týsdagur 28. september 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 183 - 28. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
bóltinum
Eftir manninum,
- Eg haldi, at hann fer lætt um sannleikan og avdúkar sjáldsama lítið innlit í
stýrisskipanarlógina, sigur Bjarni Djurholm í viðmerking til tað, ið Karsten
Hansen fórir fram í blaðnum leygardagin - Karsten Hansen er komin til skor-
in klæði og búgvið borð og tað eigur hann at vera glaður fyri, heldur Bjarni
Djurholm. - Tað er, sum virkar Karsten Hansen eftir regluni, ið sigur, at „tú
hevur betru argumentini, men eg havi rætt“, sigur Bjarni Djurholm, fíggjar-
nevndarformadur
DAGFINN OLSEN
Figgjarnevndarformadurin
Bjarni Djurholm úr Fólka-
flokkinum heldur vera best
at lata tað, ið Karsten Han-
sen, fíggjarmálaráðharri,
sigur í leygardagsblaðnum,
fara aftur við borðinum.
Karsten Hansen nevndi i
blaðnum Bjarna Djurholm
sambandshugaðan, óserigs-
an og ein, ið ræðist fullveldi
og vil gera alt fyri at koma
tí til lívs.
- Eg havi ikki hug at gera
viðmerkingar til hansara
meiningar um mín persón,
men eg haldi hann hevur
misskilt arbeidssetningin
hjá figgjarnevndini, sigur
Bjarni Djurholm, ið heldur
Karsten Hansen hava
avdúkað, at hann hevur ikki
skilt stýrisskipanarlógina og
býtið millum útinnandi og
lóggevandi vald. Bjarni
Djurholm staðfestir eisini,
at = fíggjarmálaráðharrin
heldur fer eftir manninum,
enn eftir bóltinum.
Viðvíkjandi tí, ið Karsten
Hansen førir fram um, at
Bjarni Djurholm kallar
figgjarnevndina saman til
ávís mál, sigur Bjarni Djur-
holm, at hetta samsvarar
ikki við veruleikan.
- Tað snúði seg um sand-
oyarferjuna. Eg varð ringd-
ur upp úr landsstýrinum og
spurdur um tað var gjørligt
at kalla fíggjarneyndina
saman mánadag, sum hetta
var hósdag. Nevndin er ikki
fyrisitingarlig, men partur
av lóggevandi valdinum, so
sambært stýrisskipanini er
tað soleiðis, at hava lands-
stýrismenn nakað uppá
hjarta, so skulu teir bert
senda tað til figgjarnevnd-
ina og so ger formaðurin
sína skyldu og kallar saman.
Eg vendi mær til skrivaran,
ið kallaði neyndina saman.
Beint áðrenn fundin fekk eg
at vita frá figgjarnevndar-
skrivaranum, at málið var
ikki avgreitt í landsstýrin-
um, sigur Bjarni Djur-
holm, ið leggur afturat, at
hann hevði einki frætt, síð-
ani hann fekk at vita, at
skjalið var á veg.
- Limirnir í nevndini vóru
tá komnir til Havnar á fund.
Eg boðaði frá, at ein mis-
skiljing var hend, men
menn vóru samdir um, at
teir vildu hoyra landsstýr-
ismannin í vinnumálum.
Hann gav so kunnandi fund
og tað vóru figgjarnevnd-
arlimirnir glaðir fyri og so
var ikki meir, tí vit høvdu
sum so einki mál, sigur
Bjarni Djurholm. Stálar-
beiði
- Vit kundu bert staðfesta,
at boð vóru send út, uttan at
málið var endaliga avgreitt
í landsstýrinum og tað var
mær ógreitt, sigur Bjarni
Djurholm. Hann heldur so-
statt ikki vera rætt, tå Karst-
en Hansen førir fram, at
hann hevur verið við til at
steðga útreiðslum, tí tað, ið
hendi, var samskiftismis-
stak, ið bert førdi til kunn
andi fund í figgjarnevndini.
Bjarni sigur, at tað, ið lands-
stýrismaðurin í vinnumál-
um vildi, var at spyrja
nevndina um støðuna til
eina eykajáttan til stálar-
beiði, so at ferjan kundi
byggjast í Føroyum.
- Tað bleiv hon so ikki, tí
Tjóðveldisflokkurin segði
nei, men tað er ein onnur
søga, sigur Bjarni Djur-
holm.
