ludvig, klædnaskapara í
Torshavn, verður hildin. Í farna
mánaði fekk ídni formgevin, ið
fyrr hevur skapað klæði til so
bjartar stjórnur sum René Toft
Simonsen (Face of the Eighties),
aftur eitt dygt herðaklapp fyri
arbeiði sítt. Og hóast hon nú býr
og arbeiðir í Føroyum, forðar
tað eftir øllum at dóma ikki fyri
at gera vart við seg á evropeiska
mótamarknaðinum.
Guðrun hevur í fleiri ár havt
samstarv við kendu donsku
mótafrúnna, Sabine Poupinel, ið
rekur ein fínan mótahandil á
ævintýrkendu gongugøtuni
»Strøget« í Keypmannahavn, og
har støkka mangar mætar
stjórnur inn á gólvið.
Naomi keypti føroyskt
I fagra summarveðrinum á
Flatlondum hendan dagin gingu
tvær eins fagrar
vakurleikadrotningar á kendu
gøtuni. Tær báðar vóru Naomi
Campbell og Helena
Christensen; kendar av alheims
mótapallinum. Meðan fólk
flyktust um tær undurvøkru
kvinnurnar, stukku tær inn á
gólvið hjá Sabine Poupinel. Tá
tær løtu seinni søgdu Sabine
farvæl, høvdu tær keypt sær
hvør sina bundnatroyggju, sum
Guðrun Ludvig hevur formgivið
í Føroyum. Naomi og Helena
vóru á Flatlondum í arbeiðs-
grindum. Frøkun Campbell
hevði verið ein minutt á palli í
Keypmannahavn, og fyri tað
fekk hon eina millión krónur...
Guðrun Ludvig heldur tað vera
heilt stuttligt at uppliva suðið frá
evropeiska móta-resinum. Hon
tosar við arbeiðsfelaga sín,
Sabinu Poupinell, hvørja viku,
Naomi Campbell var hendan dagin á vitjan í Keypmannahavn. Í mótahandlinum, ið selur klæðini
hjá Guðruni Ludvig, keypti hon sær eina føroyska troyggju
og eftir at tær báðar hávirdu
stjørnurnar høvdu verið og
vitjað, ringdi Sabine sum vant til
Guðruna.
— Hon segði, hålvgum
tilvildarligt, at >annars, so var
Naomi inni á gólvinum og
keypti eina troyggju frá tær<. Eg
helt tað vera »feitt«; eitt
herðaklapp, ið gevur dirvi at
halda á, sigur føroyski
klædnaskaparin.
Ludvig og Poupinel
Guðrun er 31 ára gomul, og
ættað úr Vági. Hon er útbúgvin
formgevi á skúlanum fyri
handverk, handarbeiði og form-
geving í Aalborg í 1991.
Nýútbúgvin kendi hon kortini á
sær ein tørv at vita meira um
Guðrun Ludvig, klædnaskapari, í troyggjuni hjá Naomi
Campbell
Mynd: Jens Kristian Vang
klædnaformgeving, og fór tískil
til Keypmannahavnar. Har fekk
hon pláss á virda norska
listaskúlanum, Larsson á
Larsson. Á skúlanum varð stórur
dentur lagdur á tekning, serliga
sonevnda »kruki-tekning«, ið
hevur til endamåls at visa ymsar
kropsstødur. Eisini varð arbeitt
vid grafikki og oljumåling.
Samstundis gekk Gudrun å
kvoldskúla í klassiskari modell-
tekning.
Í 1995 bad Sabine Poupinel
Guðruna koma og arbeiða í
verkstaði og handli sínum í
Keypmannahavn. Guðrun
játtaði, og í trý ár var hon hjá
Sabinu, men í fjør flutti hon til
Føroya. Kortini hevur
samstarvið við hámettu donsku
klædnakvinnuna staðið við
meðan Guðrun hevur arbeitt í
Føroyum.
H6ast Gudrun Ludvig og Sabine
Poupinel hava eitt framúr gott
samstarv, hevur føroyski
formgevin ikki sligið seg til tols
við støðuna. Í summar fór hon
undir nýtt samstarv við ein
klædnahandil í Aalborg, og
væntandi verður líknandi ætlan
eisini veruleiki í Svendborg.
Harumframt ætlar Guðrun sær út
um norðurlendsku landa-
oddarnar sum frálíður.
Tíðarleyst snið
Um stílin hjá Guðruni Ludvig
ber til at siga, at hann er
grundaður á tað klassiska.
Formurin er einfaldur við
sonevndum reinum linjum.
Hann er eisini tengdur at
17
nýggjastu rákunum, hóast
sudrun ikki tykist flagsa millum
kyku mótarákini við teimum
sterku og áleypandi litunum.
Tyll-niðurdeilur, undirkjóli úr
ostalørifti við blondukanti og
grønt skjal år bundnum
mohair
Myndir: Jens Kristian Vang
Sum skilst, heldur Guðrun tað
vera týdningarmikið, at eitt ávíst
tíðarloysi er knýtt at
kreatiónunum, og tað krevur
góðsku. Tí eru oll klæðini gjørd
úr 1. floks tilfari.
Hættirnir, Guðrun nýtir í
samansetingum sínum eru
ymiskir. Hon hellir bæði á tað
kvinnuliga og tað grefliga
borðið. Tilfarið er ofta samansett
chiffon, silki og okkurt ráari,
eins og gjøgnumgangandi
blondir i ti lætta tilfarinum eru
vid til tess at undirstrika og
sermerkja klædnaplaggið.
Hóast góðskugóðu pløggini ikki
tykjast provokerandi, sæst væl,
at stílurin er serligur og
sjáldsamur. Tað helt Naomi
Campbell eftir øllum at dóma...
Kreativ samanseting við
lættum ljósagráum
blondukjóla úr chiffon.
Harumframt leysur lummi úr
loðskinni
Mynd: Jens Kristian Vang