týsdagur 28. september 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 183 - 28. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
i r
11
Ole Stavad, næstformadur i danska javnadarflokkinum:
Rikisfelagsskapurin
partur av samleika
-Rikisfelagsskapurin er ein partur av okkara samleika
eisini. At Grønland, Føroyar og Danmark hava felags
rættindi og eins møguleikar innan fyri henda felagsskap
er nakað, sum eg sjálvur leggi stóran dent á. Tí eg haldi
vit øll fáa gagn av hesum. Ikki bert búskaparliga men eis-
ini mentanarliga og menniskjansliga. Vit fóla, at vit missa
nakað av hesum samleika, um Føroyar fara úr Ríkinum.
JAN MÚLLER
Herfyri var næstformaðurin
í danska javnaðarflokkin-
um, Ole Stavad í Føroyum.
Hann var gestarødari å
landsfundinum hjá javnað-
arflokkinum. = Sosialurin
hitti danska politikaran,
áðrenn hann fór aftur til
Danmarkar.
Ole Stavad sigur seg vera
væl nøgdan við móttókuna
í Føroyum, hóast hann ikki
er samdur við teimum, sum
hava lagt hann undir at
leggja seg út í føroyskan
politikk, tå hann á lands-
fundi javnaðarfloksins kom
við nøkrum rættiliga av-
gjørdum úttalilsum um
komandi vidurskiftini mill-
um londini.
Tørvur å nyggjari
skipan
-Eg havi undir vitjanini
fingid stadfest, at føroyski
og danski javnaðarflokkurin
eru rættiliga samdir í nógv-
um málum, sum viðvíkja
báðum londunum. Báðir
flokkar tykjast at hava somu
dagsskrá, eitt nú vilja vit
varðveita ríkisfelagsskapin.
Men tað er eisini heilt givið,
at tað nú eftir 50 árum við
eini Heimastýrislóg er tørv-
ur á eini nýggjari skipan.
Tørvur er á eini nútímans-
gerð. Og her halda vit, at
føroyski javnaðarflokkurin
hevur lagt upp til nakað
skilagott. Vit halda, at tað
er nøkunlunda innan fyri
teir karmar, sum javnaðar-
flokkurin hevur skotið upp,
at tingini kunnu gerast.
Ole Stavad leggur annars
dent á, at hann vitjaði ikki í
Føroyum sum skattamála-
ráðharri og harvið sum part-
ur av stjórnini. -Eg vitji í
Føroyum sum partur av
javnaðarflokkinum, men eg
kann gott siga, at tað eg havi
fórt fram er eisini mín á-
skoðan sum skattamálaráð-
harri.
-Tekur Nyrup undir við
tí tú hevur ført fram á
landsfundi javnaðarfloks-
ins?
-Eg trúgvi ikki, at mín
floksformaður og forsætis-
ráðharrin er so heilt ósamd-
ur í mínum úttalilsum.
-Landsstýrið vil fegið at
hava eina avtalu við Dan-
mark longu í hesum åri-
num. Er tað gjørligt?
-Eg havi sera ilt við at
síggja, at tann tíðarætlanin
yvirhøvur kann lata seg
gera. Men samráðingarnar
skulu vera millum báðar
stjórnirnar, so tað kann eg
tí ikki gera aðrar viðmerk-
ingar til.
Ole Stavad, sum á lands-
fundi javnaðarfloksins
segði frá, at tað eftir hansara
tykki fór at verða torført hjá
føroyingum at fáa danir at
ganga við til eina skiftistíð
uppá 15-20 ár, heldur seg
ikki kunna siga, hvat tann
rætta skiftistíðin tá er.
Ole Stavad ger annars
púra greitt, at tað eru før-
oyingar, sum mugu gera av,
hvat teir vilja í framtíðini. -
Men tað sigur seg sjålvt, at
um Føroyar vilja taka seg
úr ríkinum, so ber ikki til
bara at kvetta øll onnur
bond uttan tey búskapar-
ligu. Tað fer neyvan at fáa
undirtøku í Danmark, og tí
heldur hann eisini, at tað er
umráðandi longu nú at gera
føroyingum hetta greitt.