- Tað er við síðuna av at
siga, at eg heyði kallað
figgjarnevndina saman utt-
anum Fíggjarmálastýrið.
Stýrið heyði einki við tað
at gera og Karsten Hansen
avdukar har, at hann er ikki
heilt greiður yvir, hvat er
lóggávuvald og hvat er út-
innandi vald, sigur Bjarni
Djurholm, ið heldur ikki vil
kennast við, at hann skal
hava biðið landsstýrismenn
bara koma til sín við mál-
um.
- Tá skjól eru á veg, so
eru standard boð frá nevnd-
ini, at so kallar fíggjar-
neyndarformaðurin saman
og soleiðis hevur altíð verið
og tað havi eg ikki funnið
uppá. Flestu landsstýris-
menn hava boðað frá, at
skjól koma og eg kann sum
fíggjarneyvndarformaður
ikki nokta at taka málini
upp, tað tilkemur ikki mær,
sigur Bjarni Djurholm.
Bjarni vísir á, at manna-
gongdirnar eru tær somu,
sum tær altíð hava verið og
hann afturvísir at nevndin,
og hann sum formaður,
hava misnýtt starvið. Skal
ikki spyrja Karsten Karsten
Hansen vísir á, at Bjarni
Djurholm helst er einsa-
mallur um at seta harðar
treytir við, um fullveldi skal
gerast veruleiki, tí Fólka-
floksmenn í Tinganesi hava
skrivað undir.
Tá vit prátaðu við Bjarna
Djurholm í gjár, visiti hann
ikki hvor hevði skrivað und
ir og hann vísiti á, at
fíggjarlógin kom fyri á
fundi í Tinganesi seinna-
partin í gjár. Og sum Bjarni
hevði skilt støðuna, so slapp
samlaða landsstýrið ikki at
síggja fíggjarlógina fyrr enn
í gjár.
- Eg haldi Karsten Han-
sen hevur misskilt tann part-
in av stýrisskipanarlógini,
ið snýr seg um, hvat arbeið-
ið hjá figgjarnevndini er, tí
nevndin skal ikki spyrja
hann eftir hvat hon ger,
sigur Bjarni Djurholm, ið
vísir á, at hann sum formað-
ur bert hevur gjørt sína
skyldu og kallað nevndina
saman. Alt igjøgnum Karst-
en Hansen
- Eg haldi at hann fer lætt
um sannleikan og avdúkar
sjáldsama lítið innlit í stýr-
isskipanarlógina. Tá lands-
stýrismaður boðar mær frá,
at skjal er á veg, havi eg
ikki annað at gera, enn at
kalla fíggjarneyndina sam-
an. Men eg skal viðmerkja,
at einki figgjarnevndarskjal,
eingin eykajáttan, kemur frá
nøkrum landsstyrismanni til
min. Alt kemur igjøgnum
Karsten Hansen, tí hann er
tann einasti, sum vegna
landsstyrid kann senda nak-
að til figgjarnevndina, sigur
Bjarni Djurholm.
- Tå hann sigur, at Félka-
flokkurin eigur allar jåttan-
irnar, so er ikki rætt. Inni-
verandi fíggjarlóg, ið varð
samtykt á jólum í fjør, heyði
hækkað væl meira enn 100
milliónir, um táverandi
landsstýrismaðurin John
Petersen ikki hevði lækkað
sínar útreiðslur við umleið
40 milliónum. Í samlaðu
játtanini átti Fólkaflokkurin
nærum ongan lut og tá tað
snýr seg aðrar eykajáttanir
í ár, so er rætt, at Fólka-
flokkurin t.d. umsitur verj-
uskipid sum målsøki, men
stóð tað til Tjodveldisflokk-
in, so vóru helst eingi mørk
fyri, hvat ein kundi kravt av
peningi úr landskassanum,
tí teir vildu fegnir byggja
skipið fyri 140 milliónir, í-
staðin fyri 90 milliónir, so
har er ein hækkan uppá eini
40 milliónir, vísir Bjarni
Djurholm.
Hann vísir annars á, at
kommunuloysnin var ein
semja millum løgmann og
Karsten Hansen.
