mikudagur 29. september 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 29. september 1999
Einki skvatl í samgonguni
tíðindablaðið
Lógmaður vísir staðiliga aftur, at ósemja er í samgonguni um fullveldispolitikkin
Anfinn Kallsberg er vísur í, at tað fer at bera til at fáa
eina breiða semju um ríkisrættarligu stóðuna
JOHN JOHANNESSEN
- Eingir trupulleikar hava
verið í samgonguni um
samanhangin millum fíggj-
arpolitikkin og fullveldis-
politikkin.
Hetta svarar løgmadur, tå
hann verdur spurdur, um
greiða varð fingin á trupul-
leikunum í samgonguni á
samgongufundinum mána-
dagin. Løgmaður sigur, at
teir trupulleikar, ið hava
verið frammi, eru skaptir av
fjølmidlunum, og ti er talan
als ikki um innanhýsis trup-
ulleikar, hvorki í samgong-
uni ella í Fólkaflokkinum,
vissar hann um. Hann stað-
festir, at fólkaflokkurin als
ikki bakkar út í fullveldis-
málinum, eins og summi
kanska vilja vera við.
Tvey mál á skránni
A samgongufundinum
mánadagin vóru tvey mál á
skránni. Annað var fíggjar-
lógin og hitt var aðalorða-
skftið á tingi um Hvítubók.
Løgmaður greiðir frá, at
tað einans vóru karmarnir
fyri åvisu økini á figgjar-
lógini, ið vórðu vidgjørd á
samgongufundinum, og
heldur hann, at eitt rímuligt
nøgdsemi var millum sam-
gongulimirnar um hesar
karmar.
Farnu viku sást ein greið
ósemja millum fíggjarmála-
ráðharran, Karesten Han-
sen, og figgjarnevndarfor-
mannin, Bjarna Djurholm,
í fjølmidlunum. Bjarni
Djurholm segði einki sam-
anhang vera ímillum førda
fíggarpolitkkin og full-
veldisætlanina. Eftir hesar
útsagnir, skjeyt fíggjarmála-
ráðharrin figgjarnevndar-
formanninum í skógvarnar,
at hann var sambandskur og
ræddist fullveldi.
Men sambært løgmanni
kom fíggjarlógaruppskotið
ikki á borðið fyrr enn á sam-
gongufundinum í Tinganesi
í gjár, og tískil heldur hann
einki grundarlag hava verið
fyri ósemju um samanhang-
in millum hana og fullveld-
isætlanina, og vísir hann
eins og áður nevnt á, at talan
man vera um eina ósemju,
fjølmiðlarnir hava skapt.
Hitt málið á skránni var
aðalorðaskiftið um Hvítu-
bók á tingi. Avgerast skuldi,
nær aðalorðaskiftið um
Hvítubók skuldi haldast.
Møguleiki var fyri at byrja
seinast í vikuni, men tá er
formaður Javnaðarfloksins,
Jóannes Eidesgaard, burtur-
staddur, og tiskil er avgjørt
ikki at byrja eitt so tydning-
armikið mål tå. Týsdagin 5.
oktober verður Fólkatingið
sett og hósdagin 7. oktober
verður generaldebatturin
hjá Nyrup. Hesar dagar eru
føroysku fólkatingslimirnir
burturstaddir, umframt, at
formansskapurin í Løgtingi-
num eisini er burturstaddur.
Hetta merkir, at aðalorða-
skiftið kann haldast miku-
dagin, men hetta merkir eitt
øgiligt res fyri fólkatings-
limirnar. Tá skulu teir
flúgva heim til Føroya
seinnapart hósdag og so
aftur til Danmarkar hós-
morgun. Ein annar møgu-
leiki er, at byrja aðalorða-
skiftið fríggjadagin, men tá
verður tíðarætlanin trong,
av tí at fólkatingslimirnir
ikki koma heim fyrr enn um
middagsleitið fríggjadagin.
Løgmaður vísir á, at tað
er løgtingsformadurin, ið
avger nær aðalorðaskiftið
verður hildið, men vísir á,
at samgongan peikar á
tríggjar dagfestingar. Tær
eru 6., 8. og 11. oktober.
Breiða semjan
Løgmaður hevur fyrr meld-
að út, at hann ynskir eina
breiða semju millum før-
oysku flokkarnar, áðrenn
farið verður til Danmarkar
at samráðast um ríkisrættar-
ligu støðuna. Hetta stendur
hann enn fast við, og trýr
somuleiðis uppá, at hetta fer
at eydnast.
Anfinn Kallsberg vísir á,
at hann heldur sjálvsstýris-
politikkin hjá Javnaðar-
flokkinum liggja ógvuliga
tætt at fullveldispolitikkin-
um hjá samgonguni.
— Eg haldi, at í veruleik-
anum er bert talan um,
hvussu barnið skal eita.
Javnaðarflokkurin ynskir, at
Løgtingid skal fáa fullar
heimildir og at Føroyar og
Danmark skulu vera tveir
javnsettir partar. Hetta er tað
sama sum sjálvsstýri, men
sjálvandi ber til at kalla tað,
hvat ein vil. Tí trúgvi eg
heilt fast uppá, at vit kunnu
fáa eina semju við Javnað
arflokkin.
Løgmaður vísir í hesum
sambandi á, at í samgongu-
skjalinum er staðfest, at
endamálið hjá samgonguni
er at fáa nýggjan sáttmála
Øll Samsung
fototól
-30%
inolta Speglreflex
Fototól 300
fyrr 2995, -
nú 2095,-
Olympus Centurion
og NewPic Zoom
"30%
-30%
étikassi —
Filmar, fototaskur,
album o. ma.
50%
SMS - TEL. 319820 - Fax 314955
vid Danmark og at Føroyar
skulu fáa fult ræði á sær
sjálvum. Sostætt. heldur
hann samsvar vera ímillum
politikkin hjá Javnaðar-
flokkinum og tað, sum er
niðurfelt í samgonguskjali
num
Anfinn Kalsberg sigur seg
trugva uppá at gott og
mennandi aðalorðaskífti i
Løgtinginum, og er hann
vísur í, at tað fer at bera til
at fara til Danmarkar at sam
ráðast í ár
anon SpeglReflex
Fototól ECS - 5000/500
- 30%
Rammutilboð
Keyp 3 stk. í somu stødd
gjald fyri 2
Fotoalbum
Keyp 3 stk. av sama slag Cl
og gjald fyri 2
sí lýsingar aðrastaðni um Fløgudeildina og Smukkudeildina