Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 34. september 1999 Málningur í tryggum hondum Ársins danski hondbóltspælari fekk málning hjá fuglfirðinginum Øssuri Mohr sum heiðursgávu Eyðun Klakkstein Tað var stórur heiður hjá bæði ársins danska hond- bóltsspælara og hjá lista- manninum Øssuri Mohr, tá danska hondbóltssamband- ið í síðstu viku setti navn á mannliga spælaran, sum teir hildu verða tann besta í farna kappingarári. Umframt tann ítróttarliga heiðurin at vera kosin ársins spælari, fekk Nikolaj Jacob- sen eisini eina heiðursgávu frá høvudsstudlinum hjá danska hondbóltsamband- inum, Codan Bank. Og hendan heiðursgáva var ein málningur hjá fugl- firðinginum Øssuri Mohr. — Tað kom fullkomiliga óvart á meg, tá ein kenn- ingur ringdi úr Danmark at siga mær, at hann hevði sæð í danska sjónvarpinum, at danski hondbóltsspælarin hevði fingið málning hjá mær, greiður Øssur Mohr frá. — Eg visti einki um, at hetta var upp á tal, og eg visti heldur ikki, hvaðani málningurin var komin. Málaðir í Elduvík Síðani tíðindini bórust til Bøveg í Fuglafirði, hevur Øssur Mohr fingið upp- sneytað, hvussu málningur- in hjá honum er endaður sum heiðursgáva hjá ársins danska hondbóltsspælara. Stjórin í Codan Bank er Føroyavinur, hann hevur verið ofta í Føroyum, og honum dámar væl føroyska list. Tað er hann, sum hevur tikið stig til, at málningur úr Føroyum varð latin hondbóltsspælaranum. Men hví tað var málningur hjá júst sær, veit Øssur Mohr ikki at siga. Málningurin er keyptur í Føroyum, og ein kenningur hjá danska stjóranum hevur havt hann við sær til Dan- markar. Glarbúðin í Havn seldi hendan dagin tveir málningar hjá Øssuri til Lívsgleðin hevur nógv at siga Øssur Mohr, listamaður í Fuglafirði. sama mann, og ætlanin er, at tá besti kvinnuligi hond- bóltsspælarin í Danmark verður kosin, verður ein annar målningur hjá Øssuri latin sum gáva til viðkom- andi. Hetta verður í næstu framtíð. — Eg dugi ikki at siga, hví stjórin hjá Codan dámar før- oyska list og hevur valt mál- ningar hjá mær at lata sum gávu, men eg eri sjálvandi fegin um tað. Málningarnir hjá Øssuri Mohr, sum nú enda sum veggjaprýði hjá fremstu hondbóltsspælarunum í Danmark, eru málaðir úr Elduvík. — Mær dámar væl í Eldu- vík, og eg havi brúkt motiv haðani til nógvar av mínum málningum, sigur Øssur Mohr. Hesir málningarnir vóru málaðir við sterkum litum, og tað heldur Øssur hóvar dønum væl. Umbiðin í Danmark Øssur Mohr hevur málað í nógv ár, og hann er komin alsamt meira og meira fram, bæði her á landi og í Dan- mark, har hann hevur verið við á nógvum framsýning- um. Síðani 1991 hevur Øssur Mohr á hvørjum ári verið við á Olavsøkuframsyning- ini, men í ár vóru hansara verk vrakað av upptøku- nevndini. Í løtuni hevur Øssur sina tridju framsyning i Dan- mark í ár. Hesaferð stillar síða 6 og 7 hann út saman við floksfel- aga sínum frá fólkaskúlan- um, Anni Haraldsen, og hendan framsýningin er í Fredericia. Har hava verkini hjá Øssuri og Anni hingið í knappar tríggjar vikur, og tey verða hangandi í Trinity, tey kalla, til í morgin. Í mars mánaði stillaði Øssur út í Skt. Gertrud í Keypmannahavn. Á hesum staði verður føroysk list ofta sýnd fram, og klaksvíking- urin Amariel Norðoy hevur árliga framsýning har. I apríl og mai mánaði hevdi Øssur framsyning i Galleri Munter í Nordskov á Fjóni, og 30. oktober skal Øssur verða við á eini for- kunnugari listamessu í Vi- borg. Her fara 15 donsk gallarí at sýna verk fram, og á einum teirra — tí hjá Gall- arí Inuit í Aalborg — verða verk hjá Øssuri at síggja. Allar framsýningarnar hjá Øssuri Mohr eru komnar í lag, tí Ossur í 1994 var við á Kunstnernes Vinterudstil- ling, sum var í Suðurjút- landi. Hetta er ein nógv vird framsyning, og síðani Øssur slapp igjøgnum nálareygað har, hava boð oftani verið eftir honum úr Danmark. — Eg haldi, at danir taka ómetaliga væl ímóti før- oyskari list, sigur Ossur Mohr, sum eisini hevur selt nógv listarverk i Danmark. — Tad er rættiliga ymiskt, hvussu tad gongst vid søluni av listarverkum. Við hvort fara fleiri málningar og við Mynd: Álvur Haraldsen hvort fáir. Og vidhvørt eru heilt ser- ligar søgur at siga um onk- rar málningar. Til dømis tá bestu donsku hondbólts- spælararnir fáa ein málning sum heiðursgávu. Og hjá hesum spælarum skuldu málningarnir gjarna verið í tryggum hondum.