A landsfundinum hjá
javnaðarflokkinum vísti Ole
Stavad eisini til tað for-
maðurin í størsta andstødu-
flokkinum í Danmark, An-
ders Fogh Rasmussen segði
við journalistar í Føroyum
nakað herfyri. Danski
vinstraformaðurin = metti
sjálvur, at tað fór neyvan fór
at blíva talan um eina langa
skiftistíð, um Føroyar fyrst
loystu frá Danmark.
-Orsøkin til at eg nevndi
hetta var fyri undirstika, at
hetta er ikki bert min hugs-
an, men er stødan hjá nógv-
um donskum politikarum.
Seta ikki fot
-Men hvi skulu danir seta
fót fyri einum føroyskum
ynski um fullveldi við m.a.
ikki at kunna góðtaka eina
skiftistíð uppá 15 til 20 ár
- hví ikki góðtaka hetta, tá
tað er eitt føroyskt ynski
hjá landsstýrinum og ein
týðandi fortreyt fyri eini
víðari fullveldisgongd?
-Eg haldi ikki tað er fair
at siga, at tað er nakar í Dan-
mark, sum vil gera støðuna
hjá fóroyingum meira
trupla. Ella fyri tað at seta
fót fyri tí, sum føroyingar
sjálvir ynskja. Sjálvandi
ráða tit fyri, hvat skal henda
í Føroyum. Men vit eru eis-
ini partur í hesum málinum,
og tí er einki løgið í heldur,
at vit siga okkara hugsan og
vísa okkara kenslur. Ríkis-
felagsskapurin er ein partur
av okkara samleika eisini.
At Grønland, Føroyar og
Danmark hava felags rætt-
indi og eins møguleikar
innan fyri henda felagsskap
er nakað, sum eg sjálvur
leggi stóran dent á. Tí eg
haldi vit øll fáa gagn av hes-
um. Ikki bert búskaparliga
men eisini mentanarliga og
menniskjansliga. Vit fola,
at vit missa nakað av hesum
samleika, um Føroyar fara
úr Ríkinum. Men vit hava
samtíðis sagt, at um før-
oyingar og Føroya løgting
avgera, at tað er eitt ynski
at fara úr hesum felags-
skapi, so fara tit ikki at
koma til stongdar dyr, og
eingin í Danmark fer heldur
at sáa tann minsta iva um
rætt tykkara at ráða tykkum
sjálvum. Men tá siga vit
eisini, at eisini føroyingar
mugu taka avleiðingarnar
av teimum valum teir gera.
Man kann ikki bæði halda
fram við øllum ti, sum man
gjarna vil hava við frá Rík-
isfelagsskapinum og sam-
tíðis siga, at ein ikki vil vera
við í hesum felagsskapi
longur.
-Men hví hevur tað so
nógvan týdning fyri Dan-
mark at varðveita Føroyar
og Grønland í rikisfel-
agsskapinum?
-Ti tey eru ein partur av
okkara samleika. Eg veit
ikki, hvussu nógv hetta
hevur at siga fyri tann
einstaka danan, spyr tú hann
um tað, men fyri okkum,
sum hava vit tann politiska
veruleikan at gera, har er
hetta ein partur av okkum
sjálvum. Eg plagi at siga tað
soleiðis: ansar tú ikki væl
eftir tí, sum tú er góður og
nøgdur við, so hevur tú tikið
fyrsta stig til at missa tað.
Eg trúgvi eisini, at um før-
oyingar bráddliga fara at
siga, at teir taka seg úr rík-
isfelagsskapinum, so fara
mangir danir at kenna tað
sum ein stóran miss.
Realistiskt uppskot
A landsfundinum hjá javn-
aðarflokkinum segði Ole
Stavad, at uppskotið hjá
flokkinum til framtíðar við-
urskiftini millum londini er
realistiskt. Hvat leggur hann
í hesi orð?