Bert lótir
Eftir orðadráttin millum
Bjarna Djurholm og Kar-
sten Hansen kann spurning-
urin setast, um hetta bert eru
lótir, ella um talan er um
álvarsliga ósemju í sam-
gonguni. Bjarni Djurholm
hevur sett sum treyt fyri
fullveldi, at figgjarstødan
skal greidast, ti hann helt
ikki samanhang siggjast
millum politikk og ætlan.
Karsten Hansen hevur
nevnt Bjarna Djurholm 6-
seriøsan og sambandshug-
aðan.
- At Karsten Hansen
nevnir meg óserigsan og
hvort av sínum, skal eg lata
standa ósvarað, tí tað kunnu
onnur meta um. Eg havi
gjørt tað, ið mær er álagt og
eg haldi fast við mínar
meiningar um fíggjarpoli-
tikk, samanborið við sam-
gonguskjal og ætlanir, sigur
Bjarni Djurholm. - At hann
velur at fara eftir manninum
og ikki bóltinum, må vera
hansara trupulleiki, heldur
Bjarni Djurholm.
- Tá hann sigur, at eg seti
honum hav av spurningum,
so má hann tola tað. Hann
er landsstýrismaður hjá
samlaða løgtinginum, ið
eisini er alment forum, sigur
Bjarni Djurholm.
Flokjasligt
Bjarni vil ikki gera bein-
leiðis viðmerkingar til tær
tíðarætlanir, ið hava verið
nevndar í samband við sam-
ráðingarnar í heyst við
danir. Finnbogi Arge hevur
serfrødingar í kanningarar-
beiði, ið møguliga tekur
nakað av tíð afturat, men
Høgni Hoydal hevur hin-
vegin nevnt, at samráðast
skal í oktober. Bjarni Djur-
holm hevur gjørt vart við,
at Fólkaflokkurin vil hava
tað fíggjarliga á pláss. áðr-
- Karsten Hansen er komin til skorin klæði og búgvið
borð og tað eigur hann at vera glaður fyri, heldur
Bjarni Djurholm
enn samráðingarnar.
Spurdur um hetta ikki
tykist heldur fløkjasligt sig
ur Bjarni Djurholm, at tað
hevur verið frammi, at tað
snýr seg um at senda nøkur
tekin. Hann vísti annars á í
gjár, at kanska greiða fekst
á hesum, eftir at fundurin
heyði verið í Tinganesi
seinnapartin í gjár
Hann heldur, at hvussu alt
hóskar saman, eigur ein
kanska at spyrja Høgna
Hoydal, landsstýrismann í
sjálvstýrismálum. Bjarni
Djurholm minnir annars á,
at tað er ikki Høgni, ið skal
føra samráðingarnar, men
Anfinn Kalsberg, løgmaður.
Spell
Bjarni Djurholm heldur
annars vera spell, at Karsten
Hansen soleiðis kemur eftir
sær persóliga, tí Bjarni veit
seg ikki hava nevnt Karsten
Hansen í fjølmidlunum.
- Eg havi tosad um lands-
styrispolitikk og samgong-
una sum so, men eg kann
bert staðfesta, at hann kem-
ur eftir mær persónliga, sig-
ur Bjarni Djurholm, ið legg-
ur dent á, at hann ikki
„sparkar“ eftir nókrum, men
roynir at koma við sakligum
grundgevingum
Annars er at siga, at
Karsten Hansen umsitir bert
tað, ið undanfarna
gonga legði lunnar undir og
fekk í lag, so hann hevur
ikki havt nakran leiklut í
positivu gongdini, sum tað
hevur ført við sær, men hev-
ur verið heppin,at hann er
sloppin at umsita hetta,
heldur Bjarni Djurholm, ið
minnir á. at Tjóðveldis-
flokkurin noktaði at taka
upp málið um bruttoskatta-
skipan, so teir ikki kunnu
taka sær heiðuri av hesum,
ið varð samtykt fyri tveim-
um árum síðani
- Karsten Hansen er kom-
in til skorin klæði og búgvið
borð og tað eigur hann at
vera glaður fyri, heldur
Bjarni Djurholm.
- Tað er, sum virkar
Karsten Hansen eftir regl-
uni, ið sigur, at „tú hevur
betru argumentini, men eg
havi rætt“, sigur Bjarni
Djurholm, figgjarnevndar-
formaður
sam
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
WWW.SOSÍalurin.fo