-Tað er realistiskt, tí tað
grundleggjandi nútímans-
ger heimastýriskipanina frá
48 samtíðis sum tað varð-
veitir tann týðandi strongin,
sum Ríkisfelagsskapurin er,
og harvið eisini framhald-
andi gevur føroyingum
Næstformenn hittast. Dan Petersen og Ole Stavad høvdu nógv at prátað um
møguleika at varðveita
nógv av teimum rættindum,
sum eisini eru ein partur
av sama ríkisfelagsskapi.
Tað, sum eg hoyri før-
oyska javnaðarflokkin
ynskja, er nakað, sum eg
eisini skilji er stórur pol-
itiskur vilji fyri at gjøgn-
umføra í Danmark. Tí
trúgvi eg ikki vit fáa nakað
drúgvt orðaskifti. Sjálvandi
er nakað av jura í hesum.
Men eg vil gott siga, at um
tað er eitt ynski um og ein
vilji til at halda fram við
felagsskapinum bæði í Før-
oyum og í Danmark, so sýti
eg fyri at trúgva, at ein
juridisk „spidsfindighed“ á
nakran hátt kann forða
okkum í at fáa igjøgnum
okkara politisku ynski um,
hvussu vit best skulu skipa
okkum í framtíðini.
Ole Stavad vísir á, at tað
sjálvandi fer at vera eitt
løgfrødiligt tjak, men tað er
burturvið skal hetta elva til
trupulleikar, um tað er so-
leiðis at vit bæði í Dan-
mark og í Føroyum, eru
sannførd um, at vit vilja
vera saman - samtíðis sum
vit eisini vilja tryggja tí
einstaka landinum full-
komnan rætt til at taka av-
gerðir um sínar egnu sakir.
Har tað finst ein vilji finst
eisini ein vegur. Og eg
trúgvi tað finst ein vilji.
Ole Stavad hevur hoyrt
atfinningarnar móti sínum
úttalilsum sum uppílegging
í føroyskan politikk. Hann
sigur tó, at tað hevði verið
6høviskt av sær sum javn-
aðarmanni, um hann hevði
mett á landsfundinum hjá
føroyska javnaðarflokk-
inum uttan at fyrihalda seg
til tað, sum føroyski javnað-
arflokkurin hevði sagt bert
eina viku frammanundan í
Danmark. Við hesum vísir
Ole Stavad til tað, sum
Jóannes Eidesgaard førdi
Ole Stavad, næstformaður
í danska javnaðarflokk-
inum
fram á landsfundinum hjá
danska javnaðaflokkinum
fyri stuttum.
Tað er ikki rætt at goyma
nakað undir teppinum.
Hann heldur seg og for-
mannin í føroyska javnaðar-
flokkinum hava sín fulla
rætt til alment at siga, hvat
teirra hugsan er um fram-
tíðar støðu Føroya.
Betri viðurskifti
millum flokkarnar
-Tað hava ikki verið so
góð viðurskifti millum
føroyska og danska javn-
aðarflokkin. Heldur tú, at
stóðan í dag er broytt til
tað betra?
-Eg haldi vit eru í gongd
við eina sera positiva pro-
sess millum føroyskar og
danskar javnaðarmenn. Tað
er rætt, at tað hevur verið
ein tíð, har vidurskiftini ikki
vóru so góð. Men vit hava
verið við til at bóta um við-
urskiftini ikki minst við
semjuni um bankamálið. Vit
eru nú við at byggja upp eitt
nýtt slag av samstarvi, sum
byggir á sínamillum álit og
virðing fyri rættindunum
hjá hvørjum øðrum.
Ole Stavad viðgongur, at
enn er ikki alt komið uppá
pláss, men hann er fegin
um, at Jóannes Eidesgaard
hevur tikið stig til eina pro-
sess, sum skal enda við ein-
um góðum framtíðar sam-
starvi ikki bert millum
javnaðarflokkarnar = men
eisini millum londini bæði